mikudagur 6. juli 2005síða 18
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 126 - 6. juli 2005
Ein tíma eftir, at teir
fyrstu bitarnir av
leskiligum og væl-
kryddaðum mati eru
farnir á grillirnar,
fara Sámal Ravns-
fjall og Ronnie
Nielsen at syngja.
Síðan verður felags-
sangur, og at enda
fer Torbjørn
Jacobsen, løgtings-
maður, at halda
midnáttarrøðu
Fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygarkvøldið
verður
stórt grillkvøld á økinum
sunnanfyri fótbóltsvøllin
á Skála. Tiltakið, sum er
ein partur av skránni fyri
Fjarðastevnuna,
byrjar
klokkan 19.30.
Fyrireikararnir siga, at
fleiri grillir verða settar
upp á økinum, og ætlanin
er, at gestirnir sjálvir
skulu grilla matin.
- Neyðugt verður tó
ikki at hava mat við sær, tí
leskiligur og vælkrydd-
aður grillmatur og okkurt
leskandi verður selt á
staðnum.
Borð og benkur verða
sett upp á økinum, og her
kunnu fólk sita í friði og
náðum og njóta ein góðan
bita.
Súklur og bátar
- Grillkvøldið á Skála
snýr seg tó ikki bara um
mat, tí umframt góða mat-
in, verður eisini skipað
fyri sangi og røðum, tá ið
líður út á kvøldið.
Fyri at geva tiltakinum
ein serstakan dám, hava
fyrireikararnir
boðið
gestum uttanífrá at verða
við.
- Vit hava sett okkum í
samband við Føroya MC-
felag, sum eftir felagstúr
til Oyndarfjarðar og Eldu-
víkar, kemur á vitjan á
motorsúklum.
Fyrireikararnir
hava
eisini boðið bátafeløgum
at verða vælkomin til til-
takið.
- Vit vóna, at fleiri bátar
og fólk á motorsúklu
koma at vitja okkum
leygarkvøldið og soleiðis
verða við til at seta sín
dám á tiltakið.
Sámal og Ronnie
Umleið ein tíma eftir, at
fyrstu bitarnir av leskilig-
um kjøtmati eru farnir á
grillirnar, fara teir báðir
vælumtóktu,
Sámal
Ravnsfjall
og
Ronnie
Nielsen, at syngja. Tá ið
teir hava sungið í ein
hálvan tíma ella so,
verður felagssangur, har
øll kunnu syngja við.
Tá ið kvøldið líður, og
klokkan nærkast ellivta
tíma, fer løgtingsmaðurin,
Torbjørn Jacobsen, at
halda midnáttarrøðu.
Samdur ella ei við
mannin og tað, sum hann
stendur fyri, skerst ikki
burtur, at Torbjørn Jacob-
sen er orðasnillingur sum
fáur. Hann dugir sera væl
at bera fram røður – og
tað er altíð stuttligt at
lurta eftir honum.
Country-dansur
Á midnátt leygarkvøldið
verður dansur í Ítróttar-
høllini, og tá fer væl
umtókti Countrybólkurin
at spæla.
Fyrireikararnir vænta,
at dansurin fer at vara til
einaferð út ímóti morgni.
- Vit vænta eitt gott og
hugnaligt kvøld og nógv
fólk á Skála leygar-
kvøldið og sunnunáttina,
siga tey sum varða av
Fjarðastevnuni.
Tað verður Torbjørn
Jacobsen, løgtingsmaður,
sum heldur
midnáttarrøðuna
leygarkvøldið
Grillkvøld,
sangur og
midnáttar-
samkoma
Møtir verða í
Missiónshúsinum og
í Nerija, og guds-
tænasta verður í Skála
kirkju
Fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað er eingin stevna uttan,
at tann andaligi parturin –
so ella so – eisini er við, og
soleiðis verður eisini á
Fjarðastevnu
um
viku-
skiftið.
Sunnudagin klokkan 11
verður gudstænasta í Skála
kirkju, har Jógvan Fríðriks-
son, prestur, prædikar.
Jógvan dugir væl at gera
eina gudstænastu áhuga-
verda og livandi, og einki er
at ivast í, at soleiðis verður
eisini sunnudagin.
Møtir
Tað verður ikki bara í
kirkjunu, at guds orð verð-
ur at hoyra um stevnuna.
Møtir verða eisini í
missiónshúsinum
og
í
Nerija.
Fríggjakvøldið klokkan
20 verður junior-møti í
missiónshúsinum, leygar-
kvøldið klokkan 20 verður
ungdómsmøti, og síðan
verður møti aftur sunnu-
kvøldið klokkan 19.
Í Nerija verður familju-
møti sunnumorgunin klokk-
an 11.
Jógvan Fríðriksson prædikar
Tað verður Jógvan Fríðriksson, prestur, sum fer at prædika í Skála kirkju sunnudagin. Eisini verða møtir í missiónshúsinum og í
Nireja
Mynd: Vilmund Jacobsen
Ungar dansigentur av
Toftum og ungir
dansarar úr Havn
fara eisini at vísa
dansikynstur
Fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fríggjakvøldið verður eitt
fjølbroytt barna-og ung-
dómstiltak í Ítróttarhøllini á
Skála. Tiltakið verður rópt
bassaprix og dansishow.
Fyrireikararnir av Fjarða-
stevnu siga, at bassaprix’ið
verður skipað á tann hátt, at
børn úr 1. flokki til og við
7. flokk fáa høvi at velja
sær eitt lag at syngja. Tá ið
so øll hava sungið, verður
ein vinnari kosin, sum fær
eitt gávukort á 300 krónur.
- Tey, sum ynskja at
verða við í kappingini,
skulu tekna luttøku hjá Elly
á tlf. 257019, siga tey á
Skála.
Nósavinnarin
Umframt sangkappingina,
verður eisini høvi at hoyra
"nósavinnaran" í 2004,
Ingibjørg Hansen, við síni
framúrskarandi rødd.
Ungar dansigentur av
Toftum fara at undirhalda
við
dansi,
og
ungir
havnamenn fara eisini at
vísa
dansikynstur
við
break-dansi.
Bassaprix og dansishow
í Ítróttarhøllini á Skála
Vælkomin!
Feløgini, sum skipa fyri
Fjarðastevnuni, bjóða
øllum at vera hjartaliga
vælkomin á Skála