fríggjadagur 8. juli 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 128 - 8. juli 2005
Høgni Hoydal
Skrivari sambandsfloksins,
Helgi Abrahamsen, er ein
dámligur maður. Vit starv-
ast dagliga saman á Gamla
Apoteki - hurð um hurð -
og hava mong góð prát,
hóast sera ósamdir um
mong viðurskifti.
Tí harmar tað meg al-
mikið, at nú Helgi er
kroystur í síni sera asosialu
grundgeving fyri blokk-
stuðlinum,
førir
fram
ósannindi. Tá grundgeving-
arnar eru uppi, kanst tú jú
altíð leggja eftir manninum
við ósannindum. Tað líkist
ikki Helga at gera slíkt.
Helgi roynir í grein í
bløðunum at endurtaka tey
so ofta søgdu ósannindi, at
undirritaði og Tjóðveldis-
flokkurin hava sagt, at
niðurskurðurin av blokk-
stuðlinum fekk ongar av-
leiðingar. - Hvør skal siga,
nú merkja tey eldru avleið-
ingarnar.
Ikki pella, Helgi
Hetta er beinleiðis ósatt.
Undirritaði og Tjóðveldis-
flokkurin hava altíð sagt, at
vit skulu fíggja vælferðina
sjálvi í Føroyum, og at vit
við at raðfesta rætt, skulu
tryggja, at tey veikastu ikki
vera fyri vanbýti, tá vit gera
okkum leys av teimum
donsku pengunum. Vit hava
støðugt ført fram, at blokk-
stuðulin altíð hevur verið
nýttur til at geva studning,
skattalættar og fyrimunir til
tey ríkastu.
Eg kann vísa Helga á
stevnumiðini hjá Tjóðveld-
isflokkinum, á allar val-
skráir og greinar hjá Tjóð-
veldisflokkinum seinastu 7
árini. Og eg kann vísa hon-
um til bók mína "Frælsi er
ábyrgd" frá ár 2000, har
hetta sama er sagt og
grundgivið aftur og aftur.
(Eisini kann Helgi lesa øll
míni svar og innlegg um
Hvítubók og fullveldis-
ætlanina).
Eg ska hervið lova Helga
eitt turt veðrakrov, um hann
kann ávísa bara eitt dømi
um, at eg skal hava sagt
nakað annað enn, at full-
veldi og ongin blokkstuðul
krevur greiðar raðfestingar
og samhaldsfastan politikk.
Og at vit ikki mugu gjara út
við skattalættum og stud-
ningi, sum gjørt verður nú.
Helgi kann eisini fegin vísa
mær á, nær ein andstøðu-
flokkur nakrantíð fyrr er
gingin ímóti skatta- og av-
gjaldslættum og hevur lagt
uppskot fram um at hækka
avgjøld, eins og Tjóðveldis-
flokkurin hevur gjørt sein-
asta árið.
Hvør raðfestir hvat?
Og vit hava prógvað í verki,
at tað ber væl til at betra
umstøðurnar hjá eldri og
óhjálpnum.
At
styrkja
Sjúkrahúsverkið. At rað-
festa útbúgving, gransking,
mentan og umhvørvi. At
niðurgjalda skuld og at gera
skilagóðar íløgur - við okk-
ara egnu fígging og við
minkandi blokkstuðli.
Fari at spyrja Helga:
- Nær varð landssjúkra-
húsið útbýgt? Fyri ella eftir
vit minkaðu blokkstuðulin?
- Nær vóru dagtilhald og
matútbering til pensjónistar
sett á stovn? Fyri ella eftir
vit minkaðu blokkstuðulin?
- Nær vóru pensiónirnar
hækkaðar? Fyri ella eftir vit
minkaðu blokkstuðulin?
- Nær var stórur vøkstur til
heimarøkt og serforsorg?
Fyri ella eftir vit minkaðu
blokkstuðulin?
