Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 3 7 • JULI 2005 3 NÝGGJ MANNFÓLKAKLÆÐI FRÁ YVES SAINT LAURENT Um vikuskiftið gav fyritøkan Yves Saint Laurent fólki eina smakkiroynd av tí móta, sum er á veg frá teimum. Mótsýningin var í Paris, og har vístu mannfólk klæðini fram, sum skulu verða tað heita í 2006. Mótafyritøkurnar eru altíð frammanfyri tíðina, og hóast summarið 2005 nú er í hæddini, eru klædnaskapararnir longu klárir við nógvum av teimum klæðunum, sum skulu brúkast næsta ár. Klæðini hjá YSL eru ikki so nógv merkt av sterkum litum, sum hjá øðrum. YSL brúkar nógv einfaldar myrkar og ljósar litir, og soleiðis var eisini á mótasýningini um vikuskiftið. Tó so, nakað av liti sæst tó aftur í klæðunum hjá teimum. Tað eru John Ray og Stefano Pilati, sum hava skapað klæðini, sum vóru at síggja á mótasýningini. Sumt var meira klassiskt og vanligt, meðan annað var meira serligt og avbjóðandi.