Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Símun A. Klein, Fuglafjørður Flaggdagurin Flaggdagurin átti at verið hildin av teimum, ið kenna seg sum føroyingar, og røð- ara hendan dagin (serliga í Tórshavn) áttu at verið fólk, ið hava innlit í søguna um merkið og Føroya søgu sum heild, nakað ið Malan Marnersdóttir als einki kennir til, hvørki tá tað snýr seg um Føroya søgu ella tá tað snýr seg um søguna um merkið. Í staðin møsnar hon um eitt nýtt ríkisflagg ið skal umboða partarnar í danska ríkinum ið skulu eitast at vera javnt settir hvør við annan, men hava tó ongantíð enn verið tað í sokallaða ríkisfelagsskap- inum, tí at tann eini partur- in fer ongantíð at góðtaka eina slíka javnsetis støðu í ríkisfelagsskapinum, nakað ið áðurnevndi flaggdags- røðari ikki enn hevur fatað, soleiðis sum nú Føroya søga so nágreiniliga ferð eftir ferð hevur sagt okkum frá. Tí er tað sera óhugna- ligt at ein persónur, ið hvørki kennir eitt vet til søguna um merkið og enn minni veit hvør Føroya núverandi støða er í heimssamfelagnum, at ein slíkur persónur sleppur framat at halda flaggdags- røðu. Hetta kann saman- líknast við at seta ein mus- lim sum mentanarformann í Føroyum. Hvat verður næsta rukkulívið ið fólkið skal noyðast at uppliva? Eitt gott hugskot hevði tó verið við hesum flagginum, og tað er, at hvørja ferð rukkulív verður framt inn- an karmar tess ráðandi v.m., at so skuldi hetta flagg verið vundið á stong, men so hevði hetta flagg veittra bæði dag og nátt og ongantíð verið tikið niður aftur. 1948 Heimastýrislógin bleiv kroyst niður yvir føroyingar í 1948 hóast ein meiriluti av føroyingum valdi loys- ing frá Danmark í 1946, men demokratiið í Føroy- um var skúgvað til viks so- leiðis at danalendis eina- ræðisveldið í staðin skuldi vera galdandi í samfelagi okkara og er tað framvegis. Harvið kemur ongantíð uppá tal frá danskari síðu av, at Grønland og Føroyar nakrantíð vera roknaði fyri javnbjóðis ella javnt settir partar við Danmark í Ríkis- felagsskapinum. At Føroyar og Grønland eru javnt sett hvør við annan í Ríkis- felagsskapinum, er tó meir sannlíkt, men ikki og ongantíð við Danmark – men føroyingurin og grøn- lendingurin er skítbýttari enn sum so, at hann dugir at finna útav hvussu hesi viðurskiftir eru samansjóð- aði, tíverri, og landsins leiðandi, kirkjur og sam- komur áttu at verið tey allar ágrýtnastu at greitt fólkin- um frá hvussu ríkisins viðurskiftir eru samansjóð- aði, men haðani kemur einans villeiðing, vrang- læra og helvitisskapur! Rukkulívsmerkið hjá Maluni og co. er tí deyða- dømt í føðing síni og kann tí neyvan nýtast sum rumpulappi, men hoyrir heldur heima í rukku- lakkanum! Danskir professarar og statsministarin! Vegna broyting av donsku grundlógini í 1953, bað táverandi danski stats- ministarin Erik Eriksen tveir av teim kendastu táverandi donsku profess- arum í ríkinum um eina kanning við eftirfylgjandi úttalilsi um (responsum) hvørt tað var neyðugt við eini grundlógarbroyting vegna Føroyar í samband við heimastýrislógina frá 1948. Svarið frá hesum professarum til danska statsministaran var sólarklárt: »En grundlovs- ændring vedr. Færøerne kan ikke anses for påkrævet som følge af loven om Færøernes hjemmestyre. Færøernes hjemmestyre er en lov der er givet ud fra den forudsætning, at den trufne ordning er forenelig med den gældende grund- lov, og der ses ikke at være nogen anledning til at op- give denne forudsætning« Av tí sama bleiv áður- nevnda