Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hóast nógv fakfelags- fólk hava átalað landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at hava vrakað SEV sáttmálan, er tað í hvussu so er ein týðandi fakfelags- leiðari, sum tekur fult undir við honum SEV-SÁTTMÁLIN Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Bárður Nielsen skal hava rós fyri at hann vrakaði SEV sáttmálan. Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðs- mananfelag. Hóast tað eru nógv fak- feløg, sum harðliga hava átalað landsstýrismannin í fíggjarmálum fyri at hava vrakað SEV-Sáttmálan, sum maskinmeistararnir og SEV samdust um á midnátt leygarkvøldið, er tað í hvussu so er ein týðandi fakfelagsleiðari, sum tekur gult undir við honum. – Tað var púra beint av Bárði Nielsen at vraka sáttmálan og tað skal hann hava rós fyri, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Hann sigur, at tá ið sam- ráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar vóru í vár, vístu arbeiðarafeløgini samfelagssinni og góðtóku ein sáttmála, sum als onga lønarhækking bar í sær. Einasti bati, verkafjøldin fekk, vóru hækkingar í ymsum sosialum gjøldum, sum tilsamans kostaði arbeiðsgevarunum 2,4%. – Tá gjørdu vit greitt, at vit væntaðu, at restin av arbeiðsmarknaðinum fór at vísa sama samfelagssinni, sigur Hans Joensen. Støðið er lagt Hann ger púra greitt, at eftir hansara tykki er tað heilt greit, at úrslitið av teimum samráðingunum verður tað, sum leggur støðið fyri restina av arbeiðsmarknaðinum. – Vit gjørdu eisini vart við, at vit góðtaka ikki, at gjógvin imillum verka- fólkið og aðrar stættir í samfelagnum veksur enn meiri, men kortini liggur sáttmálin ímillum maskin- meistararnar og SEV á einum hægri støði enn sátt- málarnir á privata arbeiðs- marknaðinum. – Varð hesin sáttmálin góðkendur og hevði hann verið fyrimyndin fyri sátt- málunum á almenna arbeiðsmarknaðinum í oktober, hevði tað sostatt ført við sær, at verkafjøldin varð enn meiri afturútsigld. Starvsamannafelag og Havnar Arbeiðskvinnufelag løgdu arbeiðið niður á mid- nátt mikukvøldið á øllum økjum, har sáttmáli var við fíggjarmálaráðið. Men formaðurin í Havn- ar Arbeiðsmannafelag hevði undir ongum umstøð- um latið Havnar Arbeiðs- mannafelag farið í verkfall fyri at stuðla maskinmeist- arunum hjá SEV í hesum føri. Og hann heldur lítið um tey arbeiðarafeløg, sum fara í verkfall uppá eitt mál, sum nettupp førir við sær, at stættarmunurin í sam- felagnum veksur. At Starvsmannafelagið stríðist so hart, skilir hann betri, tí tað heldur hann taktikkur fyri at fáa hækkað sáttmálastøðið uppundir samráðingarnar seinni í ár. – Men nú eiga allir partar at vísa samfelagssinni, eins og arbeiðarafjøldin hevur gjørt. Tað ber til at fáa so nógvar batar, uttan at lønin endiliga skal hækka. Eitt, sum ber til, er at bera so í bandi, at keypiorkan hjá okkum veksur við teirri løn, vit hava. Hans Joensen heldur, at tað, sum Bárður Nielsen hevur gjørt, er ikki at taka samráðingarrættin frá fakfeløgunum, tí hetta er tað, hann hevur fullan rætt til eftir lógini og tað er beinleiðis hansara skylda at taka støðu til sáttmálan og tað hevur hann gjørt. – Hevði hann góðkent sáttmálan hevði tað verið ein knívur í ryggin á arbeiðarafjøldini, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmanna- felag. 8 Nr. 128 - 8. juli 2005 Bárður Nielsen hevur longu nú kunngjørt, at okkara limir hjá tí almenna skulu hava minni lønarhækking enn tey, sum arbeiða hjá privatum arbeiðs- gevarum, sigur for- kvinnan í Havnar Arbeiðsmannafelag ARBEIðSSTEðGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo -–Vit ivaðust ongantíð í, at vit skuldu fara í verkfall. Vígdis Johannesen, for- kvinna í Havnar Arbeiðs- kvinnufelag er púra av- klárað um støðuna, nú felagið hevur lýst 24 tíma verkfall, saman við Starvs- mannafelagnum, fyri at mótmæla, at politiski myndugleikin legði seg út í sáttmálan ímillum SEV og Maskinmeistarafelagið. Hon minnir á, at Bárður Nielsen, og nú eisini løgtingið, hava vrakað ein sáttmála, sum báðir partar vóru samdir um, saman við semingsfólkunum. Samstundis hevur Bárður Nielsen longu nú kunngjørt, úrslitið av samráðingunum á almenna