fríggjadagur 8. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 8. juli 2005
5
Fyri tveimum árum
síðan fanst Javnaðar-
flokkurin harðliga at
samgonguni fyri at
leggja seg út í ósemj-
ur á arbeiðsmarkn-
aðinum. Nú hava teir
sjálvir lagt seg út í
stríð við fakfeløgini.
Fakfelagsleiðarar
finnast hvasliga at
leiklutinum hjá Javn-
aðarflokkinum
KÚVENDING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Tey vóru væl umboðað í
løgtinginum í gjár. Fakfel-
øgini. Kortini máttu tey
fara nakkalang heimaftur.
Gyltu vallyftini um at verja
rættindi hjá fakfeløgunum í
januar mánaði 2004 vóru
ring at fáa eyga á í løgting-
inum mikudagin.
Seinastu dagarnar hevur
serliga kanónin verið vend
ímóti leiklutinum hjá Javn-
aðarflokkinum í arbeiðs-
marknaðartrætum. Flokkur-
in gekk á odda í 2003 fyri, at
politikarar skulu halda seg
burtur frá at leggja seg út í
sáttmálatrætur á arbeiðs-
marknaðarmálum, og nú
andstøðuleikluturin
er
skiftur út við ein leiðandi
leiklut í samgonguni tykist
vent vera í holuni.
Vit hava spurt fak-felags-
leiðararnar Gunnleiv Dals-
garð, Jarvin F. Hansen og
Hans Joensen, hvat teir
halda um leiklutin hjá Javn-
aðarflokkinum.
C svíkur
- Teir hava als ikki livað
upp til vallyftini at vera ein
fakfelagsflokkur. Seinasta
hálva annað árið hava vit
fingið sjón fyri søgn, at teir
vanvirða fakfeløgini. Eg
kann nevna dømi um Frí-
tíðarskúlan á Tvøroyri og
har eru onnur dømi við,
har teir ikki góðtaka
galdandi
sáttmálar.
Fyri nøkrum árum
síðan sást tú fleiri av
v e r k a m o n n u m
Javnaðarfloksins
hevja barrikadurnar,
men nú sært tú, at
hesir somu menn
hava
fingið
munnkurv.
Formaðurin
í Føroya Ped-
agogfelag, Jarvin
F. Hansen, er ikki
mjúkur, tá hann
verður
spurdur
um at lýsa fyrsta
hálva annað árið
hjá
Javnaðar-
flokkinum í sam-
gongu
við
fakfelagsbrillum.
Formaðurin
í
Havnar
Ar-
beiðsmannafelag, Hans Jo-
ensen, tekur undir við for-
manninum í Pedagogfel-
agnum:
- Fyri mær at síggja er
Javnaðarflokkuriin
farin
yvir har tær flestu atkvøð-
urnar eru, nevnliga aka-
demikaravegin. Eg havi
sitið tvey ár sum formaður í
Havnar Arbeiðsmannafel-
ag, og tú skuldi ikki trúð, at
teir spretta úr fakfelags-
rørsluni. Tað tykist sum um
løgmanssessurin skuldi fá-
ast fyri ein hvønn prís,
sigur Hans Joensen.
Gunnleivur
Dalsgarð,
formaður í Starvsmanna-
felagnum, ynskir ikki at
taka dagar ímillum leiklutin
h
j
á
politisku
flokkunum
á
tingi:
Hvørt løgtingsval siga
allir flokkar, at teir eru gar-
anturin fyri okkum løntak-
ararnar. Eg vil ikki taka
dagar ímillum hvørki Javn-
aðarflokkin,
Tjóðveldis-
flokkin ella nakran annan
flokk, tí allir gera tað sama.
Í andstøðu er lætt at tosa
um sakina hjá løntakar-
anum, men so skjótt teir
koma í samgongu, sært tú
einki aftur. Hetta er bæði
galdandi fyri sitandi sam-
gongu og samgonguna,
sum sat undan henni,
heldur hann
Ongan góðan
Formenninir
í
Starvs-
mannafelagnum, Pedagog-
felagnum og Havnar Ar-
beiðsmannafelagnum hava
ógvuliga torført við at fáa
eyga á nakran stuðul til
fakfelagsrørsluna millum
løgtingslimirnar í dag.
- Tú kanst ikki
siga,
at
fakfelagsrørslan
eigur nakr-
an góðan.
Summir eru
fúsir at tosa gott
fyri okkum og breggja
sær av fakfel-
agsrørslan hoyra
til teirra flokk,
men tá ástendur
vísir tað seg ferð
eftir ferð, at teir
hyggja hinvegin,
og tað kunnu vit
snøgt sagt ikki
brúka til nakað,
sigur
Gunn-
leivur Dalsgarð.
Jarvin F. Hansen og Hans
Joensen stuðla sjónarmið-
inum hjá Gunnleivi. Teir
vísa báðir á, at tað ber ikki
til at nevna nakran flokk, ið
tosar teirra søk í løgting-
inum.
Eingin endurtøka
Fyrst í nítíárunum vóru fak-
feløgini rættiliga ónøgd við
siðbundnu fakfelagsflokk-
arnar, Tjóðveldisflokkin og
Javnaðarflokkinum, og tóku
stig til at stig at seta ein fak-
felagsflokk-Verkamanna-
fylkingina- á stovn.
Hvørki Jarvin F. Hansen,
Gunnleivur Dalsgarð ella
Hans Joensen síggja fyri
sær, at sami leistur verður
nýttur aftur.
- Eg síggi bestemt ikk
eina nýggja verkamanna-
fylking fyri mær. Fakfel-
øgini skulu eftir mínum
tykki halda seg uttanfyri
politisku skipanina. Vit
skulu halda okkum langt frá
partapolitikki, og heldur
hava leiklutin sum ringa
samvitskan hjá flokkunum,
heldur
Gunnleivur
Dalsgarð.
Jarvin F. Hansen heldur
heldur ikki, at ein politiskur
flokkur er rætta loysin hjá
fakfeløgunum.
- Vit skulu heldur leggja
okkum eftir at hava eitt
tættari og neyvari samstarv
millum fakfeløgini, so vit
standa sterkari yvir fyri
politisku flokkunum, held-
ur hann.
Javnaðarflokkurin fær pílin niðureftir
"Eins og í grannalondum okkara, har sosialdemo-
kratiskir flokkar eru sprotnir úr arbeiðarafeløg-
unum, er Javnaðarflokkurin í Føroyum í stóran
sprottin úr arbeiðararørsluni.
Sambandið millum Javnaðarflokkin og seinni Tjóð-
veldisflokkin og fakfelagsrørsluna hevur altíð verið
sermerkt, men hevur verið minkandi seinnu árini.
Tá Verkamannafylgingins stillaðu upp á løgtings-
valinum í 1994, vóru tað serliga Javnaðarflokkurin
og Tjóðveldisflokkurin, sum kendu sviðan av
hesum".
Kelda: Jákup Pauli Strøm,Tit bygdu hetta land
FAKTA: SAMBANDIÐ MILLUM
FAKFELØG OG POLITISKAR FLOKKAR