Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 7 • JULI 2005 7 C M Y K hoyrdist aftur. Her var einki av tí smakleysa at- burðinum við at goyma hittini til eykaløg. Tá teir vórðu klappaðir út aftur at spæla eykaløg tyktust teir veruliga glaðir fyri tað. Teir komu út og spældu Children of the Grave eitt frálíkt lag, sum vanliga er á spæliskránnið, men sum hetta kvøldið var skift út við okkurt meira forkunnugt. Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo Green Day spældi eina ótrúliga góða konsert, sum telist millum mínar bestu konsertuppliving- ar nakrantíð. Hetta var ein bólkur, sum rokkaði so væl, at alt økið frammanfyri appilsingula pall- in kókaði frá teimum fyrstu tónunum av Ameri- can Idiot til teir endaðu við at spæla Boulevard of Broken Dreams og We are the Champions. Í endanum á Queen lagnum smildraði trummu- leikarin eina av trummunum niður ígjøgnum eitt bekkarastativ. Boðskapurin var greiður: Her vera eingi eykaløg! Ein sjarmerandi gestus á einum festivali har flestu bólkar pínliga goymdu síni hitt til at spæla sum eykaløg. Síðsta lag varð spælt uttan trummir og var "Time of your life" Eins og okkara egnu punkarar 200 var spæli- gleðin og stuttleikin ein stórur partur av framførsluni, men pláss var eisini til politiskar atfinningar. Green Day er nógv meira enn ein poppunk bólkur við eitt sindur av attitúdu. Her vóru sterkar meiningar ímóti høgravendum politikki og kríggi. Spæligleðin hjá punkarunum skein ígjøgnum og smittaði øll. Økið framman fyri appilsingula pallin gjørdist ein stór veitsla við 50.000 gestunum. Hetta var eitt ordiligt rokk’n’roll show av teimum allar bestu. Teir spældu øll hittini bæði nýggj og gomul, og eina løtu tóku teir tríggjar ungar menn úr áskoðarunum upp at spæla undir, meðan sangarin sang. Her stóðu tríggir ungir menn, og spældu punk fyri 50.000 sálum, við Green Day sangaranum á pallinum. Ein fantastisk uppliving. Tá Green Day fóru undir at spæla "We are the champions" hjá Queen, stóð ikki eitt tunguband stilt. Green Day vunnu við fleiri báts- longdum heimsmeistaraheitið í rokk’n’roll. Áskoðarin: Ári Patursson, trøllaskald Eg haldi at Black Sabbath reistu pallin upp, man bleiv hálaður líkst til helviti við teimum. Tónleikurin er so ræðuliga tungur, men Ozzy virkaði so positivur við sínum stóra smíli. Eg føldi meg fullkomnan, tá eg hoyrdi teir. Eg havi lurtað eftir Black Sabbath, síðan eg var 16 og kenni alt, sum teir spældu. Hatta var genialt. Tað vóru alíkavæl onkri løg, sum eg saknaði: t.d. Changes, Laguna Sunriset og Planet Caravan. SPÆLIGLEÐI FYRI ALLAN PENINGIN Áhoyrarin: Gunnvá Gaard, lesandi Green day vóru best. Upptraðkanin var ordiliga skeg. Teir spældu ótrúliga væl. Eg eigi eina fløgu við teimum, og eg kenni teir nokkso væl, men tað var stuttligt, at teir spældu so nógv ymisk løg eisini løg hjá øðrum. í eini jassuttari improvisering, og presenteraðu orkestri, og sangarin presenteraði seg sjálvan sum George W. Bush, Asshole. Audioslave er Rage Against the Machine minus sangaran pluss Chris Cornell úr Soundgarden, og hetta er ein manning, sum higartil hevur skapt tvær fullkomiliga feitar rokkfløgur. Kon- sertin fríggjakvøldið á appilsingula pallinum á Roskilde festivalinum gjørd- ist fantastisk. Bólkur rokkar so øðiliga væl, og løg sum "The worm", "Like a Stone, "Cochise", "Out of Exile" og "Doesn’t remind me" vístu, at hetta er ein bólkur við nógvum at bjóða. Men tíð var eisini til at fara aftur í fortíðina. Her vóru fleiri Soundgarden og Rage Against the Machine løg, men tað varð tann akkustiska útgávan av "Black Hole Sun", sum var størsta syngi við hittið. Øll 50.000 framman fyri appilsingula pallin sungu í kór, og tá Rage klassikarin "Killing in the name of" brakaði avstað í hølunum á honum, skrálaðu 50.000 í kór. Hetta gjørdist ein frálík konsert við einum frálíkum bólki. Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo Snoop Doggy Dog er ein av teim- um mest provokerandi tónlistafólk- unum í ídnaðinum, og tí var onkur provokatión í væntu. Áðrenn fyrsta lag varð av, hevði Snoopy spælt porno, vold og rúsevnisnýtslu á stór- skíggjanum. Konsertin hjá Snoop var sera væl- eydnað. Allur slættin frammanfyri appilsingula pallin hoppaði, dansaði og sang við, meðan Snoop rappaði um bitches, niggers og pot. Bæði bólkur og rapparin sjálvur vóru ótrú- liga vælupplagdir. Bólkurin fevndi um nakrar backingrapparar, ein skratjara, gittarleikara, ljómborð og trummir. Løgini vóru spæld við tí vanliga avslappaða og afturlenaða stílinum hjá Snoop, við nógvum yvirskoti. Snoop hevur verið í ídnaðinum leingi, og hevur skrivað ótrúliga nógv hitt, og hesi fullu í góða jørð hjá áhoyrarunum. Millum løgini og í løgum vóru videoklipp spæld, og tá teir spældu eina duett við Justin Timberlake, var Justin við á stórskíggjanum, og tað var rættuliga lekkurt, tá hann ikki kundi vera við í egnum persóni. Áhoyarin: Gunn Reinert, skrivstovufólk Snoop var pissekul. Hann dugit væl at enterteyna. Men tað bleiv kiksað til síðst, tá hann rópti "say my name" umaftur og umaftur. Tað var, sum eitt hoyra eitt heppikór í amerikanskum fótbólti. Hetta er annars ikki tann tónleikurin, sum eg lurti eftir vanliga, men eg vænti, at mær hevði dámt tað enn betur, um eg lurtaði eftir sovorðnum. SNOOP DOGGY DOG PROVOKERAÐI Áhoyrarin: Jan McIntosh, óheftur tónleikari Hatta var ein fín konsert, góður futtur í, gott undirhald. Haldi bara, at teir spældu ov tíðliga, har var alt ov heitt. Mær dámdi væl nýggju løgini, men tað var gott, at teir eisini spældu Rage Against the Machine og Soundgarden. Eg haldi, at Sound- garden løgini vóru ordiliga væl spæld, meðan Rage løgini vóru nøkurlunda. Eg haldi tó ikki, at bólkurin kann ella skal samanberast við Soundgarden ella Rage. Hetta er ein heilt annar bólkur, og tað er heilt hvør sítt. Lyklaorðini í summarmótanum eru: Stuttleiki og gleÐi AUDIOSLAVE ER EIN SUPERBÓLKUR