Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 126 - 6. juli 2005 27 Endiliga eydnaðist tað hjá Fípuni Eftir at teir tríggjar tær fyrstu ferðirnar høvdu verið næst- fremstir í sera tøtt- um kappingum, vunnu dreingirnir úr Klaksvík góðan sigur 5-MANNAFØR DREINGIR Jóannes Hansen Einasti báturin, sum sigr- aði í Fuglafirði, og sum ikki hevði smakkað sig- ursrákan í trimum teimum undanfarnu róðrunum, var dreingjabáturin úr Klaks- vík. Og sigurin smakkaði teimum serliga væl. Í trimum teimum fyrstu FM róðrunum høvdu teir kappast borð um borð við Sílið og Rituna. Havnar- dreingirnir vóru eina ferð farnir við sigrinum, og Ritan hevði vunnið tvær ferðir. Fípan Fagra hevði allar tríggjar ferðirnar verið næstfremst. Í fjør gekk tað hampu- ligt hjá Fípu dreingjunum, sum tvær ferðir vóru næstfremstir og endaðu á triðja plássinum í FM kappingini. Í 2002 vann Fípan tvær tær fyrstu kappingarnar, men eingin av teimum, sum var við til at vinna í Fuglafirði, hevði roynt at vinna áður. - Tá ið vit róðu á Jóan- søku, rópti onkur til okk- ara, at vit høvdu vunnið. Vit lupu upp í bátinum, og tí kendist tað sum serliga stórt vónbrot, tá ið vit fingu almenna úrslitið at vita, sum segði, at tað vóru ikki við, men at tað í staðin vóru vinmenninir hjá okkum umborð á Rit- uni, sum høvdu vunnið. Tá ið tað ikki skuldu vera vit, so var tað gott, at tað vóru teir, men vit vóru ógvuliga vónbrotnir ta ferðina, og tí vóru vit ovurhonds fegnir, tá ið vit hesa ferð høvdu vunnið, sigur Jón Kámar Joensen, bátsformaður umborð á Fípuni Føgru. Nær vóru tit greiðir yvir, at tit hesa ferð høvdu vunnið? - Tað vóru vit, tá ið vit komu á mál. Vit fingu fínan start, og stýrimaður- in segði alla tíðina, at vit vóru fremstir. Tá ið vit vóru komnir á mál, var møguleiki hjá okkum øll- um at síggja, at vit ordu- liga høvdu vunnið. Allir uttan tveir umborð á Fípuni Føgru hava róð áður. Bátsformaðurin er tó tann einasti, sum er við til at manna Fípuna triðja árið á rað. Hetta er sein- asta árið, at fimm av teimum sjey hava aldur at kappast við dreingjunum, og teir ætla sær at leggja nógv fyri í royndini at vinna FM. Fípan Fagra við dreingjamanning hev- ur ongantíð vunnið FM, síðani tað í 1973 varð far- ið at kappast eftir leistin- um, sum síðani tá hevur verið galdandi. Ungu klaksvíkingarnir, sum nú stríðast fyrst og fremst við teir í Hvanna- sundi og Norðdepli og teir umborð á Sílinum um FM, eru John Reid Ziska, Eli Mikkelsen, Evald Jo- hannesen, Bárður Venned, Jón Syderbø, Jón Kámar Joensen og Jón Mørkøre. Tað togaðist um eina hálva bátslongd ímillum allar teir seks fremstu bátarnar, meðan Dúgvan var orduliga aftast. Hinir vóru Fípan Fagra, Ritan, Sílið, Blikur, Drekin og Tjaldrið. Úrslit 1 Fípan Fagra 04:56.03 2 Ritan 04:58.16 3 Sílið 05:00.00 4 Blikur 05:02.12 5 Drekin 05:04.02 6 Tjaldrið 05:05.22 7 Dúgvan 05:40.18 Fípan Fagra hevði hesaferð munin í dreingjaróðrinum, har veruligur spenningur er í gullstríðnum Mynd: Álvur Haraldsen Hóast fjarstøðan aft- ur til Kvívíking var tvær bátslongdir, so sótu teir á Nevinum sum á nálum, tí toll- urin hjá øðrum lær- manninum argaði 8-MANNAFØR Jóannes Hansen Tá ið Nevið Reyða í 2001 vann FM í stórum stíli, var tað bara eina ferð, at tað kiksaði hjá teimum so- leiðis, at teir í staðin fyri at vinna gjørdust nummar tvey. Kvívíkingur vann, og tað iðraðu teir seg ógvuliga nógv um umborð á Nevin- um Reyða. Leygardagin lúrdi hótt- anin frá Kvívíkingi enn eina ferð. Munurin millum Nevið, sum hevur vunnið allar róðrarnar í ár, og kví- víkingar hevur ikki altíð verið so stórur, men hesa ferð var eingin ivi. Argjabáturin sprakk av- stað og legði seg á odda, men tá ið startspurturin var av, líktist feltið sær sjálv- um. Nevið Reyða var fremst, og hóast Kvívíking- ur eina løtu var framvið og hótti, so gjørdist