mikudagur 6. juli 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2005
25
Men kappingarleiðar-
in heldur, at tað hevði
verið uppaftur betri,
um tað bar til at fíla
ein hálvan tíma aftur-
at av samlaðu róðrar-
tíðini
VARMAKELDUKAPPR
ÓÐUR
Jóannes Hansen
Keðiliga tíðargongdin í
sambandi við FM róðrarnar
varð vend á Varmakeldu í
Fuglafirði. Samlaða tíðin at
avgreiða teir sjey FM róðr-
arnar lá hesa ferð um tríggj-
ar tímar. Kappingarleiðar-
in, Hans David Hansen,
heldur, at tað er brúkiligt,
og hann rósar fyrireikarun-
um fyri fyrimyndarligt av-
rik. Men Hans David Han-
sen heldur, at tað hevði
verið uppaftur betri, um tað
hevði borið til at stytt tíðina
ein hálvan tíma afturat.
- Um tveir og ein hálvur
tími fóru til sjey róðrar, so
høvdu steðgirnir ikki verið
so langir. Tað var hent til-
tak, at heilt stuttur fundur
leygardagin var við umboð
fyri manningarnar. Tað bar
við sær, at nervarnir kám-
aðust eitt sindur, at bátarnir
vóru skjótari til startboyur-
nar, og at álitið millum
partarnar styrknaði.
Hans David Hansen sig-
ur, at tað er eingin ivi um,
hvør høvuðsorsøkin er til,
at tað higartil ikki hevur
eydnast at stytta róðrar-
tíðina uppaftur meiri:
- Hon er tann, at fleiri
manningar skulu kappast í
somu bátunum. Vit høvdu
vónað, at tá ið vit fóru undir
barnaróðrarnar
klokkan
13.30, so skuldi tað eydnast
at fara undir fyrsta FM róð-
urin klokkan 15.00. At
klokkan kortini var farin eitt
lítið korter av trý, áðrenn
dreingirnir startaðu, komst
av, at tað var neyðugt at bíða
eftir onkrum av manningun-
um, sum ikki fingu høvi at
fara í bátin, tá ið teir skuldu
havt verið farnir í hann, um
teir skuldu havt møguleika
at verið á málinum til ásettu
tíðina.
Ber tað til at gera nakað
við tann trupulleikan?
- Spurningurin er, um tað
hevði borið til at starta
barnaróðrarnar eitt sindur
fyrr. At áhugin millum tey
ungu er stórur at taka lut,
tað er positivt. Men trupul-
leikin er, at fleiri manning-
ar eru um hvønn bátin. Tað
skilst, at fleiri feløg ætla at
fáa sær fleiri 5-mannafør.
Kanska verður tað tá so-
leiðis, at tað ikki fara at
verða so nógvar manningar
um hvønn bátin. Um mann-
ingarnar um hvønn bátin
ikki vóru so nógvar, so
hevði samlaða kappingar-
tíðin verið styttri, heldur
Hans Dávid Hansen.
Ein start afturat
Í Róðrarsambandinum eru
teir sera fegnir um, at trol-
virkið Vónin í Fuglafirði og
róðrardeildin hjá ÍF undan
Varmakeldustevnuni fingu
nýggjan start til vega.
Henda hava fuglfirðingar nú
latið RSF. Róðrarsambandið
hevur fingið gott tilboð upp
á ein fastan start afturat av
sama slagnum sum tann, ið
fyrstu ferð varð nýttur leyg-
ardagin, og tí tilboðnum
fara teir at taka av.
- Trýstið á hann var fýra
tons, tá ið hann var stramm-
aður. Tað er umleið helm-
ingurin av tí, sum hann
tolir, og hann gav seg einki.
Tað hevði ikki borið til við
gomlu startunum. At nýggi
starturin var so strammur,
bar við sær, at hann lá sum
ein strongur. Báturin, sum
hevði ábyrgdina av hana-
fótinum aftanfyri startin,
hevði millum lítið og einki
at gera, og tað var lagaligari
hjá manningunum og start-
dómaranum, enn tað plagar
at vera, sigur Hans David
Hansen.
