Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ráðstevnan ‘Fiski- skapurin komandi árini’ gav vónir um menning av samstarvi millum Fiskirann- sóknarstovuna og vinnuna, samstundis sum fiskifrøðingar fingu fleiri fleingjur fyri ikki at hava tikið nóg væl støði í veru- leikans fiskivinnuligu fyritreytum FISKIVINNA Búi Tyril tyril@PRnewsMedia.com Nú áðrenn Bjørn Kalsø fiskimálaráðharri hevur sligið fast hvørt ársins dagatal í fiskidagaskipanini skal justerast ella ei, var ikki sørt av spenningi í luft- ini tá Fiskirannsóknarstov- an skipaði fyri ráðstevnu mikudagin 6. juli undir heitinum ‘Fiskiskapurin komandi árini.’ Útvarps- høllin, við egnum streym- generatori í hesum streyku- tíðum, varð tikin í nýtslu ístaðin fyri Norðurlanda- húsið sum annars ætlað, og var væl pakkað við fólki úr fiskivinnuni, Fiskimálaráð- num og ymiskum stovnum og fyritøkum. Meðan fleiri úr vinnuni óttaðust fyri at tiltakið skuldi kunna gerast til eina showcase fyri siðbundna fiskifrøði og harvið eitt hugsandi forum fyri øll heimsins veiðitálmandi til- tøk, so vísti tað seg at rákið heldur gekk hinvegin: ein væl unt fleingja til fiski- frøðingar fyri teirra um- gang við óveruligum tøl- um, modererað við viður- kennandi virðing fyri tí góða og týðandi arbeiði somu frøðingar samstundis gera á ymiskum økjum. Men Fiskidaganevndin slapp heldur ikki heilt snikkaleys; hon hevði við sínum tilmæli, sum Henrik Old tók til, »fyri fyrstu ferð gjørt ein kardinal brølara.« Júst hetta at Fiskidaga- nevndin í ár, á fyrsta sinni, ikki stóð saman úteftir um sítt tilmæli, hevur givið høvi til óró millum bæði reiðarar og útróðrarmenn. Fleiri hava kritiserað til- mælið og undrast yvir hví nevndin mælti til at skerja dagatalið hjá línuskipun- um. Eitt nú helt Anfinn Olsen, reiðari á Akrabergi, Høgabergi og Stapanum, tá vit tosaðu við hann í juni, at Fiskidaganevndin var rikin av leið við ársins tilmæli. »Hatta var skeivt av teim- um at koma við,« segði An- finn Olsen, ið verður rokn- aður sum ein av arkitektun- um aftan fyri fiskidaga- skipanina frá 1996. »Hasar skerjingarnar við hasum grundgevingunum eru ikki í tráð við andan í fiskidaga- skipanini; hatta minnir meira um eina ráðgeving fyri kvotur.« Kritiskur Kjartan Programmið fyri ‘Fiski- skapin komandi árini’ byrj- aði við at Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við fiski- vinnumálum, beyð øllum vælkomin og setti ráðstevn- una; síðani presenteraði Hjalti í Jákupstovu, stjóri Fiskirannsóknarstovunnar, føroysk veiðihagtøl yvir 100 ár; honum næstur greiddi Jákup Reinert frá tilmælinum hjá Fiskirann- sóknarstovuni; næstur var Óli Samró við tilmælinum frá Fiskidaganevndini; so Kristin Rasmussen við framløguni ‘Fiskiorkan á Landgrunninum og Føroya Banka’; Petur Steingrund og Eilif Gaard greiddu síð- ani frá um gróður og fiski- skap; kanadiarin J. J. Maguire segði frá um ‘Regluna um fyrivarni í fiskiskapi og vistfrøðilig atlit’; Meinhard Jacobsen fyrilas um ‘Hvørji krøv setir marknaðurin?’, og at enda, áðrenn eitt panel orðaskifti, legði Kjartan Hoydal fram sítt innlegg, ið bar heitið ‘Fiskidagaskip- anin í 9 ár - hvat nú?’ Var Kjartan Hoydal krit- iskur móti tilmælinum frá Fiskidaganevndini um at skera í fiskidøgunum hjá línuskipunum, so var hann minst líka atfinningarsam- ur móti tí ráðgeving sum føroyskir myndugleikar hava fingið og framvegis fáa frá fiskifrøðingunum hjá ICES og Fiskirannsókn- arstovuni. »Ráðgevingin hóskar ikki til fiskidagaskipan- ina,« segði Kjartan Hoydal. Fyrrverandi fiskivinnu- stjóri hjá Føroya Landsstýri og roknaður millum teirra ið vóru við til skapa ta før- oysku fiskidagaskipanina, er Kjartan Hoydal vanur fiskivinnu fyrisiting; hann er skrivari í millumtjóða felagsskapinum NEAFC (North East Atlantic Fishe- ries Commission), umframt fyrrverandi forseti í NAFO (Nothwest Atlantic Fishe- ries Organization) og fyrr- verandi formaður í NAMMCO (North Atlantic Marine Mammals Com- mission). Útbúgvin innan lívfrøði og havvistfrøði, gav hann ráðgevingini hjá fiskifrøðingunum ein lemj- andi kritikk. »Stovnsmetingar vísa seg altíð at vera skeivar í mun til bæði nútíðina og fram- tíðina,« segði Kjartan Hoy- dal og vísti við hjálp av hagtølum á historikk yvir veiðina og ósamsvarið við stovnsmetingar sum hava verið brúktar í ráðgevingini hjá ICES og Fiskirannsókn- arstovuni. »Stovnsmetingar kunnu ikki brúkast sum metoda til at stilla upp á veiðitrýstið,« konstateraði hann og vísti á at fiskidaga- skipanin ikki er ein kvota- skipan. Við adressu til Meinhard Jacobsen, sum óbeinleiðis bendi á at føroyingar ikki hava nakra veruliga skipan fyri stýring av fiskivinnuni, meinti Kjartan Hoydal at fiskidagaskipanin við øll- um teimum amboðum ið eru tengd at henni, er at rokna sum ein tann besta í øllum heiminum. Men, legði hann afturat, tær upp- runaligu útrokningarnar fyri teir ymisku skipabólk- arnar mugu gerast umaftur, so skipanin samsvarar betur við broytingar sum síðani 1996 eru hendar í flotanum. Hinvegin hevur ráðgev- ingin hjá ICES og Fiski- rannróknarstovuni ongantíð verið lagað eftir fiskidaga- skipanini og teimum fyri- treytum ið eru serligar fyri Føroyar, legði hann afturat. »Ráðgevingin hevur als ikki tikið støði í fiskidaga- skipani og her skjóti eg upp at Landsstýrið biðjur um eina aðra ráðgeving frá ICES, eina ráðgeving ið júst byggir á fiskidaga- skipanina.« Eitt annað Kjartan Hoy- dal fannst at var tann ósak- ligi ‘katastrofu stemningur’ sum verður blástur upp við- hvørt tá fiskidagar eru til viðgerðar. Hann helt eisini at tá ið tilmæli verða gjørd við støði í stovnsmetingum, so eigur tann stóri óvissu tátturin at framganga meira týðiliga. »Eg skilji ikki hendan katastrofu stemn- ingin sum kemur upp tá til- mælini skulu gerast,« segði hann, og legði afturat: »Man ger for lítið burtur úr óvissu faktorinum.