Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 4 4 7 • JULI 2005 ANA FANGAÐI NIBE Í SÍNUM NETI Hon gjørdist kend, tá ið hon sang ein sang til Spider Man, men hon kann nógv meira enn tað. Ana Johnsson setti tvær tjúkkar strikur undir sítt navn, tá ið hon spældi í Nibe Framførslan hjá Ana Johnsson á Nibe festivalinum var professionell, flirtrandi og framúr. Svenska poppstjørnan, sum av álvara gjørdist kend, tá ið hon sang sangin We Are til næsta filmin um Spider Man, spældi popputan rock í stóra teltinum í Nibe. Ana skrivar sjálv tónleik, men hon hevur eisini fingið hjálp frá teimum fremstu svensku framleiðarunum til at skriva sangir og framleiða. Menn sum Andreas Carlsson og Max Martin eru víðagitnir fyri at skriva hitt til stjørnur sum Britney Spears, Backstreet Boys, Bon Jovi og onnur, og teir hava verið upp í leikinum í tónleikinum hjá Ana Johnsson eisini. Úrslitið av tí er tónleikur, sum fungerar væl á fløgu og á palli. Og tá ið ein slík stjørna sum Ana Johnsson framførir sangirnar, gevur tað tónleikin eyka sjarmu og sál. Ana Johnsson og bólkur hennara spælir væl, og tey syngja eisini væl. Ana er stjørnan á pallinum, og tað trívist hon væl við. Hon hevur sera gott samband við áhoyrararnar og stýrir showinum alla tíðina. Ana Johnsson er longu blivin kend kring heimin, men hon hevur potentiali til nakað enn størri. Tíðindatænastan á Nibe Festi- valinum skrivaði um framførsl- una hjá Brian McFadden, at tað var størsta avbjóðingin hjá fyri- reikarunum higartil, tí Brian McFadden er størsta navnið, sum nakrantíð hevur spælt í Nibe. Tí var nógv gjørt burtur úr fyrireik- ingunum til framførsluna, sum var klokkan hálvgum sjey hós- kvøldið. Og fyrireikingarnar høvdu eftir øllum at døma gingið væl, tí alt riggaði sum tað skuldi, og áhugin fyri framførsluni var sera stórur. Framførslan hjá Brian McFadd- en var fyrstu løtuna merkt av, at ljóðið ikki var í topp, tí eingin verulig ljóðroynd hevði verið frammanundan, men ljóðið gjørdist skjótt betur, og høvuðs- persónurin á pallinum var ongan- tíð nervaður av hesum. Hann legði harðliga fyri sangi- num Irish Son, og teir fyrstu sangirnir vóru lívligir, áðrenn hann nakrar ferðir undir fram- førsluni setti tempoið eitt sindur niður við teimum friðarligu sang- unum hjá sær. Sang hitt saman við áhoyrarum Brian McFadden spældi allar sangirnar á sínari fyrstu soloút- gávu, og hann hevði eisini onkrar spildurnýggjan sang við sær. Harafturat treiv hann eisini í onk- ur av teimum gomlu Westlife- hittunum – til dømis Flying With- out Wings – og ikki minst tá sungu fólk væl við. Men teir kendastu sangirnir hjá McFadden fingu eisini áhoyrarar- nar á flog. Tá ið McFadden spældi balladuna Almost Here, sum er ein duett við unnustu hansara, Deltu Goodrem, læt hann áhoyrararnar syngja partin hjá Deltu, og tað var ein øðrvísi og stuttlig framførsla. Helst hevði tað verið betur at havt song- kvinnuna sjálva á palli, men tá ið tað ikki kundi lata seg gera, so var hetta eitt gott trekk av íra- num. Brian McFadden treiv eisini í eitt coverlag, og tað var kendi sangurin Mustang Sally hjá The Commitments, og hendan sangin tulkaði hann yvirraskandi væl. Røddin hjá McFadden er als ikki bara til fittan popp, hon er eisini Nibe: Høgni Lisberg og tónleikararnir í bólkinum hjá honum komu longu hósdagin til Nibe Festivalin, og teir lurtaðu eftir tónleiki á festivalinum, meðan teir bíða eftir at sleppa á pallin leygardagin. Høgni Lisberg spældi í Mánalýsisteltinum leygarkvøldið klokkan trý korter til nýggju, og tað var ein sera góð plasering. Hann var eisini førdur fram ovarliga á plakatunum hjá festivalinum, og tað var hann fegin um. – Eg havi spælt her tvær ferðir við Clickhaze, men hetta er eitt sindur øðrvísi, tí nú verður tað við mínum egna bólki. Eg fari at spæla fleiri sangir, sum koma út á nýggju fløguni hjá mær, segði Høgni Lisberg áðrenn framførsluna í Nige. Fløgan hjá Høgna kemur væntandi út seinni í hesum mánaðinum, og fleiri av tónleikarunum, sum hava verið við at spæla tónleikin inn, spældu eisini saman við honum í Nibe. Jens L. Thomsen spældi bass, Hans Poulsen keyboards, Allan Tausen gittar, Brandur Jacobsen trummur og Høgni Lisberg sang og spældi gittar. Svenska Ana Johnsson legði Nibe Festivalin fyri sínar føtur við eini frálíkari framførslu í Bláa Pallinum HØGNI FEGIN UM AT SPÆLA Í NIBE Tvær ferðir hevur hann spælt við Clickhaze í Nibe, men um vikuskiftið spældi Høgni Lisberg aftur á Nibe Festivalinum – men hesaferð við sínum egna tónleiki og egna bólki MCFADDEN VERULIGUR Í NIBE Eftir at hava spælt sangir hjá sær sjálvum, Westlife og eitt coverlag, setti Brian McFadden punktum fyri einari frálíkari framførslu við sínum kendasta sangi, Real To Me