Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

ÍF og B68 spældu ein javnan og tættan dyst í fyrru hálvfinaluni í kappingini um Løg- manssteypið í Fugla- firði mikukvøldið. Fuglfirðingar vunnu dystn 2-1, men tað kundi eins væl verið toftamenn, ið fór av- stað við sigrinum LØGMANSSTEYPIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Alt er púra opið undan seinnu hálvfinaluni á Toft- um, sum verður leikt 24. juli. Skal metast út frá dystinum mikukvøldið, er tað als ikki ógjørligt hjá B68 at basa ÍF og vinna sær sess í finaluni á ólavsøku. Fuglfirðingar byrjaðu best Ikki óvæntað legði ÍF trýst á toftamenn frá fyrsta bríksli. Útgangsstøðið hjá fuglfirð- ingum var rættuliga offens- ivt við Magna á Lakjuni, Sylla Ahmed og Hanus Eli- asen sum áleyparum. Hanus var kanska miðvallari á taktiktalvuni, men hann leikti meiri sum áleypari. Stóra trýstið gav fugl- firðingum nakrar hálvar møguleikar, men kontanta verjuspælið hjá toftamonn- um gjørdi sítt til, at tað sjáldan var tann heilt stóri vandin á ferð. Hóast toftamenn ikki megnaðu at spæla seg til nakrar serliga møguleikar í fyrra hálvleiki, so fingu teir tó onkran heilt stóran møguleika burtur úr at kalla ongum. Tá ið eitt gott korter var farið av dystinum, fór Bartal Eliasen í ÍF-verjuni skeivur av einari langari sending frá B68-miðvøllin- m, og Jóan Petur Poulsen gjørdist leysur móti ÍF- málinum. Tórður Thomsen í ÍF-málinum fekk tó vart fyri, og ÍF gjørdi skjótt av og fór í kontraálop, sum endaði við, at Sylla Ahmed kom at standa leysur mitt fyri, men fluktarin hjá hon- um fór beint oman fyri málið hjá B68. Hesin sami Sylla Ahmed var ein støðug hóttan fyri verjuna hjá B68, men alt ov ofta bleiv tað ov fjasut hjá honum, og onki spurdist burturúr. Men tá ið ein hálvur tími var leiktur, bragdaði hjá ÍF, og ikki óvæntað hevði Sylla ein avgerandi leiklut. Fót- fimi áleyparin slapp aftur um bakkin hjá B68 úti í høgru síðu, og hann sendi skjótt ein góðan bólt inn í brotsteigin hjá B68, har Hanus Eliasen var fyrstur á og potaði í netið til 1-0. Álopið fekk ov lítla hjálp Toftamenn royndu at koma upp á javnt aftur, men tað tóktist ikki sum um, at B68 hevði neyðuga hugflogið til opna sterku miðverjuna hjá ÍF við teimum báðum Sím- un og Bartal Eliasen. Onk- untíð var roynt at senda høgar bóltar niðan móti John Petersen, men hóast fyrrverandi landsliðskemp- an er sterkur við høvdinum, so hevði hann tað trupult móti teimum báðum stóru miðverjunum hjá ÍF. Somuleiðis tóktist tað eisini sum um, at tá ið B68 royndi seg fram eftir vøllin- um, so vóru teir báðir áleypararnir alt ov einsa- mallir, tí at miðvøllurin ikki kom farvið og stuðlaði í álopsspælinum. Hetta batn- aði tó eftir steðgin. Fyrsta løtan av seinna hálvleiki var eitt sindur tom, men so líðandi legði B68 eitt størri og størri trýst á fuglfirðingar, og tað tóktist sum um, at tað bert var ein spurningur um tíð, áðrenn B68 fór at javna. Málið kom so, tá ið eitt gott korter var leikt av seinna hálvleiki. John Pet- ersen vinnur bóltin heilt úti við baklinjuna í vinstru síðu. Hann leggur bóltin tvørtur um í brotsteiginum hjá ÍF til Eyðstein Skipanes, sum hegnisliga