Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 - 8. juli 2005 17 UTTAN ÚR HEIMI Mist órinið Fyrrverandi kilski einaræðisharrin Augusto Pinochet hevur nú mist tað politiska órinið, sum higartil hevur forðað myndugleikunum í at ákæra hann fyri fleiri morð fyri 30 árum síðani. Nú hann hevur mist órinið, verður Pinochet væntandi ákærdur fyri at hava medvirkað til, at 119 politiskir andstøðingar vórðu fyribeindir í 1975. Líkini vórðu funnin í grannalandinum Argentina. Hernaðarstýrið hjá Pinochet vildi vera við, at tey 119 vóru deyð í saman- brestum í Argentina, men hesum hevur kilska ákæruvaldið víst aftur. Pinochet, sum stýrdi Kili frá 1973 til 1990, er fleiri ferðir sloppin undan rættarsókn, tí hann hevur so vána- liga heilsu. Tað er heldur ikki vist, at hann verður ákærdur hesaferð, tí avgerðin um at taka órinið frá hon- um kann kærast til hægstarætt, skrivar AP úr Santiago. Ávara um háv Ferðamálaráðið í Kroatia ávarar ferðafólk ímóti at svimja ov langt út frá landi, tí ein hávur er sæddur fleiri ferðir har norðuri í Adriatarhavinum. Kroatiskir fiskimenn boðaðu herfyri frá, at teir høvdu sæð ein háv, og týsdagin boðaði manningin á einum oljupalli uttan fyri býin Pula frá, at teir høvdu eisini sæð ein háv. Fiskimenninir og manningin á olju- pallinum eru samdir um, at hávurin er einar fýra metrar til longdar. Kroatisku myndugleikarnir hava sent skip at leita eftir honum, men til fábnýtis. Vanliga eru tað bara smáir og vandaleysir hávar, sum halda til í Adriatarhavinum, men tað hendir av og á, at stórir hávar koma hagar. Myndugleikarnir vita um seks hávaálop tey seinastu hundrað árini, og í fýra av teimum seks førunum kravdu álopini mannalív, skrivar Reuters. Færri lærarar Í Danmark er áhugin fyri læraraútbúgvingini minkandi, og í ár hava tíggju prosent færri søkt um at sleppa á læraraskúla enn í fjør. Bæði danska lærarafelagið og leiðslurnar á lærara- skúlunum halda seg vita, hví færri hava søkt um at sleppa á læraraskúla. Nils-Georg Lundberg, sum er stjóri á læraraskúlanum í Norðurjútlandi, sigur við Pol- itiken, at fólkaskúlin hevur fingið so vánaliga umtalu í fjølmiðlunum og tí politiska orðaskiftinum, at fólk aftra seg við at leita tann vegin. Harafturat vísir hann á, at myndugleikarnir hava leingi tosað um at nýskipa læraraútbúgvingina, men at einki er hent. Í orðaskiftinum hevur fleiri ferðir verið nevnt, at næmingarnir hava ikki virðing fyri lærarunum, og at teir duga ov illa. Formaðurin í lærarafelagnum, Anders Bonde Christensen, heldur, at hetta orðaskiftið má fáa ein enda, tí fólkaskúlin er ikki so vánaligur sum tann umrøða, hann fær. Hinvegin heldur hann ikki, at ein nýskipað læraraútbúgving hevði fingið fleiri at søkt inn á læraraskúlarnar. Vilja hava Høgra Í heyst verður stórtingsval í Noregi, og fáa teir norsku vinnulívsleiðararnir sín vilja, skal høgraformaðurin Erna Solberg skipa næstu stjórnina í Oslo. Tað kemur fram í einari kanning, sum blaðið Dagens Næringsliv hevur gjørt. Blaðið hevur spurt leiðararnar í 500 fyritøkum, sum hava meiri enn 100 fólk í arbeiði, hvørjar flokkar teir vilja hava at skipa stjórn eftir valið í heyst, og hvør skal verða forsætisráðharri. 20 prosent vilja hava Høgra og Framburðsflokkin at skipa stjórn, og 26,4 prosent vilja hava Ernu Solberg til forsætisráðharra. Kanningin vísir, at nógvir vinnulívsleiðarar vilja hava formannin í Arbeiðaraflokkinum, Jens Stolten- berg, til forsætisráðharra. 