mikudagur 6. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Hóast hon eigur
kanska fleiri heiðurs-
merki enn nakar ann-
ar, so hevur báts-
formaðurin á Jarn-
bardi framvegis hug
at kappast og at vinna
meiri gull og skreyt
6-MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Jarnbardur við kvinnu-
manning var aftur hesa ferð
fyrstur um málið. Munurin
aftur til Riddaran var ikki
so stórur, sum hann hevur
verið hinar ferðirnar. Men
bátsformaðurin og róðurs-
maðurin á Jarnbardi heldur
ikki, at sigurin hjá teimum
var hóttur:
- Vit vóru fremstar allan
vegin. Um orsøkin til at vit
ikki vunnu so stórt, sum vit
hava gjørt undanfarnu ferð-
irnar, var, at vit høvdu
minni góðan dag, enn vit
hava havt undanfarnu ferð-
irnar, ella um tað vóru tær á
Riddaranum, sum vóru
óførari hesa ferð, enn tær
hava verið fyrr í ár, tað dugi
eg ikki at siga. Men vit
vóru ovurfegnir at vinna,
og vit fara at gera okkara
fyri, at tað eisini skal eydn-
ast hjá okkum í kappingun-
um, sum eru eftir í hesum
árinum, sigur Jannie Dam
Jacobsen, stýrimaður og
bátsformaður umborð á
Jarnbardi.
Sigurin hjá Jannie var
serligur á tann hátt, at hetta
var 100. ferðin, at hon fekk
gullmerki. Tey eru ikki øll
vunnin í kappróðri, men
nógv tey flestu eru frá sigr-
um í kappróðri. Jannie hev-
ur spælt hondbólt í Kyndli,
fótbólt í HB og flogbólt í
Fram. Hvørja ferð hon hev-
ur vunnið eitt gullmerki, so
hevur hann skrivað numm-
ar á, áðrenn hon hevuir
hongt tað á veggin. Tí visti
hon leygardagin, at talan
var
um
eitt
slag
av
jubileum.
- Fyrsta gullmerki í kapp-
róðri vann eg á bygdar-
stevnuni á Skála í 1996.
Tað smakkar eins væl at
vinna hvørja ferð. Vit hava
allar nógvar royndir. Vit
hava einki ímóti at onkur
vinnur á okkum. Men so
skulu tey gera nógv við
venjingina. Vit venja fram-
vegis nógv, og vit fara ikki
at geva nakað burtur. Vit
ætla okkum at stríðast,
sigur Jannie Dam Jacobsen,
sum eisini er formaður í
Róðrarfelagnum Knørri.
Í Fuglafirði var røðin,
sum hon hevur verið und-
anfarnu ferðirnar. Munurin
frá Riddaranum og aftur til
teir næstu var fleiri báts-
longdir. Páll Fangi tóktist
hesa ferð eina løtu at skula
basa Lómi, men tá ið alt
kom til alt, var Lómur tað
mesta av einari bátslongd
undan Páll Fanga. Søl-
mundur var nógv aftastur.
Úrslit
1 Jarnbardur
05:03.06
2 Riddarin
05:06.01
3 Lómur
05:12.14
4 Páll Fangi
05:14.15
5 Sølmundur
05:27.21
Todi Jónsson um-
hugsar nú sáttmálan
við norska Frederik-
stad, og týs- ella
mikudagin fær
norska felagið so
endaligt svar
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Norska Frederikstad kundi
mánadagin breggja sær av,
at felagið var komið ásamt
við Toda Jónsson um treyt-
irnar fyri einum sáttmála.
Einum sáttmála, sum í
fyrstu syftu bindur før-
oyska áleyparan at felagn-
um í seks mánaðir, og - um
alt gongur eftir vild - síð-
ani skal leingjast við
tveimum árum.
Støðan verður
umhugsað
Enn er tó ikki leyst og lið-
ugt. Tá vit mánakvøldið
høvdu orðið á Toda Jóns-
son, var hann júst komin
heim aftur til familjuna í
danska høvuðsstaðnum, og
har fer hann nú at umhugsa
støðuna.
