Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

C M Y K 6 6 7 • JULI 2005 Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo Ársins Roskilde Festivalur var væleydnaður bæði tónleikaliga og hvat viðvíkjur veðri. Fleiri av bólkunum, sum spældu vóru framúr, meðan bert fáir bólkar veruliga kiksaðu. Allar fýra festivaldagarnar bakaði sólin, og bert eittans æl var allan festivalin. Komin heimaftur standa serliga upplivingarnar av Greenday og Black Sabbath sum jaligar, meðan tann til tíðir pínliga framførslan hjá Velvet Revolver stendur sum sterkasta neiliga minnið. 65.000 gjaldandi gestir vitjaðu festivalin umframt 20.000 starvsfólk, tónleikarar, miðlafólk og innboðnir gestir. Hetta er heldur minnið enn í fjør, tá 75.000 fólk keyptu atgongumerki. Sambært talsmanninum hjá Roskilde Festivalinum Esben xx gav festivalurin eitt lítið yvirskot, men tann peningurin sum festivalurin vanliga gevur til góðgerandi endamál verður nógv skerdur. Vit vitjaðu fýra ymisk føroysk teltpláss, og á øllum teimum størstu konsertunum sáðst merkið veitra yvir áskoðarunum. Tú hitti eisini allatíðina føroyingar tá tú gekk og mól á festivaløkinum. Og á almennu "Vi ses i 06" myndinini, sum er postkort, lýsing í festivalfaldaranum og á forsíðuni á festivalblaðnum sært tú appilsingula pallin, nógvar túsund áhoyrarar og eittans flagg: Merkið veittra yvir áhoyrarunum. Føroyingar hava tikið størsta festivalin í norður Evropa til sín, og hava sett sítt merkið á hann. ROSKILDE FESTIVALUR Í BAKANDI SÓL Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo Black Sabbath var høvuðsnavnið á Roskilde Festivalinum í ár, og her var talan um uppruna- ligu manningina í Black Sabbath: Ozzy Osbourne sang, Tony Iommi gittar, Geezer Butler bass og Bill Ward trummir. Tann upprunaligi tungmálms- bólkurin. Ein tann týdningarmiklasti bólkurin í søguni hjá rokk tónleiki, og uttan iva tann týdn- ingarmiklasti bólkurin í søguni hjá tungmálmi. 37 ár eftir at fýra ungir mans úr Birmingham fóru til norður Týskland at spæla blús á teimum týsku vertshúsunum, traðkaðu hesir somu fýra, nú eldru rokkguðarnir á pallin eitt lítið vet norð- anfyri Týskland í Roskilde, og svongdin eftir at framføra sín tónleik, tyktist enn líka sterk, og tað skerst ikki burtur, at mennirnir duga síni ting. Gamaní, Ozzy hevði astma innhalator við á pallin, og drakk te úr einum koppi, í staðin fyri eina whiskey fløsku og hasjsigarett. Rukkuttu fingrarnir hjá Geezer og Tony sóu margháttligir út á stóra skíggjanum við pallin, meðan teir vundu tungan tónleik úr sínum gittarum. Ótrú- ligt at sovorðin djevlaljóð kunnu koma úr so gomlum monnum. Konsertin vísti, at hetta ikki eru útbrendir gamlir menn, men veruligar rokkhetjur. Teir spældu seg ígjøgnum hálvan annan tíma av tyngsta tónleiki í heiminum. Har var pláss til nøkur av teimum allar kendastu løgunum, men eisini til nógv av teimum meira forkunnugu løg- unum. Klassikarar, sum veruligir Sabbath fjepp- arar elska, sum: After Forever, við tekspettinum "Would you like to see the pope at the end of a rope", sangurin sum Black Sabbath skrivaði til punkarar, aftan á Tony Iommi var bukaður av einum flokki av punkarum: Faries wear boots, umframt syruttu The Wizard og Into the void bara fyri at nevna nakrar. Fjøldin av áskoðarum man vera ein tann størsta, sum hevur verið á økinum við appilsin- gula pallin í nógv ár. Fyrireikararnir meta, at minst 50.000 fólk hugdu at Black Sabbath. Tey fingu eina frálíka uppliving. Bólkurin spældi sum ein dreymur, og áskoðararnir sungu, murraðu og livdu við bæði í kendum og minni kendum løgum. Tá bólkurin spældi tey størstu hittini Paranoid, Iron Man, War Pigs og Black Sabbath