Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-07, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juli 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Seint týskvøldið boðaði Todi Jónsson norska felagnum Fredrikstad frá, at hann ikki tók av tilboðnum frá teim- um um ein sáttmála. Ístaðin fer føroyski framherjin til norska oddaliðið Start. Fótbóltsútiseti Terji Nielsen/Jákup Mørk terji@sosialurin.fo Sunnudagin var Todi Jóns- son og hugdi at dystinum millum Fredrikstad og Start í norsku tippeliguni, og eftir dystin samráddist hann við Fredrikstad um ein møguligan sáttmála. Partarnir komu at kalla ásamt um ein sáttmála, og tað restaði bert, at Todi tosaði við familjuna um støðuna. Men ein umboðsmaður frá Start fór aftaná Toda til Keypmanna- havnar og samráddist við føroyska framherjan, sum gjørdi av at velja norska oddaliðið Start heldur enn Fredrikstad. Í Start leggja teir stóran dent á, at teir ikki hava stolið Toda frá Fredrikstad, soleiðis sum onkur norskur fjølmiðil vil verða við. Ítróttarstjórin í Start, Trond Are Gjone, sigur við norska blaðið Fædrelandsvennen, at Start hevði samband við FC Keypmannahavn tveir dagar, áðrenn Todi var á vitjan hjá Fredrikstad. Ikki ringa samvitsku Sjálvur sigur Todi, at hann ikki hevur so ringa sam- vitsku um, at hann soleiðis hevur verið í samband við fleiri partar í senn. - Eg segði alla tiðina, at eg fyrst vildi tosa um møguleikan í Frederikstad við familjuna, og tað gjørdi eg so eisini. Brádliga legði Start Kristiansand seg so framvið, og ítróttarliga er tað ein meira áhugaverdur møguleiki. Teir eru í løtuni á fremsta plássinum í deildini, og hava seks stig niður til annað plássið. Sjálvandi ber ikki til at siga, hvussu støðan er um tvey ár, men í løtuni helt eg so, at hesin møguleikin var meira áhugaverdur, sigur Todi. Sáttmálin, sum hann hevur gjørt við felagið, gongur yvir hálvt triðja ár, men um føroyski áleyparin ikki trívist í felagnum, hevur hann møguleika at steðga um hálvt ár. Og hetta tykist eisini vera nakað, sum Todi er nøgdur um. - Nú hevur alt gingið so skjótt, at eg enn ikki havi sæð umstøðurnar í felag- num, men eg havi sjálvandi spurt meg fyri. Fyrstu seks mánaðirnir geva mær eisini møguleika at vita, um hetta er eitt stað, har vit kunnu trívast. Familjan verður so fyribils búgvandi í Keypmannahavn, og gongur alt eftir ætlan, flyta tey so yvir seinni. Byrjar alt fyri eitt Læknakanning og annað í nýggja felagnum er longu løgd aftur um bak, og mikudagin skuldi Todi so skriva undir nýggja sáttmálan. Sjálvur vil Todi ikki siga, hvussu hesin er skrúvaður saman fíggjar- liga. Men sum skilst, so er norskur fótbóltur væl fyri í so máta. Ikki minst, takkað verið nýggju sjónvarps- avtaluni, sum gevur feløg- unum út ímóti 200 millión- um um áriði í sjónvarps- pengum. Sama dag skuldi føroy- ingurin so eisini til arbeið- is. Norska kappingin byrjar aftur um tvær vikur, og málið hjá felagnum er púra greitt, at nú skal metlanga sigursrøðin hjá Rosenborg steðgast. - Við ársbyrjan var málið hjá felagnum kanska ikki heilt so høgt. Men sum kappingin hevur gingið, eru bæði krøv og vónir økt. Tí er málið nú púra greitt at vinna meistaraheitið, og tí arbeiðinum gleði eg meg at verða partur av, sigur Todi Jónsson at enda. Nr. 127 • hósdagur • 7. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Todi valdi Start Hóast HB leingi var í samráðingum við fyrrverandi danska landsliðsleikaran Morten Wieghorst, sum júst er givin sum yrkisleikari í danska meistaraliðnum Brøndby, kemur danski miðvallarin ikki at styrkja um liðið hjá føroyameist- arunum í Champions League dystunum móti litaviska Kaunas. Fótbóltur Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Tað er eingin loyna, at leiðslan í HB seinastu vikurnar hevur arbeitt dúg- ligani við at útvega felag- num styrk til teir báðar Champions League undan- dystirnar móti Kaunas úr Litava. Um tað skuldi hent seg, at HB basti litaviska meistaraliðnum, var mót- støðuliðið í næsta umfar- inum ivaleyst Champions League vinnararnir úr Liverpool. Seinasta freist at skráseta spælarar til Champions League undandystirnar var á midnátt mikukvøldið, og tí hevur verið arbeitt við fullari megi í HB-húsinum seinastu dagarnar. Hvørki Todi ella Wieghorst Millum teir spælarar, ið HB hevur verið í sambandi við, eru Todi Jónsson og Morten Wieghorst. Teimum flestu kunnugt er Todi um reppið at skriva undir ein sáttmála við norska felagið Fredrik- stad, og tí verður klaksvík- ingurin ikki ein av teimum, ið skal styrkja um HB- liðið. Sterki miðvallarin Mort- en Wieghorst, sum herfyri gjørdist danskur meistari við Brøndby, er júst givin sum yrkisleikari. Leingi var samband millum HB og Wieghorst, sum áður hevur leikt í skotskum fótbólti við Celtic og Dundee, men tá ið Wieghorst gjørdist hjálpar- venjari í superligafelagnum FC Nordsjælland, stungu trupulleikar seg upp. Wieghorst var sinnaður at hjálpa HB, men hann vildi hava, at HB spurdi FC Nordsjælland um loyvi til at brúka Wieghorst í tveir dystir. Seint týskvøldið gjørdist tó greitt, at tað ikki bleiv til nakað við samstarvinum millum HB og Wieghorst. Hinvegin hevði HB tá framvegis samband við nakrar aðrar danskar leikarar, og roynt var til tað síðsta at fáa hesar upp á pláss. Tilboðið frá Start Kristiansand var munandi meira áhugavert ítróttarliga, og tað vigaði mest, sigur Todi Jónsson HB fær ikki Wieghorst Danski miðvallarin Morten Wieghorst var sinnaður at hjálpa HB á veg móti dreymadystinum móti Liverpool, men tá ið hann gjørdist hjálparvenjari í FC Nordsjælland, fóru ætlanirnar fyri einki.