Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 128 - 8. juli 2005 FISKIVINNA Óli M. Lassen Botnfiskiskapurin við Før- oyar er alsamt lækkandi, og er hetta ein gongd, ið sam- bært Fiskaren eisini kann staðfestast í Noreg og Ís- landi. Hendan minking í fiskiskapinum er íkomin av minkandi fiskiinnsatsi í økjunum, ella kanska av øktum fiskiinnsatsi, har man ístaðin fyri at taka fiskin í land blaka hann út- aftur. Hetta fyri at tryggja, at tey í rópa harðast um ov- urtroyttar fiskastovnar kunnu gerast nøgd. Hend- an ovurhonds eygleiðing og meting av náttúrutil- feinginum í sokallaðu framkomnu fiskivinnusam- feløgunum førir til, at minni verður fiskað ella kemur til høldar enn fyrr, og er tað vaksandi veiðu- orkan, ið fær skuldina fyri hetta. Tó verða tað alsamt sett fleiri spurnartekin við um hetta er so einfalt og fara vit her at lýsa fesk- fiskaveiðuna eftir útvaldum botnfiskasløgum við Før- oyar við søguligum brill- um. Fjølmiðlar og fiski- frøðingar skuldina Hendan minkandi veiða í søguligum sjónarhorni stavar frá tí alsamt vaksandi trýstið fjølmiðlar, fiski- frøðingar og onnur leggja á tey í gagnnýta náttúrutil- feingi, serliga botnfiska- sløgini, tosk, hýsu, upsa. Fiskaren spyr í grein um Føroyar fara at megna at varðveita søguliga fiski- veiðu undir dagaskipanini ella um veiðan eisini ferð at fella undir Føroyum. Sosialurin kann í dag vísa á, at veiðan yvir eitt 30 ára skeið eftir botnfiski, hevur í miðal verið á sama støði sum í dag ella hægri. Sum talvan vísir so er fiskiskapurin eftir toski ávikavist 29 túsund tons í miðal árini 1972-1982, góð 24 túsund tons í tíðarskeið- inum 1983-1993 og góð 28 túsund tons í seinasta tíðarskeiðinum, ella á leið tað sama sum miðalveiðan í tíðarskeiðinum frá 1972 til 1982. Hýsuveiðan var góð 17 túsund tons í fyrsta tíð- arskeiðinum og góð 11 tús- und tons í tíðarskeiðinum frá 1983 til 1993 meðan hon var sløk 16 túsund tons í tíðarskeiðinum frá 1994 til 2004. Veiðan eftir upsa var í miðal 35.779 tons í tíðarskeiðinum frá 1972 til 1982 og var hon sløk 45.000 tons í tíðarskeiðin- um frá 1983 til 1993 og er lækka aftur í tíðarskeiðin- um 1994 til 2004 og er nú á leið tað sama sum árini 1972 til 1982. Brosma , longa og blálonga er lækka og er í tíðarskeiðinum 1994 til 2004 einans 10.272 tons um árið, umroknað sum miðalveiða. Miðal botnfiskaveiðan yvir 3 tíðarskeiðir Í tíðarskeiðinum frá 1972 til 1982 fiskaðu vit góð 97.000 tons av botnfiska- sløgunum tosk, hýsu, upsa, brosmu, longu og blálongu. Í tíðarskeiðinum frá 1983 til 1993 fiskaðu vit eisini á leið 97.000 tons av áður nevndu botnfiskasløgum, rokna sum miðaltøl fyri tíðarskeiðið. Og í tíðar- skeið frá 1994 til 2004 fisk- aðu vit einans sløk 90.000 tons í miðal um árið av hesum botnfiskasløgum. Miðal fiskiveiða yvir tvey tíðarskeiðir Um fiskiskapurin eftir hes- um botnfiskasløgum verð- ur deildir í tvey tíðarskeiðir so sæst at í tíðarskeiðinum frá 1971-1987 bleiv fiskað góð 100 túsund tons og í tíðarskeiðinum frá 1988 til 2004 einans vóru fiska góð 87.000 tons. her er talan um eina minking umroknað sum miðaltøl í svarar til, at tað eru veidd góð 14.000 tons minni hvørt ár í mun til tíðarskeiðið 1971 til 1987. Spurningurin er so um tað er orsøk at stúra og gera niðurstøður í byggja á ovurfisking ella at talan heldur er um eina náttúrliga umskiftan í fiskiskapinum orsaka av ymiskum náttúrugivnum fortreytum og í minni mun orsaka av okkara veiðuinnsatsi tey seinastu árini. Tað er blá- oygd at halda at vit hava eina vitan og gransking sum ger, at vit eru før fyri at regulera fiskastovnarnar við Føroyar, við bert at hyggja at einfaldum veiðu- tølum yvirlitstrolingunum og einari fiskidagaskipan eftir 1996. Lækkandi fiski- innsatsur við Føroyar Miðalveiða við Føroyar eftir útvaldum botnfiskasløgum 3 tíðarskeið tils. 33 ár