fríggjadagur 8. juli 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 8. juli 2005
7
LØGTING
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Lógaruppskotið um at
leingja
sáttmálan
hjá
maskinmeistarunum varð
beint í vinnunevndina hjá
løgtinginum.
Nevndin
býtti seg í samgongu
meiriluta og ein andstøðu
minniluta. Hvørki Mið-
flokkurin ella Sjálvstýris-
flokkurin eiga umboð í
vinnunevndini.
Her nøkur brot úr álitin-
um hjá Vinnunevndini:
Samgongan
Nevndarviðgerðin hevur
staðfest, at landsstýris-
maðurin, sambært § 5,
stk. 5 í kommunustýris-
lógini skal góðkenna allar
sáttmálar um lønar- og
setanarviðurskifti
fyri
kommunal starvsfólk. So-
statt ásannar meirilutin í
nevndini, at ikki ber til at
taka einstakan sáttmála
burturúr heildini. Meiri-
lutin í nevndini tekur
undir við uppskotinum
um at leingja sáttmálan og
mælir Løgtinginum til at
samtykkja uppskotið.
Andstøðan
Tað er ein fullkomiliga
óhoyrd støða, at eitt fram-
komið samfelag kann
hava tann trupulleikan, at
ein vantandi sáttmáli elvir
til
arbeiðssteðg,
har
streymveitingin í land-
inum verður skamtað.
Hetta er tekin um ein
skipanarligan trupulleika,
sum
má
loysast
við
ábyrgd og áliti millum
partarnar í málinum, so-
leiðis at hetta ikki kann
endurtaka seg. Lands-
stýrið hevur sjálvt skapt
bráðfeingis trupulleikan,
sum
er
íkomin
við
arbeiðssteðginum á verk-
unum hjá SEV, tá lands-
stýrismaðurin noktaði at
góðkenna sáttmálan mill-
um partarnar og ikki tók
stig til at finna aðra loysn
beinanvegin.
Harvið
hevur landsstýrið tengt
hesi viðurskifti saman og
nýtir nú Maskinmeistara-
felagið sum jarnbrot til at
fáa Løgtingið at leggja
seg út í sáttmálasamráð-
ingarnar
sum
koma.
Henda loysn er stuttskygd
og brýtur grundleggjandi
prinsipp í samráðingar-
rættinum. Hetta fer at elva
til grundleggjandi misálit
millum
partarnar
á
arbeiðsmarknaðinum og
fer at forða fyri skila-
góðum loysnum frameftir,
har allir partar taka ábyrgd
av at fáa ein skipaðan
arbeiðsmarknað...
Tí vísir minnilutin til
eina loysn, sum bæði
Maskinmeistarafelagið og
SEV hava váttað á fundi í
vinnunevndini, at tey
kunnu góðtaka og sum
loysir trupulleikarnar frá
grundini og ásetur eitt
greitt ábyrgdarbýti mill-
um partarnar frameftir
uttan at gera seg inn á
rættindini og ábyrgdina
hjá pørtunum á arbeiðs-
marknaðinum...
Minnilutin mælir til, at
uppskot um at broyta
kommunustýrislógina
verður lagt fyri Tingið og
samtykt innan 1. sep-
tember 2005, har leiklut-
urin hjá landsstýrismann-
inum í fíggjarmálum í
sáttmálunum
millum
kommunalar arbeiðsgev-
arar og fakfeløg verður
tikin burtur í lógini um
kommunustýri. Rættast
hevði verið um lands-
stýrismaðurin tók hetta
uppskotið aftur, og lands-
stýrið skjótast tilber legði
uppskot fyri Tingið um at
broyta kommunustýris-
lógina
samsvarandi
omanfyri nevndu við-
merkingar. Hetta hevði
borgað fyri at ein skilagóð
loysn kundi fingist á tí
óhepnu støðu, sum sam-
felagið í dag stendur í.
Kelda: www.logting.fo
og fakfeløgini tendraðu
Tingið: Løgtingið hevði ein heilt serligan dag mikudagin. Arbeiðsdagurin gjørdist langur, og ljós kom aftur yvir landið. Men aðrir
motorar steðgaðu í somu løtu løgtingið samtykti at leingja sáttmálan hjá maskinmeistarunum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tvey
sjónarmið
Gunnleivur: Ongan góðan:
Gunnleivur og Jógvan máttu
taka til takkar við, at bert
annar teirra nú kann seta
tiltøk í verk. Hin hevur
løgtingið trumfað.
Mynd: Jens Kristian Vang
VERKFALL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Formaðurin í Maskinmeist-
arafelagnum hevur ikki tær
nógvu viðmerkingar til
avgerðina hjá løgtinginum.
- Tað er ikki so nógv at
siga.Vit kunnu ikki gera so
nógv við hatta.Menninir
eru farnir aftur til arbeiðis,
sigur Jógvan Nybo.
Orðaskiftið á tingi hóvaði
formanninum ógvuliga illa.
-
Vit
eru
ótrúliga
skuffaðir og ivast í, um
demokratiið riggar. Hatta
skuldi
bara
trumfast
ígjøgnum.
Hann sigur, at teir eru
væl fyrireikaðir til nýggjar
samráðingar í vetur. Sátt-
málin verður uppsagdur til
1. desember. Sostatt er
møguligt, at tað rættiliga
verður bølamyrkt í jóla-
mánaðinum.
Spurdur
um
honum
saknaði undirtøku millum
tingmenninar mikudagin,
sigur hann:
- Vit áttu ongan góðan.
Vit vildu gjarna leingja
sáttmálin. Treytin var, at
SEV skuldi hava fulla sam-
ráðingarheimild, men tað
bar ikki til at fáa politiskan
vilja til, sigur Jógvan Nybo.
Tílíkt krevur eina lógar-
broyting, og hon kundi ikki
fremjast í skundi í gjár.
Hetta kann í fyrsta lagi
gerast, tá tingið kemur
saman aftur.
Sama skil í desember