leggur bólt- in út frá til Jann Inga Petersen, sum staddur áraka brotsteigarmarkið langar bóltin í netið, uttan at Tórð- ur í ÍF-málinum hevði nakr- an møguleika at verja fyri. Bæði liðini trýstu nú í eini roynd at fáa sigursmál- ið, og nakrir møguleikar spurdust eisini. Toftamenn kenna seg ivaleyst snýttar fyri eitt brotsspark, tá ið Jóan Petur Poulsen fór um koll eftir ein nærdyst við Eyðálv Petersen, og sum myndirnar aðrastaðnis á síðuni vísa, so høvdu tofta- menn grein í sínum máli, men Petur Reinert, sum annars dømdi ein góðan dyst, lat ikki við seg koma. Hanus gjørdist dagsins maður Ístaðin vóru tað fuglfirðing- ar, ið setttu trumf á, tá ið teir góðar tíggju minuttir fyri leiklok, fingu sigursmálið. ÍF fekk hornaspark í vinstra borði, sum var sent høgt og væl innfyri. Bólturin fór framvið málinum, og við handaru stong stakk Hanus Eliasen seg upp, og hann setti krúllin undir bóltin, sum fór í netið, og so var heimaliðið aftur omaná. B68 royndi at trýsta í eini roynd at koma upp á javnt enn einaferð, men tað nærmasta, ið teir komu, var eitt kolldømt mál. Eitt sindur av roki var móti endanum av dystinum, tá ið innskifti Kristian Anton Andreasen rættuliga ófanta- liga rendi Høgna Zach- ariassen um koll úti í aðrari síðuni, soleiðis at Høgni fór bóltandi út í lýsingarskeltini við vøllin. Summir mistu høvdið, og tað endaði við, at Kristian Anton hjá B68 og Fritleif í Lambanum hjá ÍF fingu hvør sítt gult kort, men rættast hevði ivaleyst verið, at báðir tveir vóru riknir av vølli. Við 2-1 sigrinum hava fuglfirðingar besta út- gangsstøði undan seinnu hálvfinaluni á Toftum og hálvatriðju viku, men hin- vegin prógvaðu toftamenn, at teir saktans kunnu koppa samlaða úrslitinum, soleið- is at teir verða annað lið í finaluni á ólavsøku, men hinvegin kunnu fuglfirð- ingar noyðast við einum javnleiki. Harumframt er vert at hava í huga, at ÍF er í fremstu deildini, og av tí sama hava eru teir í ár meiri vanir við slíkar tættar og intensar dystir. Einki er avgjørt Nr. 128 - 8. juli 2005 19 ÍF-B68 2-1(1-0) 1-0 Hanus Eliasen 30. 1-1 Jann Ingi Petersen 63. 2-1 Hanus Eliasen 79. ÍF: Tórður Thomsen - Fritleif í Lambanum(Sverri Ellingsgaard 89.), Bartal Eliasen, Símun Eliasen, Áki Petersen - Hanus Eliasen, Gunnar Nielsen(Atli Petersen 81.), Eyðálvur Petersen, Høgni Zacharias- sen - Magni á Lakjuni(Eyðun Ryggshamar 67.), Sylla Ahmed B68: Albert Sævarson - Alex Troleis, Ove Magnus- sen, Arnbjørn Danielsen, Jákup Eli Olsen - Eyðstein Skipanes(Johan Dávur Højgaard 83.), Bogi Peter- sen (Fabricio Borges 89.), Jann Ingi Petersen, Øssur Hansen - John Petersen(Kristian Anton Andreasen 64.), Jóan Petur Poulsen Gult kort: Símun Eliasen, Fritleif í Lambanum, Bartal Eliasen - Jann Ingi Petersen, Kristian Anton Andreasen Dómari: Petur Reinert FAKTA Albert Sævarson í B68- málinum er hægstur og fær bóltin av vandaleið, meðan Eyðstein Skipanes spentur fylgir við gongdini Mynd: Álvur Haraldsen Her vildu toftamenn verða við, at teir áttu brotsspark, tá ið Eyðálvur Petersen rendi Jóan Petur Poulsen um koll. Sum myndirnar eisini vísa, høvdu toftamenn helst grein í sínum máli Myndir: Álvur Haraldsen