Og hinvegin:
- Nær varð farið undir at
geva studning aftur til
vinnulívið? Var tað meðan
Tjóðveldisflokkurin sat í
samgongu?
- Nær varð farið undir at
geva teimum ríkastu skatta-
lættar? Var tað meðan Tjóð-
veldisflokkurin sat í sam-
gongu?
- Nær varð farið undir at
skerja gransking, mentan,
útbúgving og umhvørvi?
Var tað meðan Tjóðveldis-
flokkurin sat í samgongu?
- Nær varð farið undir at
skerja tey veikastu - fel-
øgini hjá brekaðum, dagtil-
hald, døgurðaútbering og
tílíkt? Var tað meðan Tjóð-
veldisflokkurin sat í sam-
gongu?
- Nær varð farið undir at
steðga skúlabygging og at
søpla 10-tals milliónir burt-
ur? Var tað meðan Tjóð-
veldisflokkurin sat í sam-
gongu?
- Nær varð farið at lækka
gjøld á luxusvørum og at
eggja til størri innflutning,
meðan útflutningsvinnan er
í trupulleikum? Var tað
meðan Tjóðveldisflokkurin
sat í samgongu?
Sambandsflokkurin
við skerdan lut
At enda skal eg enn eina-
ferð harmast um, at Helgi
Abrahamsen er farin uppí
eitt kór, sum í seinasta enda
fer at gera av við sam-
bandsflokkin. Søgan og
nútíðin vísir okkum, at tað
sum altíð hevur rent hetta
landið á heysin og hevur
slept teimum veikastu upp
á fjall, er ódamliga gerða-
býtið millum fólkaflokkin
og javnaðarflokkin. Fólka-
flokkurin sleppur at gjara út
við skattapengum til vinnu-
lívið og sínar áhugabólkar.
Afturfyri skal javnaðar-
flokkurin sleppa at brúka
danskar pengar til okkurt á
sosiala økinum.
Eitt samfelag kann aldri
gerast burðardygt á henda
hátt. Tað áttu eftirhondini
øll at kunnað ásannað. Og
nú blokkstuðulin er mink-
aður, vita fólkaflokkurin og
javnaðarflokkurin sær ongi
onnur ráð, enn at fíggja sítt
ódámliga gerðabýti við
stórum
undirskotum
á
fíggjarlógini. - Og sam-
bandsflokkurin spælir við,
og situr enntá við fíggjar-
málum.
Fara at selja fyri
løtuvinning
Eg tori at vedda um, at í
heyst - og helst longu í
ólavsøkurøðini hjá løg-
manni - fara fólkaflokkurin
og javnaðarflokkurin at frá-
boða tað nýggja gerða-
býtið: Fólkaflokkurin skal
sleppa at privatisera tær
almennu fyritøkurnar uttan
nakað mál ella mið og í
stórum skundi. Afturfyri
skulu pengarnir fara beint í
landskassan, so tað kann
fíggja undirskotið og javn-
aðarflokkurin kann sleppa
undan at skerja alt ov nógv
á sosiala økinum.
Tá vit vit øll, hvat liggur
í kortunum. Privatiseringar
geva bert pengar einaferð,
um pengarnir fara til rakst-
ur í landskassanum. Tá eru
vit við rúkandi ferð aftur í
ábyrgdarloysið og 80’ini,
har onki grundarlag er fyri
búskapinum, og har bert
verður hugt eitt ár fram í
tíðina.
Tá fær sambandsflokk-
urin so kanska sín vilja, at
føroyskir politikarar aftur
mugu til Keypmannahavnar
at biðja um hjálp til at
verða settir undir umsiting.
Tað fer at kosta dýrt hjá
teimum eldru og óhjálpnu
og teimum, ið ikki eru so
heppin at hava fleiri al-
mennar lønir sum eg.