oddastøð- an púra greið, og á málin- um var Nevið Reyða fleiri bátslongdir fremst. Men hóast oddasessurin var tryggur, so vóru teir ikki heilt álvuligir við støð- una umborð á Nevinum Reyða. Tollurin hjá øðrum lærmanninum, Una Okna- dal, loysnaði, og hevði illa vilja við, so kundi hetta havt kostað í endaspurtin- um. Tollurin loysnaði úr stokkinum undir róðrinum, og hann arbeiddi seg spakuliga uppeftir, veit fína heimasíðan hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, krf.fo, at siga, og Uni Oknadal greiðir so- leiðis frá: - Eg fekk ikki gjørt so øgiligani nógv undir róðr- inum. Kvívíkingur hótti okkum so mikið leingi, at eg tordi ikki at fara at baksast við tollin. Men eg hevði eyguni við honum, at hann ikki fór ov langt, sigur lærmaðurin, og á myndini á heimasíðuni sæst, at toll- urin hevði arbeitt seg einar 2-3 centimetrar uppeftir! Argjabáturin vann tøttu kappingina við grannarnar í Ørvi um triðja plássið. Úrslit 1 Nevið Reyða 06:53.01 2 Kvívíkingur 06:58.19 3 Argjabáturin 07:01.21 4 Ørvur 07:04.11 5 Árnfirðingur 07:13.20 6 Miðvingur 07:19.14 7 Knørrur 07:19.21 Gongurólvur segði takk fyri seinast, og Sølmundur gav greið- ar ábendingar um, at hann ætlar sær at vera við í kappingini 6-MANNAFØR MENN Jóannes Hansen Eingin ivi var um tað. Í ongari kapping á Fuglafirði leygardagin var intensitet- urin og spenningurin so stórur, sum hann var tað, tá ið 6-mannaførini við monn- um kappaðust á 1500 metr- um. Gongurólvur var fyrstur um málið. Harvið settu teir í Havnar Róðrarfelag seg aftur á fremsta plássið, sum grannarnir í Jarnbardi hjá Róðrarfelagnum Knørri høvdu tikið á Jóansøku. Men talan var um framúr kapping og spenning. Á málinum var fjarstøðan millum nummar eitt og nummar trý bara 17/25 av einum sekundi! Tað er sjáldan, at tað í sjálvum endaspurtinum skiftir so nógv. Onkra løt- una var Gongurólvur afturi á hálvum Sølmundi, so skifti og Jarnbardur var fremstur, og so var tað Gongurólvur, sum átti munin, og á málinum var so at siga eingin munur. Men tann munurin, sum var, var Gongurólvi til fyrimunar. Avrikini tær seinastu ferðirnar hava víst, at tað ivaleyst eisini tær næstu ferðirnar fer at verða stórur spenningur um úrslitið. Sølmundur hekk eftir í startinum í Hósvík. Í øllum hinum kappingunum hevur hann verið væl við. Onga ferðina hevur hann verið so tætt at næstfremsta og fremsta plássinum, sum hann var tað leyardagin, og tað átti at givið teimum blóð á tonna undan kapp- ingini, sum leygardagin verður á Skála. Vinnaratíðin hjá Gongur- ólvi var tann næstbesta, sum nakrantíð er fyrikomin í kappingini millum 6- mannafør á Fuglafirði. Hvessingur, sum við átta FM heitum hevur vunnið fleiri meistaraskap enn nakar annar í hesi kapping- ini, eigur bestu vinnaratíð- ina. Hon stavar frá 1981 og var 7.08.50 ella hálvt triðja sekund betri enn tíðin hjá Gongurólvi, 7.11.00, var hesa ferð. Hósvíkingar royndu seg fyri fyrstu ferð í nýggja bát- inum. Hann var ikki klárur at flota fyrrenn leygar- morgunin. Teir høvdu tískil ikki vant í honum. Tað eydnaðist Hósvíkingi at vinna fyrsta stigið í hesum kappingarárinum, og leyg- ardagin fæst at síggja, um teir fara at megna at gera nakrar skreytir í nýggja bátinum. Strálan var greitt numm- ar fýra og vann harvið á Sundabátinum, sum var bragdligur í startspurtinum, men sum síðani datt longri aftur í feltið. Úrslit 1 Gongurólvur 07:11.00 2 Jarnbardur 07:11.06 3 Sølmundur 07:11.17 4 Strálan 07:14.23 5 Sundabáturin 07:19.01 6 Hósvíkingur 07:21.00 7 Páll Fangi 07:26.23 8 Smyril 07:27.01 9 Stjørnan 07:31.06 10 Lómur 07:42.01 11 Fuglfirðingur 07:42.22 Tað sansaði at hjá Nevinum Tað kann ikki gerast tættari 17 1/25-parts sekund. Tað var munurin millum tríggjar teir fremstu bátarnar, tá seks-mannafør við monnum fóru um málið á varmakeldu Mynd: Álvur Haraldsen