Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. juli 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 126 - 6. juli 2005 Fernando Alonso vann fronsku formel 1 koyringina sannfør- andi, fyri franska formel 1 liðið Ren- ault. Hann var næstan eina heila umferð framman fyri Michael Schumacher á triðja- plássi, tá hann koyrdi um málstrikuna Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Men størsta avrikinum stóð finnin Kimi Räikkönen fyri, tá hann koyrdi av 13. byrjunarstøðu upp á 2. pláss, við taktiskum snild- um og nógvari ferð. Finnin skifti motor í bilinum fríggjadagin og varð tí fluttur 10 byrjunarstøður aftur. Trulli byrjaði næstur, og hann helt plássið fyrstu 18 umferðirnar, hóast Michael Schumacher legg trýst á hann. Og hóast at Ferrari bilurin hjá Michael Schu- macher var munandi skjót- ari enn Toyota bilurin hjá Trulli, slapp týski heims- meistarin ikki framvið. Aftan á hetta gleið Trulli longur aftur, og endaði á einum fimta plássi.. Á 18 umferð fóru bæði Trulli og Michael Schu- macher í pit í senn. Men Michael fekk væl minni av bensini í bilin, og slapp sostatt framvið Trulli. Men nú var frástøðan til Alonso vorðin ov stór. Eisini teir báðir McLaren koyrararnir Kimi Räikkönen og Juan Pablo Montoya vóru farnir framum Schumacher. Mc- Laren bilarnir høvdu bert tvey pitstopp í mun til allar hinar, sum høvdu trý. Hetta riggaði væl, og teir lógu á øðrum og triðja plássi, inntil bilurin hjá Montoya ikki tímdi longur og steðg- aði upp, tá 47 umferðir vóru koyrdar. Koyringin á Magny Cours breytini í Fraklandi varð ikki serliga spennandi. Men Takuma Sato royndi at geva áskoðarunum okkurt fyri eyguni, tá hann ikki minnið enn tvær ferð koyrdi útav. Óhepni japan- arin endaði á 11 plássi. Munandi betur gekk hjá liðfelagnum Jenson Button, sum endaði á fjórða plássi. Hetta gav BAR-Honda tey fyrstu stigini hetta kappingarárið. Tr ulli-Bar richello- Button-Fisichella kappaðu- st leingi um fjórða pláss, men móti endanum gleið Barrichello út úr stigunum og endaði á níggjunda plássi. Giancarlo Fisichella fekk fimta pláss, og gjørdi sostatt veitsluna hjá Renault á heimabreytini enn størri. Fyri BMW-Williams gjørdist vikuskiftið eitt stórt vónbrot. Bilarnir, sum vanliga eiga at kappast í tí stuttliga endanum, megn- aðu bert 12. og 14. pláss, og hetta er als ikki nóg gott. Fyri Red Bull var koyringin í Fraklandi alt annað enn góð. Longu aftan á tvær umferðir steðgaði Christian Klien upp og Coulthard í hinum Red Bull bilinum, lá aftarliga og kappaðist við Minardi, Jordan og Will- iams. Hann endaði beint aftan fyri Barrichello á 10. plássi. Við sigrinum fór Fern- ando Alonso 24 stig fram- um Kimi Räikkönen og 29 framum Michael Schu- macher í kappingini um heimsmeistaraheitið. Hann verður sera ringur at fanga. Støður, Formel 1 Koyrarar Navn Land Merki Stig Fernando Alonso Spania Renault 69 Kimi Raikkonen Finnland McLaren 45 Michael Schumacher Týskland Ferrari 40 Jarno Trulli Italia Toyota 31 Rubens Barrichello Brasil Ferrari 29 Nick Heidfeld Týskland BMW-Williams 25 Mark Webber Australia BMW-Williams 22 Giancarlo Fisichella Italia Renault 20 Ralf Schumacher Týskland Toyota 20 David Coulthard Stórabretland Red Bull 17 Juan Pablo Montoya Kolumbia McLaren-Mercedes 16 Felipe Massa Brasil Sauber-Petronas 7 Tiago Monteiro Portugal Jordan 6 Alexander Wurz Eysturríki McLaren-Mercedes 6 Jacques Villeneuve Kanada Sauber-Petronas 6 Jenson Button