mikudagur 6. juli 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2005
19
Fyrireikararnir av
Fjarðastevnuni hava
lagt serligan dent á at
hava nøkur mentan-
arlig tiltøk við á
stevnuni, og soleiðis
verður Skála skúli
karmur um bæði
listaframsýning og
hugnakvøld
Fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Stevnurnar kring landið eru
í stóran mun ítróttarstevnur
– ella stevnur hjá ítróttar-
fólkunum,
sum
onkur
hevur tikið til. Tó verður
meira
og
meira
gjørt
burturúr at hava fleiri
mentanarlig
tiltøk
av
ymiskum slagi við á hesum
stevnum.
Nú Fjarðastevna verður á
Skála, hava fyrireikararnir
lagt serligan dent á at hava
nøkur mentanarlig tiltøk
við á stevnuni.
Listaframsýning
Leygardagin og sunnu-
dagin
verður
soleiðis
skipað fyri listaframsýning
í skúlanum á Skála, har
yngri – ella nýggjari –
listafólk, sum hava tilknýti
til Skálafjørðin, fara at sýna
fram síni verk.
- Vit halda, at tað eru so
nógvar framsýningar, har
tey
royndu
listafólkini
kunnu vera við, meðan tey
lokalu og minni royndu
hava trupult við at sleppa
framat. Tí er henda fram-
sýningin ætlað teimum, so
hesi eisini kunnu sleppa at
sýna fram síni listaverk.
Skála Ítróttarfelag veit at
siga, at sjey listafólk verða
við á framsýningini, og hesi
hava millum 40 og 50 verk
við.
- Eitt av listafólkunum
seymar síni listaverk; hini
seks mála, sigur felagið.
Framsýningin í Skála
skúla verður opin leygar-
dagin frá klokkan 15-20 og
sunnudagin frá klokkan 15-
19.
Hugnakvøld
Tá ið listaframsýningin er
latin aftur sunnukvøldið,
verður
hugnakvøld
í
skúlanum.
- Evnini á hugnakvøldin-
um verða bæði til gamans
og álvara, og tað verður
Jógvan Fríðriksson, prestur,
sum fer at "stýra" góðu
fólkunum, sum vit hava
fingið
at
undirhalda
gestunum.
Skála Ítróttarfelag sigur,
at Kári P. Højgaard fer at
hugleiða,
og
Anfinn
Johansen
fer
at
hava
siðsøguligar hugleiðingar.
Ungir skálamenn fara eisini
at hava okkurt til skemtu-
nar.
- Sangur og tónleikur
verður eisini á skránni
sunnukvøldið.
Ung
úr
Meinigheitshúsinum fara at
syngja nakrar sangir, og Óli
Olsen fer eisini saman við
vinmonnum at framføra
nakrar sangir. Katrin Hov-
land Petersen, sum herfyri
fekk virðisløn í tónleika-
kapping í Danmark, fer at
spæla klassiskan tónleik á
klarinet. So, her skuldi
verið eitt sindur til øll,
heldur Skála Ítróttarfelag.
Hugnakvøldið
í
skúlanum á Skála byrjar
klokkan 20, og fyrireikarar-
nir rokna við, at undir-
haldið - til gamans og
álvara – fer at vara í einar
tveir tímar ella so.
Kostnaðurin
er
100
krónur – og tá er kaffi og
køkur við í prísinum.
Á Fjarðastevnu verður Skála skúli karmur um listaframsýning leygardagin og sunnudagin – og siðan verður hugnaløta á
skúlanum, tá ið listaframsýningin letur aftur sunnukvøldið
Mynd: Vilmund Jacobsen
Listaframsýning og hugnaløta í skúlanum