mikudagur 6. juli 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 126 - 6. juli 2005
Nú hevur
Blikur lagt seg
á odda
Eftir trilvandi fyrsta
róðurin hevur tað
bara gingið framá
hjá argjagentum,
sum eru einasta FM
boðið hjá felagnum
5-MANNAFØR
GENTUR
Jóannes Hansen
Í fjør varð Blikur av Argj-
um FM vinnari í kapping-
ini millum 5-mannafør
við gentum. Í fyrraárið
var tað Drekin hjá Havnar
Róðrarfelag,
sum
var
meistari.
Enn er kappingin fyri í
ár ikki komin meiri enn
gott og væl hálva leið.
Men tað er eingin ivi um,
at meistarin verður meist-
arin í fjør ella meistarin í
fyrraárið.
Eftir róðurin á Varma-
keldu er tað Blikur, sum
er best fyri. Argjagentur-
nar eru fyri fyrstu ferð í ár
á odda. Tær eru tvey stig
undan Dreka gentunum.
Á Norðoyastevnu kiksaði
tað
fullkomuliga
hjá
Bliki. Ta ferðina vann
Drekin.
Síðani
hevur
Blikur vunnið hvørja ferð,
og Drekin hevur verið
næstfremstur.
Sigurin hjá Bliki var
ikki so sannførandi á
Varmakeldu, sum hann
var á Jóansøku, men úr-
slitið sigur, at tað skal
nógv til fyri at taka Blik.
Á Trongisvágsfirði var
hann tíggju sekund undan
Drekanum, og hesa ferð
var hann stívliga fýra sek-
und ella meiri enn eina
bátslongd
frammanfyri
Drekan.
Í fjør vann Argja Róðr-
arfelag trý FM heiti -
Blikur við dreingjum og
gentum og so við Argja-
bátinum, sum var besta 8-
mannafarið. Í ár tykist tað
bara vera gentumanningin
umborð á Bliki, ið verður
før fyri at endurtaka
bragdið.
Um tað skal eydnast
Dreka
gentunum
at
órógva kósina hjá Bliki
ímóti FM heitinum, so
verður tað neyðugt hjá
teimum í Havnar Róðrar-
felag at gera nakað við
Blik á Skála nú leygar-
dagin. Út frá úrslitunum í
fýra teimum fyrstu kapp-
ingunum, so bendir einki
á, at nakar annar skal
vinna fremsta plássið í
FM kappingini. Men av-
rikið í Fuglafirði kundi
bent á, at onkur annar fer
at blanda seg í stríðið um
fremstu plássini á Skála.
Havfrúgvin úr Vest-
manna, sum er einasta
manningin, ið luttekur í
FM kappingini úr stoltu
róðrarbygdini, vann leyg-
ardagin triðja plássið.
Hetta var besta úrslitið hjá
teimum í ár, og tað var
ikki so langt fram til
næstfremsta
plássið.
Drekin var minni enn eitt
hálvt sekund undan Hav-
frúnni.
Úrslit
1 Blikur
05:20.02
2 Drekin
05:24.21
3 Havfrúgvin
05:25.15
4 Tjaldrið
05:28.11
5 Tekla
05:30.22
6 Erla Kongsdóttir
05:42.00
Tað var eingin ivi, tá Blikur púra einsamallur fór fyrstu um
málstrikuna
Mynd: Álvur Haraldsen
Eysturoyingur setti nýtt met
Bæði vinnarin og
Nólsoyingur, sum
hesa ferð aftur setti
seg á næstfremsta
plássið, róðu skjótari,
enn nakað 10-manna-
far áður hevur gjørt á
Fuglafirði
10-MANNAFØR
Jóannes Hansen
Eysturoyingur var enn eina
ferð tryggur vinnari í kapp-
ingini millum 10-manna-
førini. Harvið bendir alt á,
at hann fer at vinna FM
heitið.
Eysturoyingur
var
fremstur eftir startspurtin,
hann var fremstur, tá ið tað
varð farið undir endaspurt-
in, og hann var fremstur á
endamálinum.
Fjarstøðan aftur til Nóls-
oying, sum hesa ferð aftur
tók næstfremsta plássið,
eftir at Hoyvíkingur hevði
lænt tað á Jóansøku, var
ikki meiri enn ein hálv
bátslongd. Tað var væl
minni, enn hon var aftur til
Hoyvíking, tá ið Eysturoy-
ingur á Trongisvágsfirði
róði
uppvísningsróður.
Men tað var eingin ivi um,
hvør fór at vinna.
Kappingin ímillum teir
báðar fremstu bátarnar á
Varmakeldu fyri tveimum
árum síðani er næstan
vorðin tiltikin. Ta ferðina
fór Nólsoyingur fyrri undir
endaspurtin
enn
guli
báturin, og tað eydnaðist
nólsoyingum at taka seg
eitt vet framum, áðrenn teir
umborð á Eysturoyingi setti
føtur í bekk og vunnu.