kanning av profess- arunum bókað í statsrættar- ligum høpi á henda hátt: »Det færøske hjemmestyre må retligt karaktiseres som et (dansk) kommunalt selv- styre af usædvanligt vidt- gående omfang (hetta sam- svarar við orðingina í §82 í donsku grundlógini). Der ville forfatningsmæssigt intet være til hinder for at etablere tilsvarende ordn- inger for Amager eller Tåsinge«. Tað stendur jú skrivað í donsku kommunalu heima- stýrislógini frá 1948, at í málum hvar føroyingar og danir ikki eru samdir, har hava danir allan avgerðar- rættin í málinum/málunum. Hetta samsvarar eisini stak væl við §82 í donsku grundlógini. §82 í donsku grundlógini hevur hesa orðing: »Kom- munernes ret til – under statens tilsyn – selvstænd- igt at styre deres anligg- ender, ordnes ved lov!« Fámjinsfuppið Sambandsflokkarnir og tess advokatar duga ikki á at skyna ímillum eina kúgv og eina apu! Hvønn dag finna teir donsku fjølmið- larnir í Føroyum annað- hvørt eina kúgv ella eina apu at hálova Fámjinsskjal- inum og tess yvirlýsingum, men sum skrivað stendur: »tá ein blindur leiðir ein blindan, so detta bæði apa og kúgv í grøvina!« Tí er brennandi spurning- urin til apuna og kúnna: »Hvør er munurin ímilum víðka kommunalt sjálvstýri innan danskar karmar og so sjálvstýri uttanfyri danska ríkið«. Og mín sann um ikki sambandskreftirnar eisini eru farnar at bjóða til kjak- fund um smíð av eini føroyskari grundlóg innan- fyri donsku girðingina hvarí har sjálvt finnist ein grundlóg í forvegin!? Hoy- dal og Kallsberg hava langt síðani boygt síni knø fyri donsku grundlógni – vænta sambandskreftirnar at danska stjórnin fer at skifta danska flaggið og donsku grundlógina út við rukku- lívsmerkið og fupgrund- lógina hjá landsins leið- andi??? Tornerose var et vakkert barn, vakkert barn, va…zzzzzzzzzzz« Amt ella kommuna? Hyggja vit eftir øðrum londum so sum Noreg, Svøríki ella Danmark t.d., so er eitt amt í áðurnevndu londum lutað sundur í kommunur eins og Føroyar eru tað og hava verið tað í so ómetaliga langa tíð. Eftir hesum at døma bendir alt á, at Føroyar frá 1848 og upp til 1948 hava verið rokn- aðar fyri at vera eitt danskt amt (tó uttan at koma undir somu rættindir sum øll onnur donsk amtir), men tá heimastýrislógin bleiv kroyst niður yvir Føroyar í einum einaræðisanda, tá vóru Føroyar doyptar til at vera ein donsk kommuna (tó framvegis uttan at koma undir somu rættindir sum allar hinar donsku kommunurnar). Høvdu Føroyar fingið tey rættindir sumt tær á henda løgna hátt vóru pressaðar inn undir – tó uttan at fáa hesi rættindir – so høvdu m.a. bæði lønir og pensiónir í Føroyum hækka ávikavist við umleið 8% og 40% umframt mong onnur ting sum høvdu munað væl betur, enn sum nú er, og tað serliga hjá Palleba og Josefinu. Tey tekin sum eru sjónlig, at Føroyar eru ein donsk kommuna við strongdum skerdum rætt- indum, eru allar tær kommunusamanleggingar ið longu eru framdar og so allar tær mongu sum eru á veg, og endin verður so at Føroyar til sjeynd og síðst gerast ein ekta donsk kommuna uttan so, at undur fara at henda brád- liga soleiðis, at onnur ting fara at stinga seg upp úr havinum. Hví so hendan manna- gongdin hevur tikið umleið 57 ár uttan at rokkið tað mál, sum hon var tvangs- doypt til fyri so mongum árum síðani, er so aftur ein onnur søga! Men orsøkin til, at politikkarar og løgfrøðing- ar v.m. ikki tora at greiða fólkinum frá bert við einum orði, hvat Føroyar løgfrøði- liga eru í danska ríkis- felagsskapinum