fríggjadagur 8. juli 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 128 - 8. juli 2005
Áhugin fyri
motorsúkklum og
prutlum í Føroyum er
støðugt vaksandi, og
fyribrigdið Road
Racing vinnur seg
alsamt fram her á
landi. Farna
vikuskifti var kappast
í Miðvági.
ROAD RACING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kappingin í Road Racing
leygardagin var fyri prutl,
sum hava í mesta lagi 50
kubikk. Kappast var í
trimum bólkum - senior,
old boys og kvinnur.
Agnar er í serflokki
Í Miðvági var enn einaferð
staðfest, at Agnar Dahl er í
serflokki, tá ið tað kemur til
kappkoyring her á landi.
Hetta var triðja Road
Racing kappingin í ár, og
Agnar vann fyri triðju ferð
á rað.
Óalmenn kapping um
føroyameistaraheitið
í
Road Racing var eisini í
fjør, og tá vóru fimm kapp-
ingar á skránni. Tá vann
Agnar allar fimm kapping-
arnar, og alt bendir á, at
hann ætlar at endurtaka
bragdið í ár.
Kenneth Joensen gjørdist
nummar tvey leygardagin,
meðan yngri bróður Agnar,
Rúni Dahl, gjørdist numm-
ar trý. Á samlaðu stigatalv-
uni liggur Rúni tó framman
fyri Kenneth Joensen, men
langt er upp til Agnar Dahl
í oddinum.
Sera tætt hjá teimum gomlu
Fimm mans vóru við í
kappingini hjá Old Boys,
og kappingin var rættuliga
spennandi. Tá ið avtornaði
var
tað
tó
Hans
M.
Danielsen, ið fór avstað við
sigrinum, meðan Anfinn
við Hálsagarð og Jonny
Thomassen komu á næstu
plássunum.
Í samlaðu FM-kappingini
er sera tætt millum fýra teir
fremstu, og tí er einki
avgjørt enn. Kartin Mikkel-
sen er á odda við 54 stig-
um, men bara fimm stig eru
niður til Jonny Thomassen
á fjórðaplássinum.
Lítil spenningur hjá
kvinnunum
Undirtøkan millum kvinn-
urnar er ikki eins góð hjá
monnunum,
men
fýra
kvinnur vóru so við í Road
Racing kappingini í Mið-
vági leygardagin. Enn eina-
ferð staðfesti Gurry Carls-
dóttir, at tað liggur sera væl
fyri hjá henni. Hon vann
kappingina trygt, og harvið
hevur hon vunnið allar
tríggjar kappingarnar í ár.
Maika
Dahl
gjørdist
nummar
tvey,
meðan
Conny Thomassen gjørdist
nummar trý, og Barbara
Husgaard nummar fýra.
Heilt fimm av fólki
høvdu lagt leiðina framvið
økinum í Miðvági, har
koyrt var, og tað tykist sum
um áhugin fyri hesari kapp-
ingargrein er vaksandi í
Føroyum. Onkur av teim-
um føroysku koyrarunum
hevur eisini verið í Dan-
mark og tikið lut í kapping-
um har.
Føroysku kappkoyrarar-
nir hava søkt myndug-
leikarnar um eitt øki, har
teir regluliga kunnu fáast
við hesa ítrótt, men tað
hevur enn ikki eydnast
teimum at fáa ávíst eitt stað
frá myndugleikunum.
Road Racing stigatalvur
Senior:
Navn:
Stig:
1. Agnar Dahl
75
2. Rúni Dahl
48
3. Heini Guttesen
46
4. Kenneth Joensen
40
5. Allan Joensen
32
6. Rói Poulsen
19
7. Jákup Berg
16
8. Tórolvur Samuelsen
11
9. Anfinn við Hálsagarð
11
Old Boys:
Navn:
Stig:
1. Kartin Mikkelsen
54
2. Anfinn við Hálsagarð
53
3. Hans M. Danielsen
50
4. Jonny Thomassen
49
5. Bjarni Poulsen
27
Kvinnur:
Navn:
Stig:
1. Gurry Carlsdóttir
75
2. Conny Thomassen
45
3. Maika Dahl
40
4. Birita Ellevang
36
5. Birita Bláhamar
13
6. Barbara Husgaard
13
Úrslit frá Road Racing í
Miðvági
Senior:
1. Agnar Dahl
(Aprilia)
2. Kenneth Joensen
(Aprilia)
3. Rúni Dahl
(Aprilia)
4. Heini Guttesen
(Derbi)
5. Anfinn við Hálsagarð
(Aprilia)
6. Allan Joensen
(Aprilia)
7. Rói Poulsen
(Peugeot)
8. Jákup Berg
(Peugeot)
Old Boys:
1. Hans M. Danielsen
(Aprilia)
2. Anfinn við Hálsagarð
(Aprilia)
3. Jonny Thomassen
(Aprilia)
4. Kartin Mikkelsen
(Aprilia)
5. Bjarni Poulsen
(Peugeot)
Kvinnur:
1. Gurry Carlsdóttir
(Aprilia)
2. Maika Dahl
(Aprilia)
3. Conny Thomassen
(Aprilia)
4. Barbara Husgaard
Ein deymur av bensini
og brendum gummi
Agnar Dahl prógvaði leygardagin enn einaferð, at hann er nógv tann besti føroyingurin á
tveimum hjólum. Hann vann allar kappingarnar í fjør, og hann hevur eisini vunnið allar
higartil í ár.
Mynd: Jens Kr. Vang
Tað var sum í útlondunum, tá ið Road Racing kappingin fór av bakkastakki í Miðvági leygardagin. Allar súkklurnar stóðu klárar
og bíðaðu eftir, at starturin skuldi fara.
Mynd: Jens Kr. Vang