Tað hevur verið at hoyrt,
at um tveir startir høvdu
havt verið nýttir í staðin
fyri ein, so kundi róðrar-
tíðin havt verið stytt mund-
andi. Men kappingarleiðar-
in heldur ikki, at tað í sær
sjálvum er trupulleikin, um
tað eru ein ella tveir fastir
startir:
- Tað er ikki tíðin, sum
fer til at sleipa startin, sum
er avgerandi. Heldur er tað
uppgávan at stramma start-
in upp. Leygardagin vóru
sjey bátar brúktir til tað.
Tíðin fer til at fáa bátarnar,
sum stramma startin upp,
til at liggja. Um eingin
spilltíð skuldi havt verið, so
hevði verið neyðugt við
fjúrtan bátum og manning-
um í staðin fyri sjey, og tað
hevði ikki bara verið sum at
siga tað. Tveir bátar við
stórari
orku
stramma
startin. Tveir bátar hjálpa
hvørjum av hesum báðum
at halda seg á rætta staðn-
um, so teir ikki dríva út um
ella inn um, og so er tað
báturin, sum tekur sær av
hanafótinum. Sum sagt so
halda vit ikki, at tað er í
hesum sambandinum, at
tað skal setast inn fyri at
skerja kappingartíðina upp-
aftur meiri, men tað er í tí
veruleikanum, at tað eru
fleiri manningar um hvønn
bátin. Tað kostar tíð.
Í kvøld fara umboð fyri
RSF at hava fund saman
við lokalu fyrireikarunum
av róðrinum í Fuglafirði. Á
skránni er eftirmeting av
kappróðrinum síðsta leyg-
ardag. Fyrireikararnir av
róðrinum á Fjarðastevnuni,
sum nú leyardagin verður á
Skála, eru bodnir við á
fundin.
Nú gongur tað rætta vegin
FM-kappróður
5-mannafør, dreingir
Stig
Varmakelda
1 Ritan
23
5
2 Fípan Fagra
22
7
3 Sílið
17
4
4 Drekin
12
2
5 Blikur
10
3
6 Tjaldrið
4
1
6-mannafør, kvinnur
1 Jarnbardur
28
7
2 Riddarin
20
5
3 Lómur
16
4
4 Páll Fangi
12
3
5 Sølmundnur
8
2
6 Gongurólvur
2
0
5-mannafør, gentur
1 Blikur
24
7
2 Drekin
22
5
3 Tjaldrið
15
3
4 Tekla
13
2
5 Havfrúgvin
6
4
6 Erla Kongsdóttir
4
1
5-mannafør, kvinnur
1 Sílið
28
7
2 Blikur
18
4
3 Frúgvin
12
5
4 Fípan Fagra
12
2
5 Drekin
10
1
6 Firvaldur
8
3
6-mannafør, menn
1 Gongurólvur
26
7
2 Jarnbardur
22
5
3 Sølmundur
12
4
4 Sundabáturin
11
2
5 Strálan
10
3
6 Víkingur
2
0
7 Páll Fangi
2
0
8 Lómur
2
0
9 Hósvíkingur
1
1
8-mannafør
1 Nevið Reyða
28
7
2 Kvívíkingur
20
5
3 Argjabáturin
16
4
4 Ørvur
12
3
5 Árnfirðingur
8
2
6 Miðvingur
4
1
10-mannafør
1 Eysturoyingur
26
7
2 Nólsoyingurin
21
5
3 Hoyvíkingur
17
4
4 Havnarbáturin
12
4
5 Vágbingur
8
2
6 Skálabáturin
5
1
Hesaferð gekk betri. Klokkan 18 vóru allir róðrarnir á varmakeldu avgreiddir, so dómararnir fingu prógvað, at tað ber til at avgreiða róðrarnar skjótari, enn talan
hevur verið um higartil í ár
Mynd: Álvur Haraldsen