hósdagur 7. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 127 - 7. juli 2005
Marjun og Evald
svumu skjótast um
fjørðin
Sunnudagin var Skálafjarðarsvimjingin á
skránni, og tað vóru tveir svimjarar úr
Havn, ið gjørdust fremstir.
Svimjing
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Av tí at veðrið sunnudagin ikki var av tí besta, var
rutan, ið svimjararnir skuldu svimja, broytt nakað.
Veðrið var ikki til at svimja av Strondum yvir á Toftir,
og ístaðin var svomið longri inni á Skálafjørðinum.
Lagt var til brots klokkan gott og væl tvey, og fyrsti
svimjarin kom í landi í Saltnesi góðan hálvan tíma
seinni.
Av teimum 18 luttakarunum, ið fóru undir svimjing-
ina, vóru tað tríggir, ið góvust, áðrenn teir komu á mál.
Tann eini av hesum trimum gavst enntá einans 20
metrar frá málinum.
Úrslitið av svimjingini var annars hetta:
hjá kvinnum...
- nr 1: Marjun Eysturoy, Tórshavn
(0:31:53)
- nr 2: Nina Davidsen, Toftir
(0:44:34)
- nr 2: Nelly Poulsen, Toftir
(0:44:34)
- nr 4: Alisa Hentze, Toftir
(0:55:40)
- nr 5: Jenny Poulsen, Toftir
(1:00:36)
hjá monnum
- nr 1: Evald Rasmussen, Tórshavn
(0:13.13)
- nr 2: Jákup Johansen, Klaksvík
(0:13.45)
- nr 3: Gert í Hjøllum, Tórshavn
(0:16:22)
- nr 4: Ulrik í Hjøllum, Keypmannahavn
(0:17:08)
- nr 5: Ottar í Hjøllum, Toftir
(0:20:18)
- nr 6: Johan Joensen, Tórshavn
(0:28:01)
- nr 7: Jákup Andrias Hentze, Toftir
(0:29:13)
- nr 8: Jóhan F. Danielsen, Lamba
(0:35:13)
- nr 9: Janus Knudsen, Saltangará
(0:53:45)
- nr 10: Johnleif Gerðisá, Nes
(0:54:14)
Tíðindaskriv
Leygardagin 9. juli verður
fyri fyrstu ferð skipað fyri
FM-róðri á Skála. Hetta er í
sambandi við, at Fjarða-
stevnan fyri fyrstu ferð
verður hild-in í bygdini.
Fjarðastevnan
skiftir
annað hvørt ár millum
Skálafjørðin og Vestmanna,
og feløgini á Skála og á
Strondum hava gjørt av at
skiftast
um
at
hava
stevnuna aðru hvørja ferð.
Strandingar høvdu stevn-
una fyri tveimum árum
síðan, nú stendur Skála so
fyri tørni.
Kappróður er annars ikki
nakað nýtt fyribrigdi á
Skála. Í umleið 30 ár hevur
Skála Ítróttarfelag skipað
fyri bygdastevnu, har eisini
kappróður hevur verið á
skránni.
Bygdastevnan
hevur vanliga lig-ið sein-
asta vikuskiftið áðrenn
Norðoyastevnu, og tí hevur
hon fyri mong verið tann
seinasta
styrk-iroyndin
áðrenn FM-róðrarnar.
Í ár verður so skipað fyri
FM-róðri á fyrsta sinni.
Fyri skálafólk er tað sjálv-
andi ein stórur dagur, tí
kappróður er gomul ítrótt á
Skála. Sambært hagtølun-
um hjá RSF hava skálabát-
arnir
vunnið
níggju
meistaraheitir síðan 1973,
men tað sigur ikki alla søg-
una. Áðrenn tað høvdu
skálamenn vunn-ið hópin
av róðrum í egnum og í
læntum báti.