21,6 prosent av teimum spurdu siga, at hann hevði verið tann best egnaði, meðan bara 9,2 prosent siga tað sama um núverandi forsætisráðharran, Kjell Magne Bondevik. Stjórn hansara er heldur ikki serliga væl umtókt, tí bara 11 prosent av vinnulívsleiðarunum halda, at hon eigur at halda fram aftan á valið. Tað eru ikki allir kinesarar, sum fáa ágóða av tí stóra vøkstrinum í kinesiska bú- skapinum. Sambært Reut- ers hevur ráðharrin Li Xueju sagt, at umleið 26 milliónir kionesarar liva á fátækramarkinum, og at teir forvinna minni enn 550 krónur um árið. Harafturat koma aðrar 50 milliónir, sum bara forvinna ímillum 550 og 800 krónur um árið. Kinesisku myndugleikar- nir hava fyrr viðgingið, at gjógvin ímillum rík og fátæk er breiðskað tey seinastu árini, og tað hevur elvt til ófrið nógvastaðni í landinum, skrivar Reuters. Í Ísrael vil Ariel Sharon, forsætisráð- harri, hava meiri ferð á abeiðið at byggja trygdarmúrin á Vest- ara Áarbakka ÍSRAEL Árni Joensen fartekst@mail.dk - Tykkum nýtist ikki at hugsa um, hvat tað kostar. Tit skulu bara seta meiri ferð á, so múrurin verður skjótari liðugur, segði Ariel Sharon, tá hann fyrr í vik- uni var og vitjaði teir, sum byggja tann umstrídda trygdarmúrin ígjøgnum Vestara Áarbakka. Ísraelsmenn hava bygt umleið ein triðing av teirri 600 kilometrar longu byrg- ingini, sum er ætlað at forða palestinskum sjálv- morðsbumbumonnum at sleppa til Ísraels. Palestinar hava mótmælt byggingini, tí ein partur av palestinska lendinum er uttan fyri múrin. Palestinararnir vísa á, at sambært altjóða dóm- stólinum í Haag hava ísra- elsmenn ikki loyvi at byggja múrin á palestinsk- ari jørð. Men hesum lurtar ísra- elska stjórnin ikki eftir. Tvørturímóti hevur Sharon sett ferð á arbeiðið, sum eftir ætlanini verður liðugt í desember, skrivar NTB. Nógvir fátækir kinesarar Vil hava meiri ferð á Vildi ikki avdúka kelduna og má tí í fongsul Amerikanska tíðinda- kvinnan Judith Miller vil ikki siga, hvør gav henni navnið á einum loyniligum agenti hjá CIA USA Árni Joensen fartekst@mail.dk Í USA kunnu fólk fáa upp í tíggju ára fongsul fyri at avdúka navnið á einum loyniligum agenti hjá fregnartænastuni CIA. Tað gjørdu tíðindafólkini Judith Miller og Matthew Cooper, tá tey avdúkaðu, at Valerie Plame arbeiddi í loyndum fyri CIA. Málið endaði í rættinum. Eftir at hava fingið loyvi frá arbeiðsgevaranum, Time Magazine, játtaði Matthew Cooper at avdúka, hvør kelda hansara var, og hann sleppur tí undan fongsuls- revsing. Men Judith Miller vildi ikki siga, hvør hevði sagt sær, at Valerie Plame er loyniligur CIA-agentur, og mikudagin bleiv hon varð- haldsfongslað í New York við teirri grundgeving, at hon hevði vanvirt dóms- valdið. Tað góðtók Judith Miller ikki. Hon svaraði, at kunnu tíðindafólk ikki dylja sínar keldur, kunnu tey ikki virka, og so er tann frælsa pressan ikki til longur. Arbeiðsgevari hennara, blaðið New York Times, hevur boðað frá, at haðani fær hon fullan stuðul. Fleiri amerikanskir fjøl- miðlar undrast á málið ímóti Judith Miller og Matthew Cooper. Teir vísa á, at tann sera konservativi viðmerkjarin Robert Novak avdúkaði navnið á Valerie Plame longu fyri tveimum árum síðani í einari blað- grein, men at hann kortini ikki er ákærdur. Judith Miller vil ikki avdúka sína keldu og noyðist tí í fongsul