Hesa ferð var gongdin
tann sama. Nólsoyingur fór
eitt sindur fyrri undir
endaspurtin. Hann tók seg
nakað
fram,
men
tað
eydnaðist honum ikki at
hótta Eysturoyingin. Havn-
arbáturin og Hoyvíkingur
vóru meiri enn tvær báts-
longdir aftanfyri Nólsoy-
ingin. Kappingin ímillum
teir báðar var so mikið tøtt,
at tað - hóast digitala og
framkomna útgerð - ikki
bar til at taka dagar ímill-
um, hvør at teimum var
fremri. Tí fingu bæði
Havnarbáturin og Hoy-
víkingur triðja plássið og
harvið fýra stig í part. Vág-
bingur var hesa ferð hálva
bátslongd frá triðja plássin-
um, meðan Skálabáturin
væl og virðiliga helt seg á
sætta plássinum.
Tað vóru fín róðrarlíkindi
í Fuglafirði leygardagin. Tá
ið fasti starturin varð fluttur
av 1000 metrum og út á
1500 metrar, hevði vindur-
in hug at vaksa eitt sindur.
Hann var undan, og harvið
vóru
fyritreytirnar
fyri
góðum tíðum betri, enn tær
ofta hava verið.
Eysturoyingurin setti nýtt
Varmakeldumet
leygar-
dagin. Tíðin var 8.42.12. So
góða tíð hevur einki 10-
mannafar nakrantíð havt á
Fuglafirði. Metið framm-
anundan stavaði - sambært
fínu hagtølunum á heima-
síðuni drekin.fo - frá 1999.
Ta ferðina var vinnaratíðin
8.51.02, og eisini ta ferðina
var Eysturoyingur, sum
vann allar róðrarnar og har-
við FM, bestur.
Eisini
Nólsoyingur
megnaði hesa ferð at gera
av við gamla metið. Tíðin
hjá honum var 8.44.20 ella
næstan sjey sekund betri,
enn gamla metið frá 1999
var.
Úrslit
1 Eysturoyingur
08:42.12
2 Nólsoyingurin
08:44.00
3 Havnarbáturin
08:52.11
4 Hoyvíkingur
08:52.11
5 Vágbingur
08:55.03
6 Skálabáturin
09:00.14
HR manningin vinn-
ur hvørja ferð, og tá
ið allir hinir bátarnir
taka frá hvørjum
øðrum er lítil ivi um,
hvørja kós FM heitið
hevur
5-MANNAFØR
KVINNUR
Jóannes Hansen
Tað er eingin ivi. Fyrsta
meistaraheitið í nýggju
kappingini
millum
5-
mannafør við kvinnum, fer
at enda í Havnar Róðrar-
felag. Tað syrgja kvinn-
urnar umborð á Sílinum
fyri.
Tær hava verið sannfør-
andi vinnarar í øllum fýra
kappingunum, sum higartil
hava verið. Og tá ið hinir
bátarnir taka stig frá hvørj-
um øðrum, so skal rættu-
liga nógv til, um Sílið nú
skal missa fremsta plássið.
Sílið hevur fult stigatal -
28. Blikur er næstfremstur
við 18 stigum, og so er stórt
glopp aftur til Fípuna
Føgru og Frúnna, sum hava
12 stig.
Á
Jóansøku
endaði
Frúgvin, ið var merkt av
skaðanum, sum báturin
fekk stutt undan róðrinum,
sum nummar fýra. Ta ferð-
ina var Miðvágs báturin
níggju sekund aftanfyri
Sílið.
Hesa ferð var Sílið aftur
fremst, men nú var munur-
in aftur til Frúnna tvey
sekund ella minni enn ein
bátslongd. Fjarstøðan frá
Frúnni og aftur til Blik var
minni enn hálv bátslongd,
og Firvaldur megnaði við
fjórða plássinum at vinna
bestu endastøðuna í ár.
Merkisvert var tað eisini,
at róðrartíðin hjá Sílinum
hesa ferð var meiri enn 38
sekund styttri, enn hon var
tað á Jóansøku. Hesa ferð
var ættin undan, meðan hon
á Jóansøku var ímóti.
Úrslit
1 Sílið
05:10.01
2 Frúgvin
05:12.03
3 Blikur
05:13.16
4 Firvaldur
05:14.14
5 Fípan Fagra
05:15.19
6 Drekin
05:16.14
7 Ørnin
05:19.09
8 Ritan
05:20.02
9 Royndin Fríða
05:22.08
10 Junkarin
05:28.13
11 Falkur
05:42.0
Sílið svimur fyri seg sjálvt
Við triðja sigrinum av fýra møguligum hevur manningin á Eysturoyingi nú sett beina kós móti FM-heitinum
Mynd: Álvur Haraldsen