Nógv verður gjørt burtur
úr fyri at fáa róðurin at
ganga sum hann skal. Til
Varmakelduróðurin
gav
Vónin í Fuglafirði RSF ein
nýggjan sterkari fastan
start, og hann verður eisini
brúktir á Skála, har ætlanin
annars er at hava tveir
fastar startir. Inn-arasíðan
av róðrarøkinum verður
uppmerkt við boyum fyri
hvørjar 200 metrar, og
eisini verða ljós sett upp
innan fyri málið at stýra
eftir hjá róðursmonnunum.
Og fyri at avgreiðslan av
FM-róðri-num skal ganga
so skjótt sum tilber, verður
barnaróðurin settur í gongd
kl. 13.30.
Umstøðurnar at rógva á
Skálafjørðinum eru sera
góðar, og í so máta er Skála
einki undantak. Kort-ini
vilja fyrireikararnir tryggja
sær, at hesin fyrsti FM-
róðurin gongur so væl sum
yvirhøvur tilber, og tí vilja
teir gera alt fyri at so
verður.
Málið verður á Stórhús-
kajini, har útsýni til róðrar-
økið og málið er serstakliga
gott. Hetta er umleið 200
metrar innan fyri Byggi-
høllina, har bátarnir annars
verða flotaðir. Her fara
fyrireikarnir at hugna um,
so áskoðarar og róðrarfólk
fáa ein góðan dag. M. a.
vera borð og stólar sett upp
á máløkinum, skipað verð-
ur eisini fyri matsølu og
eisini
vera
tivoli
og
hoppiborgir á kaj-økinum.
Skála Ítróttarfelag og
Skála Róðrarfelag, sum
standa fyri hesum fyrsta
FM-róðrinum
á
Skála,
vóna, at undirtøkan verður
góð, og at nógvir áskoðarar
leggja leiðina inn á Skála
seinnapartin leyg-ardagin.
Skála Ítróttarfelag og
Skála Róðrarfelag
Tórshavnar Súkklu-
felag hevur aftur í ár
skrivað undir
sponsoravtalu við
Statoil, og inniber
hetta, at Statoil 10.
árið á rað er høvuðs-
sponsor til árligu
súkklukappingina
Statoil kring Føroyar.
Tíðindaskriv
Um bert tvær vikur fer ár-
liga súkklukappingin Stat-
oil kring Føroyar av bakka-
stokki, og er hetta 10. árið á
rað at Statoil Føroyar er
høvuðsstuðul til hesa stóru
súkklukapping.
Statoil kring Føroyar
kappingin er skipað soleið-
is, at kappast verður í fimm
dagar, á fimm ymiskum
oyggjum kring landið, og
eisini, at málið altíð er við
eina Statoilstøð.
Kappingin í ár verður
skipað eftir sama leisti sum
í fjør, og tað vil siga, at
koyrt verður akkurát somu
rutur sum í fjør.
Kappingin byrjar miku-
dagin 20. juli. Tá verður
koyrt á Borðoynni, hósdag
á Eysturoynni, fríggjadag á
Sandoynni, leygardag í
Suðuroy, og sunnudagin, ið
er seinasti kappingardagur,
á Streymoynni.
- Vit eru sera glaðir fyri
avtaluna. Samstarvið við
Statoil hevur verið sera
gott, og eisini hevur Statoil
gjørt nógv burturúr á sjálv-
um máløkinum. Her hugsi
eg um undirhald, tónleik
o.a. Hetta er avgjørt við til
at menna føroyska súkkling
og sjálvandi eisini við til at
kasta ljós á føroyska súkk-
ling, sigur Gunnar Dahl-
Olsen, formaður í Tórs-
havnar Súkklufelag.
Gunnar Dahl-Olsen, formaður í Tórshavnar Súkklufelag og Steinfinn Mittelstein frá Statoil fegnast um nýggju sponsoravtaluna.
Súkkling
Sponsoravtala millum Statoil og TSF
Fyrsti FM-róður
nakrantíð á Skála