hósdagur 7. juli 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
C
M
Y
K
8
8
7 • JULI 2005
Tónleikarin Jens L. Thomsen og dansarin Jóna
Thomsen, sum bæði búgva í London, vóru við til
Nibe Festivalin í ár.
Jens L. Thomsen, sum tekur útbúgving innan
ljóð og tøkni í London, var ein av tónleikarunum í
bólkinum hjá Høgna Lisberg, og Jóna Thomsen
var komin at lurta eftir teimum og øðrum bólkum
á festivalinum.
Jens er eisini høvuðsteknikari á G! Festivali-
num í ár, og hann kundi tí sneyta eitt sindur eftir,
hvussu teir í Nibe skipaðu síni ljóðviðurskifti.
Fyrireikararnir av Nibe Festivalinum vóru væl
nøgdir við tiltakið í ár. Forsølan hjá festivalinum
var svikalig, men fólk streymaðu til festivalin
hóast alt.
– Vit høvdu vánaligt veður í fjør, og tað vísir
seg at ávirka forsøluna árið eftir. Roskilde
upplivdi nakað av tí sama í ár. Men nú tá
festivalurin er, oysa vit atgongumerki út, segði
Peter Møller Madsen, sum er formaður fyri
festivalnevndina í Nibe.
Tað var brennandi sólskin meginpartin av tíðini
í Nibe. Leygardagin var skýggjað veður, og eitt
æl skolaði yvir festivalin, men veðrið var hóast
alt gott og lýtt.
Millum sjey og átta túsund fólk vóru á
festivalinum hvønn dagin, og tey hugnaðu sær
óført við góðum tónleiki, mati og drykkjuvørum
og festivalhýri annars.
PETER SOMMER
HUGTÓK
Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo
Danski tónasmiðurin Peter
Sommer var fyrstur á Odeon
pallin í leygardagin. Hetta er
ein av teimum smærru
pallunum. Men tey nógvu
fólkini inni í teltinum og øll,
sum sótu uttanfyri fingu eina
jaliga, summarliga og
hugnaliga løtu.
Tey vøkru og einfaldu
løgini hóskaðu væl til at
byrja dagin við, eftir at
rokkurin var í hásæti í
fríggjakvøldið. Peter
Sommer hugtók, serliga
vóru tað donsku
útvarpsslagararnir "Tigger"
og "Valbybakke", sum fingu
lurtararnir við sær. Men
eisini "Endnu en sommer"
og "Bombesikker
kærlighed" vóru syngi við
løg.
MIKE PATTON OG
FANTÔMAS EIN
LØGIN BÓLKUR
Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo
Fyrrverandi Faith no More
sangarin Mike Patton, og fýra
av hansara bólkum spældu á
ársins Roskilde Festivali.
Fantômas er ivaleyst tann
kendasti av hesum spældi eina
løgna konsert á Arena pallinum.
Tónleikurin er eitt bland av
rokki, jassi og larmi. Røddin hjá
Patton syngur sjálvdan, men er
í hægri mun eitt ljóðføri, sum
ger tónar, skríggjar og skrálar.
Umframt Patton, sum spælir á
rødd, eru eisini bassur, slagverk
og gittari við í bólkinum.
Løgini eru ikki løg í vanligari
merking, men heldur ljóðmyndir,
sum tónleikararnir spæla við og
hugna sær við at skapa.
Framførslan hjá Fantômas var
góð, men hevði kanska betur egna seg til Listastevnuna enn í
einum telti á Roskilde Festivalinum. Tær ferðirnar tónleikurin
veruliga fekk fatur í áskoðarunum, var tá Patton sang vanligari
melodiir og løgini vóru eitt sindur meira lagakend.
Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo
Svenski superbólkurin Kent
fór á stóra appilsingula pallin
á Roskilde Festivalinum stutt
eftir Velvet Revolver, og vístu
hvussu tað skal gerast.
Bólkurin spældi sín
poppkenda sveimandi rokk
næstan perfekt, og konsertin
var fantastisk.
Eg sá Kent spæla á Roskilde
fyri 5 árum síðan, og tá var
talan um ein ringan ótjekkað-
an punkkendan rokkbólk.
Bólkurin er mentur ófatiliga
nógv. Løgini eru so øðiliga
góð, og Kent spældi tey nakað
so væl. Ljóðmyndin var vøkur,
og svensku tekstirnir eru vakrir
og vælskrivaðir. Her var talan
um eina frálíka konsert upp-
living.
