fríggjadagur 8. juli 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 128 - 8. juli 2005
Nýggja átakið hjá
Tórshavnar Býrað,
Speakers Corner, fekk
eina góða byrjan í
góðveðrinum miku-
dagin
SPEAKERS CORNER
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Karmarnir kundu ikki verið
betri. Dýrdarvegur og ein
rúgva av fólki. Seinapartin
mikudagin lat Tórshavnar
býráð startskotið ganga til
sonevnda Speakers Corner
í Tinghúsgarðinum.
Og væl varð skotið.
Nógv fólk nýttu høvið at
siga sína hjartans meining
um mál, sum lógu teimum
at hjarta. Ikki heilt óvæntað
vóru streymslitið og vant-
andi mattilboðið til tey
eldru høvuðsevni á talara-
steininum í Tinghúsgarði
mikudagin.
Sitandi samgonga fekk
av at vita fyri sínar raðfest-
ingar. Serliga fingu sam-
gongulimirnar rís fyri at
lata
skattalætta
og
rækjustuðul, meðan tey
eldru vóru slept upp á fjall.
Hilmar Jan argaði
Kendi fjølmiðlamaðurin,
Hilmar Jan Hansen, var
settur til at øsa og arga
mongu áhoyrararnar til at
taka orðið. Hetta eydnaðist
eisini til fulnar. Fleiri talar-
ar søgdu seg ikki hava ætl-
an um at taka orðið, men
kendu seg noydd at siga
sína hugsan eftir speisku
viðmerkingarnar
frá
Hilmar Jan.
Stuttligt var eisini at
síggja, at fólk frá rættilig-
um samfelagsbólkum orð-
ið. Menn og kvinnur vóru
líka væl umboðað á talara-
steininum, og ung sum
gomul valdu at siga sína
hugsan.
Aktivera økið
Borgarstjórin í Tórshavnar
kommunu, Heðin Morten-
sen, greiddi í Tinghúsgarði
frá, at endamálið við Spe-
akers Corner er gera økið
millum Føroya Sparikassa,
løgtingið og kioskina hjá
Astu meira virkið.
Seinastu mánaðirnar hev-
ur Tórshavnar kommuna
arbeitt við at steinseta og
fríðka um økið, og ætlanin
er, at økið millum kioskina
hjá Astu og Sparikassa-
garðin skal nýtast til eitt nú
tónleikatiltøk, fundir, sjón-
leik og kristiligar fundir.
Speakers Corner
bragdliga byrjan
-Tá vit vóru ung fingu vit altíð at vita,
hvussu týdning-armikið tað er at brúka
peruna, men í løgtinginum sita 32
spariperur og pilka við alt hjá okkum
øðrum
Hilmar Jan Hansen
”
Fjølmiðlamaðurin, Hilmar Jan Hansen, var rættiligur speiskur
mikudagin, og hetta fekk fleiri áhoyarar at taka orðið
Hóast rættiliga illgongdur valdi fyrrverandi tannlæknin,
Erling Simonsen, at taka orðið í Tinghúsgarði
Tingfundur var samstundis sum
Speakers Corner. Fleiri tinglimir
leitaðu sær út úr løgtingshúsinum í
góðveðrinum mikudagin at lýða á
- Nú vit eru von við at tað verður sløkt,
hevur lívið undir hesi samgonguni verið
eitt morgunball, har tann seinasti sløkkir
Nemus Napoleon Djurhuus
”