mikudagur 6. juli 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2005
21
kommunu og Elduvíkar
kommunu seinni atkvøddu
um
samanlegging,
var
eingin atkvøðugreiðsla í
Runavíkar kommunu.
-
Vit,
sum
sótu
í
býráðnum, hildu tað ikki
vera neyðugt at hava fólka-
atkvøðu um hesar saman-
leggingingar. Fólkið hevði
talað og hevði atkvøtt fyri
samanlegging við Skála
kommunu, og tá ið hinar
kommunurnar
vóru
lutfalsliga smærri, hildu vit
tað ikki vera neyðugt við
fleiri
fólkaatkvøðum
í
Runavíkar kommunu, sigur
hann.
Gongur rætta vegin
Rodmundur Nielsen heldur,
at nógv positiv viðurskifti
eru at síggja á Skála og
Skálafirði og sum heild í
samstarvinum í samløgdu
kommununi.
- Nýggj sethús eru bygd
og verða bygd á Skála og í
Skálafirði, og fólkatalið í
bygdunum veksur.
Hann vísir á, at tað fer at
tátta í við byggiøkjum í
gomlu kommununi nú, men
Runavíkar kommuna er í
holt við at útvega nýggj
økir, soleiðis at byggingin
kann halda fram.
- Runavíkar kommuna
røkkur nú heilt úr Æðuvík
og norður til Elduvíkar, og
eg haldi, at Skáli og
Skálafjørður, sum liggja so
sentralt í hesum øki, hava
nógvar og góðar vakstrar-
møguleikar – á ymiskum
økjum og á ymiskan hátt.
Rodmundur sigur seg
fegnast um tað vinnulív,
sum er á Skála við eitt nú
Skála Skipasmiðju, El-
Service og øðrum størri og
smærri vinnufyritøkum og
arbeiðstakarum, men hann
dylur ikki fyri, at hann
kundi
hugsað
sær,
at
uppaftur meira "sving" var
í á vinnuliga økinum, sum
hann tekur til.
- Vit noyðast at ásanna, at
skipasmiðjan er ikki tað,
hon í sínari tíð var, og hetta
kemst í fyrsta lagi av, at
eingin nýbygging er. Hin-
vegin hevur skipasmiðjan
hóast svingningar ein veld-
uga stóran týdning fyri økið.
Hann vísir á, at El-
Service telist millum tey
fáu føroysku framleiðslu-
virkini, sum bjóða seg fram
uttanlands, og eingin ivi er
um, hvønn týdning hetta
hevur fyri virksemið hjá
felagnum og teimum, sum
starvast har.
Gigantisk stig
Rodmundur
heldur,
at
Skála og Skálafjørður eru
rættiliga væl fyri á mentar-
liga økinum við bæði
livandi ítróttarligum og
andaligum virksemi.
Í aðrari grein í Fjarða-
stevnu-innlegginum nevnir
hann fyrimyndarliga sam-
starvið, sum í nógv ár
hevur verið millum bygdir-
nar, Skála og Strendur, á
ítróttarliga økinum.
Borgarstjórin heldur tað
vera
heilt
fantastiskt,
soleiðis sum fólkið í økin-
um hevur staðið saman
ítróttini og andliga virk-
seminum at gagni.
- Tey stig, sum tikin eru á
andaliga
økinum,
eru
gigantisk, sum hann tekur
til. Í Skálafirði hava tey
bygt Kelduna, sum er ein
velduga stór verkætlan, og
á Skála er nýligt bygt nýtt
missiónhús. Haraftrat hev-
ur brøðrasamkoman húsið,
Nerija á Skála. So, her er
nógv virksemi á andaliga
og
ítróttarliga
økinum,
sigur Rodmundur Nielsen.
Sentralur
Skálafjørður
Borgarstjórin heldur, at
stórir møguleikar liggja í
nýggja
økinum,
sum
Runavíkar kommuna hevur
lagt út í Skálafirði, eystan-
fyri Kelduna.
- Eg haldi, at Skála-
fjørður liggur ógvuliga
sentralur
í
nýggju
kommununi, og vit hava
eitt nú bjóðað okkum fram
at hýsa eini innandurafót-
bóltshøll á hesum øki. Jú,
eg ivist onga løtu í, at her
eru velduga stórir møgu-
leikar, um kommunurnar í
Eysturoy standa saman um
hesa sentralu plasering og
tey tøk, sum her kunnu tak-
ast í felag.
Runavíkar
kommuna
hevur nevniliga lagt hendan
partin av økinum eystanfyri
Kelduna út til mentanarligt
virksemi av ymiskum slagi,
og Rodmundur Nielsen
dylur ikki fyri, at hann setir
stórar vónir til, at her fer
okkurt gott at spyrjast
burtur úr.
fólki hevði sín týdning í tilgongdini
Nýtt missiónshús er bygt á Skála. Húsið er ikki liðugt enn, men niðasta hæddin er tikin í nýtslu
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Fólkið á vestara armi á Skálafjørðinum hevur staðið væl saman, og gigantisk stig eru tikin
Mynd: Vilmund Jacobsen
ð eystanfyri Kelduna er lagt út til mentanarligt virksemi av ymiskum slagi, og Runavíkar kommuna hevur eitt nú boðið økið út til bygging
Mynd: Vilmund Jacobsen