Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 7 • JULI 2005 5 C M Y K 23. JUNI 2005 5 Nibe: Í brennandi sólskini tíðliga seinnapartin hósdagin spældu Nik og Jay á stóra pallinum í Nibe, og tað sást, at teir eru blivnir eitt av stóru nøvnunum í donskum tónleiki, eftir teir hava havt – ikki bara eitt ella tvey – men fleiri hitt á donsku hitlistunum. Nógv ungfólk varð savnað frammanfyri pallin, og tey livdu væl við í framførsluni hjá rappbólkinum á pallinum. Nik og Jay hava fýra tónleikarar afturat sær til framførslurnar á festivalum í summar, og bólkur spældi væl. Framførslan hjá teimum báðum frontmonnunum var eisini góð, hóast teir við sínum eitt sindur arroganta stíli ikki virka sum teir mest sympatisku rappararnir. Men helst er eitt ein partur av spælinum, og fólkini, sum lurtaðu, tóku teir rættiliga til sín. Tónleikurin hjá Nik & Jay er rættiliga danskur, og evnini, teir taka upp, kunnu av og á virka eitt sindur platt. Men løgini eru fungera væl, og teir duga sera væl at fanga fólk við góðum niðurløgum, sum tey kunnu syngja við til. Teir gomlu vóru best Ein annar danskur rappbólkur, sum hevur verið nakað frammi í Danmark seinasta árið, men sum ikki enn hevur vunnið sær sama status sum Nik & Jay, er The Loft. Teir høvdu eitt risahitt við sanginum City of Dreams, har teir samplaðu tónleik frá Midt om natten hjá Kim Larsen. Tað var ikki nakað serligt flog yvir framførsluni hjá The Loft í Mánalýsis-teltinum, men tað vóru onkrir glottar ímillum, og rapparin Kuku var framúr góður. Stóra hittið hjá teimum varð spælt sum eykanummar, og tá var gott lív í. Ein av teimum gomlu rappbólkunum í Danmark hevði tó eina framførslu, sum var í einum flokki hægri enn teir nýggu bólkarnir. Østkyst Hustlers spældu í tí stóra teltinum, og bæði fullum orkesteri og blásarum blástu teir alt um koll. Tað hoyrist í hvørjum tóna og hvørjum sangi, at hesin bólkurin var ótrúliga væl fyri og hevði dyggar royndir at spæla og undirhalda fólki. Amerikanska songkvinnan hevði eina framúr góða framførslu í Nibe Nibe: Føroyingar kenna lítið til amerikansku songkvinnuna Beth Hart, men hon fær fingið alsamst størri undirtøku í Danmark, har hon hevur funnið sær eitt slag av heimavølli Hóast útsendi hjá Planet.fo ikki kenda nakað til Beth Hart frammanundan, legði formaður í nevndini fyri Nibe Festivalinum tí útsenda eina við at fara at lurta henni. Og tað var ikki so løgið. Beth Hart var fantastisk. Hon var full av orku, spældi sterkan rocktónleik, og við sínari framferð, rødd og útstráling var hon heilt framúr. Beth spældi klaver og gittar við sveittabroti, og samstundis helt hon øllum uppi við síni frálíku rødd. Í løtum minti hon um eina Janis Joplin í toppformi, og tí kann viðmælið um at lurta eftir Beth Hart bara fara víðari til lesararnar hjá Planet.fo – hon er verd at uppliva! FANTASTISKA BETH HART MISJAVNT VIÐ TÍ DANSKA RAPPINUM Danir hava fleiri bólkar, sum skriva og spæla rapptónleik, og hesin tónleikastílur var eisini væl umboðaður á Nibe Festivalinum The Loft hevði eina misjavna framførslu í minna teltinum í Nibe. Onkrir glottar vóru tó í teirra framførslur og rapparin Kuku var framúr góður, tá hann rættiliga slapp at folda seg út Nik & Jay hava skrivað nógvar sangir, sum donsk ungfólk hava tikið til sín, og tað merktist, tá ið teir spældu á Nibe Festivalinum Høgni Lisberg var fegin um at fáa møguleikan at spæla á Nibe Festivalinum við sínum egna bólki. Tvær ferðir áður hevur hann spælt í Nibe við Clickhaze til rock og ein sang sum Mustang Sally. Punktum varð sett við sangi- num Real To Me, sum helst er størsta hittið hjá honum sum solisti. McFadden bað um autograf Framførslan hjá Brian McFadd- en var fyrst og fremst merkt av góðum poppsangum, sum rigg- aðu væl til eina live-framførslu. Harafturat setti írin eisini dám á konsertina við speiskum við- merkingum, onkrar provokatión og skemti. Hann var deiliga óhátíðarligur og gjørdi eisini gjøldur burtur úr sær sjálvum. – Tú mást verða ein tapuligur íri fyri at ganga í einari húgvu í dag, segði hann um seg sjálvan. Øll hini fólkini til konsertina puff- aðu í tí heita veðrinum. Myndirnar, sum eru tiknar til konsertina, vísa, at uppi á hond- ini hjá McFadden stendur skrivað við stórum stavum »Daniel«. Or- søkin til tað var, at undan kon- sertini hevði ein ungur drongur biðið um autograf frá McFadden, og tað fekk hann. Men McFadden vildi eisini hava autograf frá dronginum, og so skrivaði hann so frætt sum hann kundi »Daniel« upp á hondina á Mc- Fadden. Hendan søgan sigur eisini eitt sindur um McFadden, tí á palli- num er hann eisini við hvørt ein óskikkiligur smádrongur. Framførslan hjá Brian McFadden á Nibe Festivalinum var fyrst og fremst merkt av góðum poppsangum, sum riggaðu væl til eina live-framførslu. Harafturat setti írin eisini dám á konsertina við speiskum viðmerkingum og skemti