sungu áskoðararnir so hart, at Ozzy næstan ikki FÝRA GAMLIR ROKKGUÐAR Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo Duran Duran fingu heiðurin at lata appilsingula pallin aftur leygar- kvøldið á Roskilde Festivalinum. Bólkurin kom heiðurliga frá uppgáv- uni, uttan tó nakrantíð at gerast fantastiskur. Duran Duran borðreiddi við tryggum og kendum poppi, sum fall væl í oyrini á áhoyrarunum, sum livdu við í hesið funky dansiveitsl- uni. Vit fingu eina ferð í lagaskattinum hjá bólkinum, sum er bæði stórur og góður. Eins og Black Sabbath er Duran Duran úr Birmingham, men tónleik- urin hevur tó slettis ikki somu dýpd og hevur slettis ikki havt sama týdning sum tann hjá Sabbath, men sum heild er talan um góðan lættan pop, og konsertin varð ein jalig uppliving. Tann eitt sindur serliga røddin hjá sangaranum, riggar væl til teirra pop, og serliga lagið Ordinary world var flott. Tá sungu øll við, og tað var vakurt. Lagið Rio, sum Foo Fighters fyrr um dagin høvdu tolkað, fall eisini í góða jørð. Manningin í Duran Duran var kanska gomul, men ikki ring. Konsertin gjørdist dekan ov long, tað kendist næstan eitt sindur pínligt, tá allur bólkurin og fleiri av teimum, sum hjálpa til aftan fyri pallin skuldu presenterast. Hetta tók út í móti einum mannaminnið, og eg mundi gloymt, at konsertin eina løtu hevði verið rættuliga góð. TRYGGUR GAMAL POPPUR VIÐ DURAN DURAN Áhoyrarin: Birgit á Heygum, lesandi Mær dámdi ikki Duran Duran serliga væl. Fram- førslan var ikki so góð. Eg kenni ikki so væl Duran Duran, bara tey kendastu løginini. Men tað var yvir- raskandi, at teir spældu so harðan tónleik, hevði vænta bleytan popp allan vegin, men tað var positivt, at teir rokkaðu eitt sindur. Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo Nýggi bólkurin hjá Slash, Duff og Matt í Guns’nRoses Velvet Revolver var fyrsta stóra navnið, tá Roskilde Festivalurin lat upp hóskvøldið. Men upplivingin gjørdist nokkso lunka. Velvet Revolver ljóðaði, sum ein útgáva av Guns’n’Roses úr "Lies" tíðarskeiðinum, tó uttan at løgini høvdu tí somu melodisku góðskuna sum hjá Guns’n’Roses. Sangarin Scott Weiland, fyrrverandi úr Stone Temple Pilots, hevur eina betri rødd enn Axl Rose, men hann hevur ikki somu gávur til at skriva eitt hitt. Einastu ferðirnar konsertin gjørdist ordiliga góð, var tá bólkurin spældi Guns’n’Roses løginini "It’s Easy" og "Mr. Brownstone". Eg fekk gásarhold, tá eg hoyrdi Guns’n’Roses løgini. Harumframt var ein rímilig útgáva av Stone Temple Pilots lagnum "Sex type thing" og tá teir tolkaðu "Wish you were here" hjá Pink Floyd, tá sungu 40.000 fólk við. Ljóðgóðskan hjá Velvet Revolver var út av lagi ring, og tað er sjálvandi óheppið. Teir endaðu konsertina, við besta lagnum hjá bólkinum tað Alice in Chains íblásta "Slither”. VELVET REVOLVER SKUFFAÐI, MEN GUNS’N’ROSES VAR GOTT Áhoyrarin: Bjarti Dalheim, sologittarleik- ari í Orkestriiinum her Vestriii. Tað var lutvíst ein dreymur, sum var útlivdur, altso dreymurin um at hoyra Guns’n’Roses. Ikki fyri at takað nakað frá Scott Weiland og teirra egnu løgum, men bæði eg og áhoyrararnir vóru meira við uppá Guns’n’Roses løgini. At døma eftir liveupptøkum við Guns’n’Roses so syngur Scott betur enn Axl, men hann er ikki Axl. Eg veit ikki heilt hvat eg skal halda um, at teir spældu eitt Pink Floyd lag, tað var ordiliga positivt og riggaði væl, men tað var kanska eitt bíligt trikk. Sum sologittaristur sjálvur, so er eingin yvið um at Slash er ein fyrimynd. Hann er tann ultimativi sologittaristurin, umframt eitt risa ego, so hevur hann sítt heilt egna ljóð, og so hevur hann eisini tí ultimativu positúruna, sum man roynir eftir førimuni at eftirlíkna.