mikudagur 6. juli 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 126 - 6. juli 2005
Borgarstjórin í
Runavíkar kommunu,
sum nú eisini hevur
Skála og Skálafjørð
undir sínum "hatti",
heldur, at bygdirnar á
vestara armi á Skála-
fjørðinum hava havt
eitt fyrimyndarliga
gott og gagnligt sam-
starv við ítróttini, har
skálamenn hava havt
fótbóltin í summar-
hálvuni og stranding-
ar hondbóltin í
vetrarhálvuni
Fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta
sunnudag
var
Rodmundur
Nielsen,
borgarstjóri í Runavíkar
kommunu,
saman
við
nógvum
viðhaldsfólkum
hjá Nes sóknar Ítróttarfelag
til fótbóltsdyst á Skála
millum Skála og NSÍ í
bestu deildini.
Eftir at NSÍ var komið á
odda stutt eftir, at dysturin
var byrjaður, tóku skála-
menn seg rættiliga um
reiggj og helmaðu ikki í,
fyrr enn teir vóru á odda, 3-
1, sum eisini gjørdist úr-
slitið av dystinum.
Vit spurdu Rodmund,
hvussu tað kendist at vera
borgarstjóri í Runavíkar
kommunu, sum nú eisini
fevnir um Skála og Skála-
fjørð, at síggja skálamenn
soleiðis syfta liðið í gomlu
kommununi og fara avstað
við øllum trimum stigun-
um.
- Skálamenn hava eitt
gott fótbóltslið, og haldi tað
vera ótrúliga væl klárað av
teimum nú enn einaferð at
hava lagt seg á odda í bestu
deildini. Skála er eitt lut-
falsliga nýtt lið í føroyskum
topp-fótbólti, og tað er
fantastiska
stuttligt
at
síggja, hvussu stór spæli-
gleðin og ágrýtni er.
Rodmundur vísir á, at
NSÍ liggur soleiðis onku-
staðni í miðjuni í deildini,
og hann vónar sjálvsagt, at
felagið fer at megna at hála
seg uppeftir stigatalvuni,
soleiðis sum kappingarárið
líður.
Fyrimyndarligt
samstarv
Borgarstjórin í Runavíkar
kommunu
heldur,
at
bygdirnar á vestara armi á
Skálafjørðinum, Skála og
Strendur, hava havt eitt
fyrimyndarliga
gott
og
gagnligt
samstarv
við
ítróttini, har skálamenn
hava
havt
fótbóltin
í
summarhálvuni og strand-
ingar hondbóltin í vetrar-
hálvuni.
- Hetta eru tvær miðal-
stórar bygdir, og eg haldi
meg ikki taka munnin ov
fullan, tá ið eg sigi, at hetta
samstarv hevur havt veld-
uga stóran og sosialan
týdning fyri báðar bygdir-
nar á vestara armi.
Rodmundur sigur seg
vóna, at hetta skilagóða og
positiva samstarv fer at
halda fram – eisini, nú
Skála og Skálafjørður eru
vorðin partur av Runavíkar
kommunu.
- Tað hevur verið soleiðis
í mong ár, at kommunu-
mørkini ikki hava órógvað
ítróttarliga samstarvið, og
eg vóni, at bygdirnar eisini
framhaldandi fara at sam-
starva um røsku og ágrýtnu
ítróttarfólkini,
tí
hetta
gevur teimum eina velduga
styrki.
Góðar stuðlar
Rodmundur vísir á, at tey
úrslit, sum Skála í fótbólti
og StÍf í hondbólti hava
nátt, eru ikki komin av sær
sjálvum.
- Aftanfyri tað arbeiði og
tær dygdir, sum vit síggja á
vøllinum hjá hesum báðum
feløgum, liggur eitt stórt
arbeiði – og nógvir og góðir
og trúgvir stuðlar.
Sama var, vísir borgar-
stjórin á, tá ið Skálabáturin
í sínari tíð var í hæddini í
kappróðri.
- Tað gongur altíð upp og
niður í ítrótti, men sum eg
havi skilt, ætla skálafólk sær
at fáa meira lív í aftur kapp-
róðurin, og tað gleða vit
okkum til, sigur borgarstjór-
in, Rodmundur Nielsen.
Fantastiska
stuttligt at
síggja stóru
spæligleðina
Býráðsformaðurin, Rodmundur Nielsen, sá sítt "egna" lið tapa ímóti "sínum" nýggja 1. deildarliði sunnudagin, tá ið hann var
til fótbóltsdyst á Skála, sum nú eisini er partur av Runavíkar kommunu
Mynd: Álvur Haraldsen
Skála noyðist at
vinna, um liðið skal
halda seg í oddinum,
og TB skal ikki tapa,
um liðið skal halda
seg leyst av
botninum
Fjarðastevna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á Fjarðastevnu verður
nógvur
fótbóltur,
nú
stevnan á fyrsta sinni
verður hildin á Skála.
Umframt
hópin
av
barnadystum og dystum í
yngru deildunum, sum
byrja longu mikudagin og
halda fram hósdagin og
fríggjadagin, verður tann
stóri dysturin sunnudagin
klokkan 15, tá ið Skála og
TB bresta saman í bestu
deildini.
Dysturin millum Skála
og TB hevur stóran týd-
ning fyri bæði liðini.
Skála, sum nú liggur á
odda í 1. deild, skal helst
vinna, um liðið skal
varðveita leiðsluna – og
TB hevur ikki ráð at tapa,
um liðið skal halda seg
leyst av botninum.
Skála og TB hava spælt
ein annan dyst í hesum
kappingarárinum. Hesin
varð eisini leiktur á Skála,
og tá vann heimaliðið við
fimm málum móti einum.
Men TB kann saktans bíta
frá sær; tað hava teir víst
fleiri ferðir í ár. Tí kann
væntast, at landskapp-
ingardysturin sunnudagin
verður spennandi.
Dysturin millum Skála
og TB í 1. deild verður
samstundis steypadystur,
og gevari av steypinum er
Gunnleif Djurhuus.
Leggjast kann aftrat, at
allir dystirnir um stevnuna
vera steypadystir, og tað er
Skála Arbeiðsmannafelag,
sum saman við Skála
Ítróttarfelag letur steyp og/
ella heiðursmerkir.
Skála og TB dystast á
Fjarðastevnu
Børnini sleppa at
royna seg fríggjadag-
in - og tey vaksnu
sunnudagin
Umframt mongu steypa-
dystirnar, sum verða í
yngru deildunum á Fjarða-
stevnu – og landskapping-
ar- og steypadystin í bestu
deildini millum Skála og
TB, verður eisini skipað
fyri áhugaverdari brots-
sparkskapping á fótbólts-
vøllinum.
Fríggjadagin klokkan 18
sleppa børnini at royna seg,
og sunnudagin – eisini
klokkan 18 – verða tað tey
vaksnu, sum sleppa at vísa,
hvussu væl tey duga at
skjóta brotsspark.
Nú Skála liggur fremst í
bestu deildini, vænta fyri-
reikararnir
av
Fjarða-
stevnuni, at mong – bæði
børn og vaksin – fara at
royna seg í hesi kapping.
-v.
Nú kunnu børn og vaksin "spíska" sær fótbóltsskógvarnar til
brotssparkskappingina á Skála
Skjóta brotsspørk
á Fjarðastevnu…