- Felagið og eg eru kom-
in ásamt um, hvussu ein
møguligur sáttmáli skal
síggja út, men enn er und-
irskriftin so ikki komin
upp á pláss. Eg havi sjálv-
andi eitt ynski um fram-
haldandi at spæla á høgum
støði, men eg fái ikki búð í
Keypmannahavn, um eg
skal spæla í Noreg, so tað
er tað, sum vit nú fara at
tosa ígjøgnum um, sigur
Todi.
Hann sigur tó samstund-
is, at soleiðis, sum sáttmál-
in er háttaður, so gevur tað
honum eitt slag av roynd-
artíð í felagnum, og tí
noyðist flytingin ikki at
verða so stór alt fyri eitt.
- Um eg fari, so flyti eg
einsamallur til Noregs
fyrsta hálva árið. Vit hava
gjørt av, at børnini verða so
ikki tikin úr skúlanum í
Danmark fyrstu tíðina, og
so mugu vit heldur vitja
hvønn annan hesar mánað-
irnar. Men verður talan um
enn tvey ár, so verður flyt-
ingin helst neyðug, heldur
hann.
Drillo við tveimum
áleyparum
Um felagið, sum sáttmálin
nú møguliga skal undir-
skrivast við, heldur Todi, at
talan tykist vera um eitt
sera hugnaligt felag.
- Tey eru í ferð við at
byggja nýtt stadion fyri
einar 100 mió kr., so um-
støðurnar verða heilt góðar
í næstum. Í dag spæla teir
tó einum gomlum stadion,
men har plaga so at vera
eini 8.000-10.000 áskoðar-
ar, so atmosferan til dystir-
nar er góð.
- Sjálvur var eg eisini og
hugdi, nú teir spældu sein-
ast, og tað tóktist sum eitt
sera hugnaligt stadion.
Venjari hjá felagnum er
navnframi Egil »Drillo«
Olsen, sum áður hevur vant
norska landsliðið, og Todi
dylur ikki fyri, at bara hetta
í sjálvum sær er eitt sindur
lokkandi.
- Hann er jú ein sera
kendur venjari, sum eisini
hevur fingið góð úrslit. Tað
eru so ikki serliga nógvir
landsliðsvenjarar,
sum
tvær ferðir hava vunnið á
Brasil, men tað hevur hann
altso roynt. Sjálvur havi eg
jú eisini hugsað, um eg
møguliga skal royna meg
sum venjara, tá eg eri
liðugur sum spælari, og so
kann tað jú verða sera
lærurík at spæla undir ein-
um slíkum venjara.
Stílurin hjá Drillo er
annars ofta átalaður, og orð
sum tindasvína-fótbóltur
og anti-fótbóltur hava verið
heft at manninum. Ikki
minst gjøgnum tíð hansara
á norska landsliðnum, har
hann at kalla konsekvent
spældi einar sera verju-
kenda 4-5-1, har uppspælið
at kalla einvíst varð bygt á
langar bóltar til høvuðs-
sterka álopsspælaran.
Men hóast lýsingarnar
um spælistílin ikki eru so
tiltalandi, so heldur Todi
ikki, at talan er um so keði-
ligan fótbólt, sum Drillo
stendur fyri.
- Tað sum eg sá, so var
tað ikki verjufótbóltur sum
so. Teir spældu eisini við
tveimum monnum í álop-
inum, so norski landsliðs-
stílurin er nokk ikki tað
einasta, sum hann dugir.
Tað var kanska meira eitt
úrslit av realismu, har hann
hevði hugsað um, hvussu
Noreg skuldi hava møgu-
leika at standa seg.
So er spurningurin, hvørt
Todi og Drillo nú fara at
finna saman. Og tann
spurningurin verður so
svaraður antin týs- ella
mikudagin.
Frederikstad fær helst svar í dag
100 heiðursmerki á sama veggi
Hvørt gullmerki hevur fingið
eitt nummar, og leygardagin
gjørdist hetta talið trísiffrað
hjá Jannie Dam Jacobsen
Mynd: Álvur
Nr. 126 • mikudagur • 6. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo