fríggjadagur 8. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 128 - 8. juli 2005
Maskinurnar vórðu
tendraðar – og aðrar
maskinur sløknaðu,
tá løgtingið eftir átta
tímar noyddi
maskinmeistararnar
aftur til arbeiðis, og
tvey fakfeløg fóru í
verkfall
LØGTING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Maskinurnar
hjá
SEV
framleiða nú aftur streym
allan dagin til allar føroy-
ingar. Hesum hevur Føroya
løgting syrgt fyri. Men
Starvsmannafelagið
og
Havnar arbeiðskvinnufelag
fóru í somu løtu í verkfall.
Sosatt varð tendrað fyri
diesel motorunum á sundi,
men sløkt fyri moturunum
á fleiri strandfaraskipum.
Tingfundur varð settur kl.
16 mikudagin. Tríggjar
tingfundir og samfullar átta
tímar seinni varð greitt, at
løgtingið heilt einfalt hevur
lóggivið maskinmeistarar-
nar aftur til arbeiðis. Tølini
søgdu tjúgu fyri og níggju
ímóti. Samgongan atkvøddi
fyri, og andstøðan atkvøddi
ímóti.
Men áðrenn teir 29 ting-
menninir
kundu
trýsta
endaliga á "yes" ella "no" á
knappaborðinum varð nógv
sagt og gjørt í løgtinginum.
Víkja frá
Í fyrstu atløgu skuldi løg-
tingið atkvøða, hvørt vík-
jast skuldi frá tíðarfreistini.
Tað varð samtykt. Síðani
vóru fundir niðurlagdir og
settir fleiri ferðir, og á
hvørjum fundi var orða-
skifti. Eitt tingmál verður
fyrst lagt fram, síðani er
fyrsta viðgerð, so fer málið
í nevnd og eftir tað skal
málið umvegis aðru og
triðju
viðger
endaliga
samtykkjast ella vrakast.
Tóktust samgonga og
andstøða at vera langt frá
hvørjum
øðrum
undan
fundinum, so var enn
longri eftir fundin. Serliga
Sambandsflokkurin
og
Fólkaflokkurin tóktust at
vera
púra
samdir.
Samgongan hevði tikið
sína
avgerð
undan
fundinum, og hon broyttist
ikki.
Andstøðan við Høgna
Hoydal og Jenis av Rana á
odda royndu at muta ímóti.
Tann asosiali skattalættin,
stuðulin til rækjuvinnuna
og onnur mál vóru ferð
eftir ferð nevnd av tingsins
røðarapalli.
Samgongan, og serliga
landsstýrismaðurin
í
fíggjarmálum,
høvdu
ábyrgdina av støðuni, ljóð-
aði frá andstøðuni.
Tað er einki óvanligt, at
andstøða og samgonga
skjóta eftir hvørjum øðrum.
Men av áhoyrarplássunum
kom eisini eitt ávíst trýst.
Fimm fakfeløg vóru um-
boðað, og hóttanin um
verkfall lá allatíðina í
luftini. Tvey feløg gjørdu
eisini álvara av hóttanun-
um. Feløgini royndu at
greiða løgtingsmonnum frá
teirra sjónarmiðum, men
líka lítið hjálpti. Samg-
ongan stóð við sítt. Ònøgd-
in millum áhoyrarnar bara
vaks, sum tað leið út á
kvøldið.
Àbyrgd til
kommunurnar
Sjónarmiðini hjá samgong-
uni vóru púra greið og tey
somu
sum
áður:
Ein
neyðloysn
í
einari
neyðstøðu.
Andstøðan
kom
við
øðrum sjónarmiðum. Mið-
flokkurin markeraði seg
fyrst við at vera ímóti at
víkja frá tíðarfreistini, og í
viðgerðini í vinnunevndini
legði Tjóðveldisflokkurin
eitt nýtt uppskot fyri dagin.
Aðrastaðni á síðuni sæst at
lesa, at umboðini fyri
Tjóðveldisflokkin í vinnu-
nevndini royndu at fáa
løgtingið at fella uppskotið
um at leingja sáttmálan við
teirri grundgeving, at eitt
uppskot seinni verður lagt
fyri tingið um broyta
kommunustýrislógina.
Heidi Petersen, løgtings-
maður fyri Tjóðveldis-
flokkin og umboð fyri
flokkin í vinnunevndini,
sigur, at Tjóðveldisflokkur-
in ikki vil góðtaka, at
landið
verður
lagt
í
streymloysi, men loysnin
hjá samgonguni var ikki
nøktandi.
- Vit royndu at finna eina
loysn, sum allir partar
kundu góðtaka, og Maskin-
meistarafelagið segði seg
vilja gevast við verkfall-
inum, men hesum var ikki
undirtøka fyri, sigur Heidi
Petersen.
Hon sigur, at Tjóðveldis-
flokkurin ætlar sær at
leggja uppskotið fyri tingið
um at broyta kommunu-
stýrislógina, soleiðis at
landsstýrismaðurin
ikki
skal hava somu heimild at
góðkenna
sáttmálar
í
framtíðini
- Vit meta, at kommunur-
nar
eru
minst
líka
ábyrgdarfullar sum landið í
lønarspurningum,
sigur
Heidi Petersen.
Maskinurnar startaðu –
VERKFALL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Starvsmannafelagið gjørdi
álvara av hóttanunum um
at seta tiltøk í verk. Og
Havnar
arbeiðskvinnu-
felag hevur somuleiðis
boðað frá verkfalli.
Hjá Starvsmannafelag-
num eru 1.100 limir
felagsins, ið eru um-
fataðir av sáttmáli við
fíggjarmálaráðið, farnir í
verkfall.
Hjá Havnar arbeiðs-
kvinnufelag fara eisini
allir limir umfataðir av
sáttmála
við
fíggjar-
málaráðið í verkfall. Tað
merkir, at eitt nú starvs-
fólk á Føroya fiskavirking
ikki fara í verkfall.
Vígdis Johannesen, for-
kvinna í Føroya arbeiðs-
kvinnufelag, sigur, at tey
mótmæla sjálvum prin-
sippinum í, at løgtingið
leggur upp í.
Spurd, hvørt hon er
skuffað
av,
at
fleiri
fakfeløg ikki eru við í
verkfallinum, sigur hon,
at tað stendur hinum
fakfeløgunum
frítt
at
stuðla landsstýrinum.
Hvat
hendir
eftir
midnátt er ikki greitt enn,
men feløgini fara at tosa
saman um fleiri tiltøk.
Inni í tinginum: Lurtið eftir mær. Fakfeløgini vóru væl umboðaði í tinginum mikudagin, og løgtingsmenn vóru heldur ikki seinir
at geva teirra støðu til kennar.
Mynd: Jens Kristian Vang
Verkfall
allan
mikudagin