Løg sum "Om du var här" og
"Kärleken vänter" høvdu so væl
fatur í áhoyrarunum, at tú
kundi ikki annað enn elska tey,
og tá sangarin messandi sang
"Vi skal alla engång dö" trúði
eg honum.
Niels Uni Dam | nielsuni@sosialurin.fo
Foo Figthers vóru eitt av teim-
um heilt stóru nøvnunum á pla-
katini á Roskilde Festivalinum,
men teir gjørdust ikki ein av teim-
um stóru tónleikaupplivingunum.
Sangarin Dave Grohl er fyrrver-
andi trummuleikari í Nirvana, og
hevur langt síðan fingið sítt pláss
rokksøguni. Men hann var sam-
stundis veikasti liður í Foo Figth-
ers hetta leygarkvøld á Roskilde.
Røddin var lítið orkumikil, og
dróg hetta framførsluna niður.
Bólkurin spældi annars væl og
tað, sum Grohl manglaði í røddini,
hevði hann í beinunum. Hann
rann runt sum eitt ótt alla konsert-
ina, og eina ferð rann hann út
ímillum áskoðararnar og stóð eina
løtu ljóðtorninum mitt úti millum
áskoðararnar og spældi gittar.
Bólkurin hevur ein frálíkan laga-
skatt, sum teir spældu nógv og
gott burturúr, og áhoyrararnir
vóru rættuliga væl við, men alt ov
ofta misti bólkurin takið á áhoyr-
arunum, og fólk stóðu og smá-
prátaðu sína millum.Eitt av teim-
um stuttligaru innsløgunum var tá
Dave Grohl spældi "Rio" hjá
Duran Duran.
Hetta var fyrstu ferð, at Grohl
vitjaði festivalin síðan hann í 1992
var har við Nirvana. Konsertin fór
sjálvdan ordiliga á flog, og tóktist
eitt sindur long.
ÓFEITIR FOO FIGTHERS
Áhoyrarin: Rólant av Reyni,
gittarleikari í Makrel
Konsertin var yvirraskandi,
knappiliga stóð Dave Grohl beint
frammanfyri mær. Eg haldi, at
konsertin var feit, eitt sindur
langdrigin, men góð alíkavæl.
Dave Grohl er góður sangari og
góður gittarleikari, men mær
dámar hann betur á trummum.
Fyrireikararnir væl nøgdir
Peter Møller Madsen, formaður fyri
festivalnevndina í Nibe, var væl nøgdur við
undirtøkuna fyri festivalinum í ár
Úr London til Nibe
Steintór Rasmussen, Jóna Thomsen og Jens L.
Thomsen fáa sær eitt prát í Nibe
SUPERROKKUR
FRÁ KENT
Rani Hammershaimb Christiansen,
trummuleikari í Orkestriiinum her
Vestriii.
Eg haldi at Kent var avbera gótt.
Mær dámar sera væl løgini, eg
eigi ikki nakað við Kent, men teir
hava nøkur heilt góð løg. Ljóðið
hjá Kent var eisini so ræðuliga
gott, serliga í mun til Velvet
Revolver, sum spældi beint
áðrenn. Ljóði var nógv meira
ruddiligt, og klárt.
Áhoyrarin: Ragnhild Ellingsgaard,
summarmorgunvertinna
Eg kendi ikki Peter Sommer
áðrenn konsertina. Ein vinmaður
lokkaði meg við. Hann segði, at
tað var sovorðin Singer
Songwriter tónleikur, og at tað
var gott, og eg hugsaði hví ikki,
veðrið var gott, so eg fylgdi bara
við. Eg varð ótrúliga positivt
yvirraskað. Eg hevði vænta
okkurt í stíl við Teitur, ordiliga
friðarligt og stilt, men hetta var
ordiliga livandi. Sjálvt um eg sat
uttanfyri í grasinum, og ikki sá
pallin, so varð eg fangað av
tónleikinum. Eg varð rørd á
onkran hátt.
Áhoyrarin: Mikkjal Gaard, sangari í Sic
Mær dámar so ótrúliga væl Mike
Patton. Ongin dugir so væl at
brúka røddina sum hann. Eg
havi eina fløgu við Fantômas,
hon er fullkomiliga horror, so tað
baskar.
Høvuðsprojektið hjá Patton; Mr.
Bungle er eisini fantastiskt.
Henda konsertin minti meira um
Mr. Bungle enn um Fantômas.
Eg kenni Fantômas, sum løg við
melodiðum heldur enn sovorðin
stutt ógvuslig riff. Men hetta var
ræðuliga gott.