Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 126 - 6. juli 2005 - Eg fari at røða um ítróttin og tann sosi- ala týdning, sum hevur hevur fyri bygdasamfeløgini, og eg fari at røða um tann sosiala týdning tað hevur, at fólk hittast og kunnu leggja gerandisdagin til viks eitt bil, sigur borgarstjórin Fjarðastevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað verður Rodmundur Nielsen, ið fer at seta hesa fyrstu Fjarðastevnuna, sum verður hildin á Skála. Fjarðastevnan er ein nýggj stevna, sum fyrstu ferð sá dagsins ljós í fyrra- ári. Hon skiftir annaðhvørt ár millum Skálafjørðin og Vestmanna – og á hvørji Fjarðastevnu telir kappróð- urin við í FM-kappingini millum ymisku bátarnar. Feløgini á Skála og Strondum hava gjørt av at skiftast um at hava stevnuna aðru hvørja ferð. Tað verður Rodmundur Nielsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum fer at seta stevnuna á Skála. Hon verður sett á havna- lagnum, leygardagin klokkan 14. Øll vælkomin Rodmundur sigur, at hann í fyrsta lagi fer at bjóða øllum at vera hjartaliga vælkomin á stevnuna, bæði bygdafólki og avbygdafólki. - Eg fari at røða um ítróttin og tann sosiala týdning, sum hevur hevur fyri bygdasamfeløgini, og eg fari at røða um tann sosiala týdning tað hevur, at fólk hittast og kunnu leggja gerandisdagin til viks eitt bil. Borgarstjórin sigur, at hann fer eisini at røða um ta positivu byrjan, sum samanleggingin hevur fingið, nú Skála kommuna eins og Oyndarfjarðar kommuna og Elduvíkar kommuna saman við Runavíkar kommunu eru ein kommunal eind. - Eg ivist onga løtu í, at skálafólk duga væl at skipa fyri eini góðari stevnu, tí tað hava tey gjørt í mong ár. Men hetta er so fyrstu ferð, at ein stevna verður á Skála, sum telir við í FM- kappingini millum kapp- róðrarbátarnar. Meira burtur úr Rodmundur Nielsen sigur, at soleiðis sum hann hevur skilt, ganga fyrireiking- arnar til Fjarðastevnuna væl, og hann hevur eisini skilt, at skálafólk fara at gera meira burtur úr, nú stevnan telir við í FM- kappingini í kappróðri. - Jú, eg vænti, at vit fáa eina góða Fjarðastevnu, um veðurgudarnir verða til vildar í vikuskiftinum, sigur borgarstjórin. - Eg ivist onga løtu í, at skálafólk duga væl at skipa fyri eini góðari stevnu, tí tað hava tey gjørt í mong ár, sigur borgarstjórin Mynd: Vilmund Jacobsen Rodmundur Nielsen setir Fjarðastevnu Fjarðastevnan verður sett á havnalagnum á Skála leygardagin klokkan 14 Mynd: Vilmund Jacobsen - Runavíkar komm- una røkkur nú heilt úr Æðuvík og norður til Elduvíkar, og eg haldi, at Skáli og Skálafjørður, sum liggja so sentralt í hesum øki, hava nógvar og góðar vakstrarmøguleikar – á ymiskum økjum og á ymiskan hátt, sigur Rodmundur Nielsen, borgarstjóri Fjarðastevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Rodmundur Nielsen, borg- arstjóri í Runavíkar kom- munu, sum nú eisini fevnir um Skála og Skálafjørð, heldur, at nýggja kommun- an gongur einari ógvuliga spennandi tíð í móti, og hann ivast onga løtu í, at samanleggingarnar fara at gagna nýggju kommununi. - Tað var stórur meiriluti bæði í gomlu Skála kommunu og Runavíkar kommunu at leggja saman. Fólk vóru ógvuliga positiv og vístu vilja til samstarv, og tað gera tey framvegis. Týdning fyri tilgongdina Rodmundur heldur, at avgerðin hjá borgarunum í Skála kommunu og Runa- víkar kommunu um saman- legging hevði sín týdning, tá ið fólk í Oyndarfjarðar kommunu og Elduvíkar kommunu seinni atkvøddu seg upp í Runavíkar kommunu. - Tá ið Skála kommuna og Runavíkar kommuna kundu finna saman, hildu fólk í hinum báðum smáu kommununum ivaleyst, at so kundu tey eisini. Jú, eg haldi, at avgerðin hjá borgarunum í Skála kom- munu hevði sín týdning í tilgongdini hjá hinum báðum kommununum. Tá ið fólk í Skála kommunu fingu høvi at atkvøða fyri ella ímóti samanlegging, sluppu fólk í Runavíkar kommunu eisini at atkvøða, um tey vildu hava Skála kommunu upp í ella ikki. - Í báðum førum var stórur meiriluti fyri saman- legging. Rodmundur vísir á, at tá ið fólk í Oyndarfjarðar Avgerðin hjá skálaf Nógv er bygt á Skála, men nú noyðist Runavíkar kommuna at útvega borgarunum nýggj byggiøki Mynd: Vilmund Jacobsen Skálafjørður liggur ógvuliga sentralur í nýggju Runavíkar kommunu. Økið av innandurafótbóltshøll