er tann, at um sagt verður, at Føroyar eru ein donsk kommuna, so fylgja rættindir við hesum til tað føroyska fólkið við enntá afturvirkandi kraft. Hettar er so høvuðsorsøkin til, at politikkarar og løgfrøðingar v.m. heldur velja at fjala veruliga sannleikan og leggja lok á málið við tonsavísum av uttanumtosi sum ein verja fyri donskum áhugamálum og harvið forða fyri, at føroyingar kunnu fáa somu rættindir sum allir aðrir borgarar í øllum hinum donsku kommununum og at Bergentraktatin skal síggja dagsins ljós og harvið kollvelta niðings- og svikagerðirnar hjá bæði donskum og føroyskum politikkarum, heidnir líka so væl sum kristnir! Føroya støða í danska ríkinum sum nú er – hóast henda støðan var framd við sviki og brot á manna- rættindini í Føroyum – at Føroyar eru ein donsk kommuna, tó uttan at koma inn undir somu rættindir sum aðrar kommunur í danska ríkinum! At Føroyar eisini vóru noktaðar síni rættindir í 1848 mótvegis Danmark, ið kravdi demokratiið innført sum stýrisskipan í land- inum, er so aftur ein onnur søga sum tó hevur sterka ávirkan á alt óskilið, sum altíð hevur funnið stað í oyggjasamfelagnum og ikki minst í dag! Nr. 128 - 8. juli 2005 13 VIÐMERKINGAR best at gera. Hetta kann vera sera óheppi sæð í ljósinum av tí komandi trýsti um at koyrandi skal vera ígjøgnum tunnilin mai/ juni næsta ár, og harvið verður tað freistandi at trýsta bíligastu og langtíðar ringastu loysnina ígjøgnum. Fjørðuloysnin er besta loysnin. Stysta koyring. Minstur vandi. Minst viðlíkahald. Minstur larmur. Minstur dálking. Størst tryggleiki. Háttvirdur løgtings- maður tók soleiðis til tá hann sá uppskotið um fjørðutunnilin: Eitt "genialt uppskot" Og tað er júst tað, tað er. Lat okkum fáa fjørðutunnilin! Finnur Lützen, Finnur.lutzen@kallnet.fo Viðvíkjandi skriv j. nr. 2005-1489/4-SG frá Tórshavnar kommunu dagfest 27.6.05 og bræv dagfest juni 2005 frá Jógvani Olsen, røktarleiðara. 27. juni fóru nógv ung fólk í Havn glað til arbeiðis. Teimum varð lovað arbeiði fram til 27. juli, og skuldu tey siga frá, at tey vildu arbeiða alla tíðina, tí fleiri stóðu á bíðilista . Familjurnar innrætta summarið eftir hesum umstøðum. Sjónvarpið gjørdi innslag um hetta í "Degi og Viku" sama dag. Samrøða er við ein av teimum ungu. Alt var tann reini idyllur. Tey høvdu ikki arbeitt eina viku, so kom bræv heim til teirra. Tey vóru uppsøgd. Grundgevingin var, at so nógv ung sum møguligt skuldu fáa lut í hesum tilboði frá kommununi. Kommunan visti, áðrenn tey ungu vóru sett í arbeiði, at ein bíðilisti var til staðar, tí annars vildi hon ikki biðið tey ungu um at geva sær boð, um tey vildu arbeiða allan mánaðan. Tey eru ikki limir í nøkrum felag, sum kann hjálpa teimum í hesari støðu. Tey eru sárbær. Hetta hugsar kommunan ikki yvir. Hetta er sáttmálabrot. Hvat læra tey ungu so av hesi viðferð. Tey læra, at tað almenna ger avtalur, sum tað ikki heldur. Tey læra, at tey ungu ikki verða vird. Tey læra, at tað almenna ikki er demokratiskt yvir fyri teimum, men heldur anarkistiskt. Hvat vil Heðin Mortensen gera. Vil hann, sum demokratiskt valdur persónur, við hægsta vald í Tórshavnar kommunu, yvir fyri hesum ungu, sum høvdu eina skrivliga kontrakt við kommununa, bara lata standa til. Vil hann vísa ungu fólkunum, at Tórshavnar kommuna ikki heldur skrivligar avtalur. Tey ungu skulu takast í sama álvara, sum allir aðrir borgarar í kommununi! Danskt amt ella ein donsk kommuna? Til Heðin Mortensen, borgarstjóra