Stórabretland BAR 5 Narain Karthikeyan India Jordan 5 Pedro de la Rosa Spania McLaren 4 Christijan Albers Holland Minardi 4 Christian Klien Eysturríki Red Bull 4 Patrick Friesacher Eysturríki Minardi 3 Vitantonia Liuzzi Italia Red Bull 1 ÍF-B68: Eysturoyaruppgerð Fótbóltslagið í Fuglafirði fór nøkur stig upp um stevnuna, men toftamenn hava ongar ætlanir um at leggja seg uttan víðari Upptakt Jákup Mørk Eftir at hava vunnið »lítlu« steypafinaluna seinasta hóskvøld, hava toftamenn nú sett sær fyri at verða partur av ólavsøkufinaluni. Bert ein forðing er eftir í so máta, og eru tað fuglfirðingarnir, sum sjálvandi eisini vilja hava pláss í ólavsøkufinaluni. Fyrra uppgerðin í hesum verður Í Fuglafirði mikukvøldið, og sum skilst, so eru báðir partar hampuliga væl fyri til uppgávuna. ÍF eru tó nakað skerdir, tí Pól Ennigarð hevur leikbann eftir reyða kortið, sum hann fekk móti KÍ. Tað merkir allar helst, at Bartal Eliasen hesa ferð verður fluttur aftur í miðverjuna. Ikki minst, tí annar møguligur avloysari - Rúni Elttør - dregist við skaða í knænum. Hinvegin telur tað rætta vegin, at Gunnar Nielsen nú er komin seg eftir sín skaða, eins og Hanus Eliasen eisini er tað, og tí er als ikki ósannlíkt, at annar teirra byrjar millum teir fyrstu ellivu mikukvøldið. Hjá B68 er einasta fráveran helst Julian Johnsson. Eyðstein Skipanes spældi ikki við í finaluni móti B71, tá hann var leikbannaður, men hann er nú aftur tøkur. --- B71-GÍ: Sandoyingar ásanna leiklutin Sjálvandi ætla vit at spæla fyri møguleikan- um, men vit vita samstundis av, at GÍ spælir í eini deild hægri enn vit, eru boðini av Sandi Upptakt Jákup Mørk - Vit ætla okkum at vera varnir. Sjálvandi hava vit heimavøll, men vit eru fullgreiðir um, at teir spæla eina deild omanfyri okkum, og talan er jú um eina uppgerð yvir tveir dystir. Soleiðis eru boðinin av Sandi, har vit hava Eli Hentze í horninum. Hann ásannar, at talan verður um sera trupla uppgávu, tá teir mikukvøldið fara at dystast við GÍ um eitt pláss í ólavsøkufinaluni. Trupul men ikki óloysulig. - Sjálvandi vilja vit spæla fyri okkara møguleika. Vit eru altso bara tveir dystir frá løgmansfinaluni, so vit vilja sjálvandi gera alt tað, sum stendur í okkara makt, sigur Eli. Hann sigur annars, at sandoyingar hava mest sum alt fólkið tókt. Einasta ivamálið er Sverrir Kjærbo, sum heldur ikki var við móti B68 seinasta hóskvøld. Hann hevur ein skaða í lærinum, og tað verður helst ikki avgjørt fyrr enn beint undan dystarbyrjan, hvørt hann verður við. Í Gøtu ásanna tey kanska, at teir eru favorittar, men samtundis verður dentur lagdur á, at uppgávan ikki skal undirmetast. - Nú hevur gingið væl seinastu tíðina, og tað ætla vit okkum sjálvandi at halda fast um. Men fert tú fyrst inn at undirmeta mótstøðuna, so verður tað av álvara vandamikið, heldur Pauli Jarnskor, hjálparvenjari hjá GÍ. Hann sigur annars, at teir hava allar mans tøkar. Súni Olsen var leikbannaður seinast, men hann verður so aftur við hesaferð. Einasta ivamálið er Símun Louis Jacobsen, sum hevur ein smávegis skaða. Renault vann á heimabreytini Fagnaðurin var ovurstórur, tá tað á heimabreytini eydnaðist Renault at vinna. Og ikki minni fegin var Fernando Alonso, sum við sigrinum togaði seg enn longur frá Kimi Räikkönen í stríðnum um HM-heitið Mynd: Reuters Bilar Merki stig Renault 89 McLaren 71 Ferrari 69 Toyota 53 BMW-Williams 47 Red Bull 22 Sauber-Petronas 13 Jordan 11 Minardi 7 Bar 5