« Tekur tíð Undir orðaskiftinum aftan á innleggini undraði búskap- arfrøðingurin Zvonko Mrdalo seg yvir at eingin fiskimaður sat í panelinum. Sjálvur arbeiðir hann á Hagstovuni men hevur umleið 10 ára royndir frá arbeiði í fiskivinnuni á sjógvi og landi. Við ávísing til tann stóra týdningin fiskivinnan hevur fyri tað føroyska samfelagið meðan tey tilmæli sum fiskifrøð- ingar og onnur geva politik- arunum hava stóra búskap- arliga og sosiala ávirkan, legði Zvonko Mrdalo dent á at Føroyar hava ongan marginal til at arbeiða út frá skeivum ella ivasomum hagtølum. »Í Stóra Bretlandi ella Danmark hevur fiskivinnan ikki so stóran relativan týdning fyri búskapin sum hon hevur í Føroyum,« segði Zvonko Mrdalo. »Tey londini hava onnur bein at standa á búskaparliga og kunnu altíð kompensera fyri møguligari niðurgongd í fiskivinnuni. Tílíkt hava Føroyar ikki marginal til, tí hjá okkum er fiskivinnan høvuðs motorurin, og ein ein høvuðsmotor má ikki steðga.« Við einari viðmerking sum kom aftan á at fleiri fiskimenn høvdu úttalað seg og givið fiskifrøðingum rætt í at gróðurin í sjónum saman við streymi og øðr- um viðurskiftum í nátúruni, er sera avgerandi fyri fiska- ríið, segði Zvonko Mrdalo: »Eg haldi tað er løgið at eingin fiskimaður situr í panelinum her. Hetta er hóast alt teirra arbeiðsøki og teir hava eina holla vitan um evnið.« Samanum tikið tóktust luttakarar at vera nøgdir við ráðstevnuna, sum kanska eisini eydnaðist at fáa ein konstruktivan dialog í gongd millum vinnuna, vís- indafólkini, burokratarnar og politikararnar. Bjørn Kalsø fiskimála- ráðharri frøddist um tað breiða orðaskiftið og ym- iskt av tí sum kom fram. Tað sama gjørdu fleiri onn- ur, millum annað Jørgen Niclasen, fyrrverandi fiski- málaráðharri. »Hetta var nógv betri enn eg hevði væntað,« viðmerkti hann undir einum kaffisteðgi. »Endiliga kemur hetta fram sum vit hava jabbað um í langar tíðir, millum annað tað at gróðurin hevur ein nógv størri týdning enn fiskifrøðingar fyrr vildu viðganga.« Olaf Olsen frøddist um at fiskifrøðingar og onnur eru farin at vísa øðrum enn sjálvari veiðini ans sum týðandi partar av frágreið- ingi til at fiskastovnar broytast. Hann vísti millum annað á at í Kanada verður tosað um eina nógv hægri fiskadeyðiligheit av náttúr- unnar hond, enn hvat eitt nú norðmenn higartil hava vilja viðgingið: Í Norra verður tvíhildið um at tann natúrliga deyðiligheits rat- an er í miðal 20 prosent, meðan kanningar í Kanada staðfesta ratan kann liggja nógv hægri, til og við oman fyri 40 prosent. Hesum mátti J.J. Maguire eisini geva Olaf Olsen rætt í; hann vísti samstundis á óvissu faktorar so sum kóp og alt tað hann etur. »Nógv av hesum hevur verið sera áhugavert at hoyra,« við- merkti Olaf Olsen. At enda vísti Hjalti í Jákupstovu á at tað krevur langa tíð fyri vísindini, kanska serliga í Føroyum við okkara smáu resursum, at arbeiða upp eitt nøktandi umfang av granskaðum evnum og at etablera teir samanhangir sum ynskiligt er. »Vit arbeiða við at fáa allar hesar tættirnar inn,« segði hann. »Tað tekur bara so nógva tíð at byggja tað upp.« Nr. 128 • fríggjadagur • 8. juli 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Kjartan Hoydal: Skeivt at brúka stovnsmetingar sum árligt stýriamboð Kjartan Hoydal á fiskivinnuráðstevnu í Havn