Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 128 • fríggjadagur • 8. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Hóast einki kann sig- ast við vissu, fyrr enn seinna hálvfinalan er leikt, so skal einki minni enn eitt undur til, um GÍ ikki verður annað liðið í finaluni um Løgmanssteypið á ólavsøku LØGMANSSTEYPIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Annan dystin á rað noydd- ist B71 at leggja rygg til ein lemjandi 5-1 ósigur, og tað má kennasta svárt hjá sand- oyingum, serliga tá ið havt verður í huga, at talan hev- ur verið um tveir ógvuliga týðandi dystir. Fyrri dystur- in var finalan um FSF- steypið móti B68, men seinni dysturin var fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið móti GÍ mikukvøldið. Súni er nakað heilt fyri seg Í einum av slagsangunum hjá GÍ ljóðar ein regla so- leiðis: GÍ er nakað heilt fyri seg, men spurningurin er, um tað ikki hevði verið rætt at broytt hetta til at ljóða Súni er nakað heilt fyri seg, tí landsliðsmaðurin hjá GÍ er í serflokki. Hóast hann á landsliðn- um er fastur fúsur á vinstra bakki, og fyri tað mesta hevur spælt á miðvøllinum í fremstu deildini, so tykist Súni Olsen stórtrívast í álopinum, har hann hevur búleikast fyri tað mesta í ár. Súni Olsen er toppskjútti í Formuladeildini, og miku- kvøldið lá aftur væl fyri, tá ið GÍ vitjaði á Sandi. Ikki færri enn tríggjar ferðir sendi Súni bóltin í mesk- arnar hjá B71. Royndirnar mangla Tað var ein dyggur smeitur fyri B71, at sterkasta álops- vápnið hjá teimum, Clay- ton Soares, longu í 8. min- utti noyddist út við skaða. Tað hevur ligið sera væl fyri hjá brasiliumanninum í ár, men mikukvøldið noyddust sandoyingar at klára seg uttan hann størsta partin av dystinum. GÍ legði seg á odda, tá ið okkurt um eitt korter var leikt av dystinum, og talan var um væl gjøgnumspælt álop. Áslakkur Petersen legði ein góðan bólt innfyri úr høgra borði, og inni í brotsteiginum vóru Súni Olsen og Sámal Joensen staddir, og tað endaði við, at Súni sendi bóltin í netið til 1-0. Sandoyingar fullu tó ikki í fátt, og dysturin var rættu- liga javnur næstu løtuna. Tað eydnaðist eisini B71 at koma upp á javnt, tá ið fyrri hálvleikur var okkurt um hálvrunnin. B71 fekk frí- spark nakað inni á hálvuni hjá GÍ, sum bleiv sent inn í brotsteigin hjá gøtumonn- um. Har stakk B71-lið- skiparin, Bergleif Sólsker, seg upp, og við høvdinum sendi hann bóltin í netið til 1-1. Sum skilst átti mál- maðurin hjá gøtumonnum, Marcin Dawid, at havt forð- að fyri hesum málinum. Tað sá leingi út til, at 1-1 eisini fór at gerast hálv- leiksstøðan, men tá ið einir fýra minuttir vóru leiktir út um vanligu leiktíðina, lá Súni Olsen aftur framvið. GÍ fekk eitt fríspark uttan fyri brotsteigin hjá B71, og landsliðsmaðurin sendi beinleiðis í netið til 2-1. Sandoyingar vóru alt annað enn nøgdir við, at so nógv var spælt út um vanligu leiktíðina, og tað var ein dyggur smeitur hjá teimum, at GÍ skuldi leggja seg á odda beint fyri hálvleik. Útvísing var mønustingurin