Lat okkum steðga hesum
í felag, Helgi. Heldur enn at
føra ósannindi fram, sum
onki skapa uttan máttloysi
og vantandi virðing hvør
fyri øðrum.
Eitt veðrakrov til Helga Abrahamsen um hann prógvar síni orð
Jógvan Páll Sevdal,
Leirvík
Nú upplatingin av
Norðoyatunlinum av
álvara er farin at nær-
kast, er enn ikki
greitt, hvussu vegfør-
ingin leirvíksmegin
skal vera. Fleiri
møguleikar eru
nevndir - nakrir skila-
betri enn aðrir. Tað er
væl skiljandi, at norð-
oyingar ikki hava
svøvnleysar nætur av,
hvussu vegurin fer at
liggja í Leirvík, men
vit leirvíkingar vilja
hava eina haldgóða
loysn, tí vit skulu liva
við hesum vegnum í
fleiri áratíggjur fram í
tíðina. Nevnast skulu
nakrir møguleikar,
sum eru aktuellir.
1. 80 kilometur-vegur
omanfyri bygdina -
niðanfyri Brekkuna
Landsverk upplýsir, at veg-
tekniskt og koyriteknist er
hetta ein góð loysn við ein-
um sløttum og góðum vegi.
Hann kann gerast í eini
handavending og kann vera
liðugur á sumri 2006, tá
tunnilin eftir ætlan skal
lata upp. Harumframt er
hetta tann bíligasta loysnin
hjá landinum at fremja.
Vansarnir eru tó fleiri,
sum vit í bygdini ikki eru
glað fyri. Fyri tað fyrsta
fara vit at missa umleið
130
grundstykkir,
har
komandi ættarlið skal seta
búgv. Harafturat verður
bygdin býtt í tvey, soleiðis
at
nýggir
býlingar
niðanfyri
og
omanfyri
vegin verða avskorðnir
hvør frá øðrum av einum
landsvegi.
Løtuvinningur.
Vit kunnu spyrja, hvør vil
byggja hús tætt uppat ein-
um sera hart trafikeraðum
vegi, har lastbilar og trail-
arar fara at koyr dag og
nátt? Hvussu við tryggleik-
anum hja tí komandi ættar-
liði - børnunum?
Flest allir leirvíkingar
eru ímóti hesi vegagerð.
Hetta er ein bíligari, men
samstundis ein stuttskygd
og lættfingin loysn, ið fer
at
vísa
seg
sum
løtuvinningur.
2. 80 kilometur-
vegføringin uppi á
Brekkum
Hendan loysnin er ikki eins
sannlík og tann fyrsta, ið
nevnd varð. Hesin vegurin
fer eisini at býta bygdina í
tvey, tá bygt verður niðan-
fyri og omanfyri vegin
vegin í framtíðini.
Trupulleikin við hesum
vegnum er, at tað gerst ein
lang mótbrekka frá tí lægsta
punktinum inni í tunlinum
og niðan á brekkuna. Hetta
verður ein marra fyri
lastbilførarar, sum fáa eitt
nýtt Gøtueiði at baksast við.
Verður vesturætt, og hann
skýtur seg oman av fjalli
standa eingir kalesjubilar
og trailarar á hjólunum.
Ferðsluárin.
Oljunýtslan hjá serliga tí
tungu ferðsluni fer at
økjast, og tann tilsvarandi
dálkingin økist. Brekkur-
nar gerast vandamiklar í
hálku, og larmurin frá ferð-
sluni fer at nerva íbúgvar,
ið búgva nærhendis.
Samanumtikið um 1
og 2
Samanumtikið kann sigast
um hesar báðar fyrstu loys-
nirnar, at tær fara at skerja
møguleikarnar hjá ungfólki
at seta búgv í Leirvík og
fara harvið at hava eina
negativa ávirkan á vakst-
rargrundarlagið hjá bygdini
sum heild. Møguleikarnir
hjá kommununi at økja um
skattagrundarlagið verða
eisini skerdir munandi.