arbeiðsmarknað- inum í oktober, skal vera nakað sum líkist eini null- loysn. –Sostatt hevur hann longu nú avgjørt, at okkara limir, sum arbeiða hjá tí almenna skulu hava minni lønar- hækking enn limir okkara í privatu vinnuni. Onki við sakina at gera Vígdis Johannesen vísir nevniliga avgjørt aftur, at samráðingarnar á privata arbeiðsmarknaðinum í vár endaðu við eini null-loysn. – Vit fingu eina lønar- hækking upp á 3%, sum vit eftir egnum ynski fingu uppá eftirlønina, sigur hon. Hon sigur, at tað, sum er hent nú, er, at bæði Bárður Nielsen og Løgtingið hava tikið samráðingarrættin frá fakfeløgunum í sambandi við SEV sáttmálan og kom- andi samráðingunum í heyst og tað kunnu fak- feløgini ikki góðtaka. – Hetta er kjarnin í mál- inum. Tað hevur ongan týdning í hesum sambandi um Maskinmeistarafelagið hevur fingið hægri lønar- hækking enn arbeiðara- feløgini á privata arbeiðs- marknaðinum. -– Tað einasta, sum hevur týdning, er, at Bárður Nielsen og Løgtingið hava tikið samráðingarrættin frá okkum. – Vil Bárður Nielsen ikki, at almennu lønirnar skulu hækka í heyst eigur hann ikki at brúka maskin- meistararnar hjá SEV sum jarnbrot. So eigur hann at grundgeva so væl fyri tí í samráðingunum í heyst, at hann fær eina semju um tað. Samráðingarnar í oktober eru eitt mál fyri seg, sum onki hevur við hetta at gera, men slíka framferð, sum hann hevur víst seinastu dagarnar, kann ikki góðtakast. – Samstundis var eitt tað fyrsta hann gjørdi, eftir at hann kom í landsstýrið, var at geva fólki við høgari løn ein trivaligan skattalætta. Vígdis Johannesen sigur, at tá hugsaði hann ikki so nógv um verkamanna- fjøldina. Annars harmast hon stórliga um, at enntá at ein siðbundin arbeiðara- flokkur, sum javnaðar- flokkurin gongur á odda í hesum. Ikki minst harmast hon um, at landsins hægsti politikari er burturstaddur, men at hann kortini kundi hava eina meining um at eina veljarakanning, men at hann ikki hevur kunnað havt eina meining um eitt álvarsmál sum hetta. Nú verður farið undir skipaðar útferðir við ferða- fólki vestur undir Suðuroy FERðAVINNA Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Í sambandi við ferða- vinnu, eiga suðuroyingar eitt tilfeingi, sum teir lítla og onga nyttu hava gjørt burturúr og tað er stórfingna náttúran á vestursíðuni á Suðuroy, sum ikki stendur aftanfyri nakað annað pláss í land- inum. Men nú skal broyting koma í, tí nú verður farið undir skipaða sigling við ferðafóli vestur undir Suðuroynna, bæði undir Sumbiarbjørgini og Vágsbjørgini. Tað verður skjóttgang- andi báturin Mars hjá felagnum Kirkjukletti, sum nú fer at sigla við ferðafólki vestur undir Suðuroynna. Báturin er sjálvandi góðkendur til sigling við ferðafólki. Túrurin undir Sumbiar- og Vágsbjørgini er ein framúrskarandi túrur. Siglt verður úr Sumba, vestur undir Beinisvørð, framvið stakkunum og Lopranshólmi, norður undir Vágsbjørgini, og heilt norður á Vágseiðið. Túrurin er eitt ríkt náttúruupplivilsi og har er ríkt fuglalív, eins og siglt framvið fleiri feiti- lendum. Fyrsti túrurin verður nú leygardagin, tá siglt verður av Sumba kl. 14.00. Á hesum fyrsta túrinum verður Eli Poul- sen úr Sumba frásøgu- maður. Túrurin tekur umleið 3 tímar. Kostnaður fyri vaksin 250 krónur. Børn ímillum 7 og 15 ár betala 150 krónur og hjá børnum undir 7 ár er tað ókeypis. Men tað skal meldast tí í seinasta lagi í dag, fríggjadagin kl. 16.00 á Kunningarstovuni í Vági. – Her fæst ein hóming av stórfingnu náttúruni vestanfyri Suðuroynna. Hendan myndin er tikin av einum túri vesturum Suðuroy okkurt annað ári Ríkt náttúruupplivilsi til ferðafólk í Suðuroy – Bárður Nielsen hevur longu nú kunngjørt at limir okkara, sum arbeiða hja tí almenna, skulu hava minni lønarhækking enn limir okkara, sum arbeiða hjáprivatum arbeiðsgevarum og tað góðtaka vit ikki, sigur Vígdis Johannesen, forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag Havnar Arbeiðsmannafelag: Rós til Bárð Nielsen fyri at vraka SEV-sáttmálan – Hevði Bárður Nielsen góðkent SEV- sáttmálan hevði tað verið ein knívur í ryggin á arbeiðarafjøldini, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag Ivaðust ongantíð í at vit skuldu fara í verkfall