Í seinna hálvleik trýsti GÍ fyri at økja um leiðsuna, men tað gekk striltið. Men tá ið eitt lítið korter var spælt, fekk B71-liðskipar- in, Bergleif Sólsker, reyða kortið fyri at gera seg inn á Poul Arna Jacobsen hjá GÍ. Hetta var mønustingurin hjá sandoyingum, sum har- við mistu stýrmannin í verjuni og ein tann roynd- asta leikaran á liðnum. Samstundis spældi veteran- urin Eli Hentze á miðvøll- inum við einum snuddi, og saman við Clayton Soares eru Eli og Bergleif álitini í teimum einstøku ketunum hjá B71, og tá ið teir ikki eru við, skramblar liðið hjá B71 saman. Hetta gjørdi GÍ sær eisini dælt av, og hóast teir fingu Poul Arna Jacobsen riknan av vølli um miðjan seinna hálvleik, spældu teir B71 sundur og saman, tað ið eftir var av dystinum. Trý mál fingu teir afturat, og við endaliga úrslitinum 5-1 til GÍ, er lítið at ivast í, at gøtumenn verða í finaluni um Løgmanssteypið á Tórsvølli ólavsøkudag. GÍ í finaluni B71-GÍ 1-5(1-2) 0-1 Súni Olsen 1-1 Bergleif Sólsker 1-2 Súni Olsen 1-3 Súni Olsen 1-4 Krzystof Popzcynski 1-5 sjálvmál B71: Símun Rógvi Hansen - Bergleif Sólsker, Kári Sørensen, Sverrir Kjærbo - Mikkjal Hentze(Gert Lydersen 60.), Eirikur Poulsen, Hanus Clementsen, Eli Hentze - Tummas Pauli Olsen(Magnus Olsen 70.), Clayton Soares(Kristoffur Vidtfeldt 8.),Símun Hansen GÍ: Marcin Dawid - Jónreid Dalheim, Atli Gregersen(Krzystof Popczynski 79.), Robert Rzeczycki, Bjarni Justinussen(Poul Henning Jacobsen 73.) - Áslakkur Petersen, Magni Jarnskor, Sam Jacobsen(Poul Arni Jacobsen 29.), Hanus Jacobsen - Súni Olsen, Sámal Joensen Gult kort: Áslakkur Petersen Reytt kort: Bergleif Sólsker - Poul Arni Jacobsen Dómari: Birgir Sondum FAKTA Súni Olsen vísti enn einaferð sín klassa, tá ið GÍ mikukvøldið á útivølli vann 5-1 móti B71 í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Súni skeyt trý av teimum fimm málunum hjá GÍ savnsmynd Startrøðin til FM-róðurin á Fjarðastevnu 2005 Alvaróður, gentur 1 Falkur 2 Ritan 3 Sílið 4 Hvassi 5 Ørnin 6 Dúgvan 7 Royndin Fríða 8 Drekin 9 Firvaldur 10 Tjógvin Alvaróður, dreingir 1 Ritan 2 Dúgvan 3 Havfrúgvin 4 Jómfrúgvin 5 Royndin Fríða 6 Fípan Fagra 7 Sílið 8 Tarvurin 9 Falkur F i m m m a n n a f ø r , dreingir 1 Tjaldrið 2 Blikur 3 Ritan 4 Fípan Fagra 5 Sílið 6 Drekin 7 Dúgvan Seksmannafør, kvinnur 1 Gongurólvur 2 Páll Fangi 1G 3 Riddarin 4 Jarnbardur 1G 5 Lómur 6 Sølmundur 1G Fimmmannafør, gentur 1 Erla Kongsd. 2G 2 Tjaldrið 1G 3 Drekin 4 Blikur 5 Havfrúgvin 6 Tekla Fimmmannafør, kvinnur 1 Junkarin 2 Ritan 3 Drekin 2G 4 Firvaldur 5 Frúgvin 6 Sílið 7 Blikur 8 Fípan Fagra 9 Ørnin 10 Royndin Fríða 11 Falkur Seksmannafør, menn 1 Víkingur 2 Lómur 3 Smyril 4 Hósvíkingur 1G 5 Strálan 6 Jarnbardur 7 Gongurólvur 8 Sølmundur 2G 9 Sundabáturin 10 Páll Fangi 1G 11 Stjørnan 12 Fuglfirðingur 1G Áttamannafør 1 Miðvingur 2 Ørvur 1G 3 Kvívíkingur 1G 4 Nevið Reyða 5 Argjabáturin 1G 6 Árnfirðingur 7 Knørrur Tíggjumannafør 1 Skálabáturin 2 Havnarbáturin 3 Nólsoyingurin 4 Eysturoyingur 5 Hoyvíkingur 6 Vágbingur