Grundstykkja
møguleikar.
Bygdin fer at veksa niðan-
eftir, og bíðilisti er til
grundstykkir í bygdini.
Um ein av hesum loysnum
gerst veruleiki, verða ung-
ar familjur noyddar at
byggja hús við ein hart
trafikeraðan
landsveg.
Nógvar familjur setast í
døgum aftur og vilja ikki
byggja í Leirvík júst av
hesi orsøk. Aðrar familjur
eru í bíðistøðu og vilja
síggja, hvussu leikur ferst í
hesum málinum. Alt til
stóran bága fyri vakstrar-
møguleikarnar hjá bygdini.
3. Sænkaður tunnil
gjøgnum bygdina
Hesin møguleikin hevur
eisini verið umrøddur, og
við hesi loysn gerst farleið-
in gjøgnum bygdina styts.
Minst viðlíkahald, minst
larmur og minst vandi. Í
sambandi við tryggleika er
hetta eisini besta loysnin.
Harumframt verða núver-
andi havnaøkið og havna-
økið á Kráartanga bundin
saman.
Einasti tvørleiki við hesi
loysn er, at dagliga arbeið-
ið á havnalagnum møgu-
liga verður órógvað, með-
an tunnilin stendur í gerð.
Vegurin frá
tunnilsmunnanum.
Frá
undirsjóvartunnils-
munnanum Leirvíksmegin
eigur vegurin at liggja
framvið sjóvarmálanum,
sum hann nú er lagdur, tó
uppnevileraður. Eigur at
fara útav bakkanum umleið
úti í Bólagerði, og haðani
heim á Kráartanga, sum
vegurin liggur nú. Úrslitið
er, at eingin larmur fer at
órógva eggjahúsini og tey
úti á Sýnini.
Eri sannførdur um, at
útinnanin av fjørðutunla-
verkætlanini fer at taka
størst atlit til verandi
fjørðu, neyst og øðrum
bygningum, sum møguliga
mugu víkja fyri nevnda
tunli.
Verður havnin tømd,
kunnu allar ábøtur verða
gjørdar og kanska sam-
stundis dýpt.
4. Fíggjarviðurskifti.
Mett verður, at vegasam-
bandið omanfyri bygdina
er tann bíligasta loysnin. Í
fyrstu atløgu kann tað
tykjast sum ein skynsom
loysn, sum tekur hædd fyri
núverandi
fíggjarstøðu
landsins, meðan fjørðu-
loysnin er meira kostnaðar-
mikil, men besta loysnin í
longdini. Um hugt verður
fram í tíðina og hugsað
verður um allar teir fyri-
munirnar, ið fjørðuloysnin
hevur, verður hetta tann
mest skilagóða íløgan, ið
fer at gagna bygdini sum
heild langt fram í tíðina.
Tann bíliga loysnin - við
øllum sínum vansum - er
bert løtuvinningur.
5. Niðurstøða.
Í loysnini við fjørðutun-
linum verður vegurin mill-
um
rundkoyringarnar
hvørjumegin bygdina um-
leið 700 metrar. Vegurin
niðanfyri brekkuna verður
umleið 1800 metrar, og
vegurin omanfyri brekk-
una verður góðar 2 kilo-
metrar. Upplýst er, at eing-
in til- og frákoyring verður
millum rundkoyringarnar.
Ei heldur kann nakar
landsvegur
bindast
í
bygdavegin uttan loyvi frá
Leirvíkar bygdaráð.
Landsverk hevur nógv at
siga í hesum máli. Stovn-
urin hevur nevndarlim í
Noroyðatunlinum og sam-
stundis skal stovnurin bæði
geva Leirvíkar Kommunu
og landsstýrismanninum
tilmæli um, hvat er skila-
Vegaføring gjøgnum Leirvík - fyrimunir og vansar