Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2005 23 Í dag klokkan 16 verða tey fyrstu til- tøkini á Fjarðastevnu, sum eru fleiri fót- bóltsdystir millum børn Fjarðastevna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Skráin fyri stevnuna byrjar longu í dag, mikudagin, tá ið fleiri fótbóltsdystir millum dreingir og gentur eru á skránni. Lagt verður fyri klokkan 16, tá ið pinkur og smápiltar fara á vøllin, og klokkan 20 verð- ur seinasti dysturin leiktur, sum er ein dystur í dreingjadeildini. Hósdagin er aftur ein dystur á skránni. Hesin byrjar klokkan 20, og tá fara lið í gentudeildini út á vøllin. Fríggjadagin klokkan 16 verður aftur ein dystur í smádreingjadeildini. Sambært skránni fyri fríggjadagin verður Brand- støðin á Skála opin fyri børnum klokkan 17, og tá fáa tey pylsur og annað. Fríggjakvøldið verður eisini brotssparkskapping fyri børn, og klokkan 19 verður bassaprix og dansi- show í Ítróttarhøllini og sjavskapping í Pensjónista- húsinum. Skrúðgonga Veruliga stevnuskráin byrjar leygardagin klokkan 13.30, tá ið skrúðgonga verður úr skúlanum inn á havnalagið, har stevnan verður sett klokkan 14. Klokkan 14.30 letur tivoli upp á kappróðr- økinum, og har verða eisini hoppiborgir, matsøla og annað. Áhugaverdi djóragarður- in, sum verður í rættini omanfyri Ítróttarhøllina, letur upp klokkan 17, og har verður eisini ponyríð- ing. Víkingar verða eisini við, tá ið djóragarðurin letur upp. Klokkan 18.30 verður dukkusjónleikur í frítíðar- skúlanum, og ein tíma seinni letur tivoli upp á øki- num sunnanfyri fótbólts- vøllin, har stórt grillkvøld við undirhaldi, felagssangi og midnáttarsamkomu verður so hvørt, sum leygarkvøldið líður. Sum vanligt á stevnum, endar leygarkvøldið við góðum dansi í Ítróttar- høllini. Hæddarpunktið Sunnudagin byrja flestu tiltøkini klokkan 15, tá ið listaframsýningin í skúla- num letur upp. Tivoli og hoppiborg verða aftur á økinum sunnanfyri fót- bóltsvøllin, og dukkusjón- leikurin í frítíðarskúlanum verður uppafturtikin. Hæddarpunktið sunnu- dagin verður landskapp- ingar- og steypadysturin millum Skála og TB í bestu deildini. Klokkan 16 letur djóragarðurin uppaftur við ponyríðing og víkingum, og klokkan 18 verður brots- sparkskapping fyri vaksin. Endin á sunnukvøldinum byrjar klokkan 19.30 við hugnaløtu í skúlanum. Vit taka saman um skránna yvir Fjarðastevnuna