fríggjadagur 8. juli 2005síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 8. juli 2005
23
FISKIVINNA
Óli M. Lassen
Greiningin sum Sosialurin
her hevur gjørt, vísir at
feskfiskaveiðan eftir toski,
hýsu, upsa, brosmu, longu
og blálongu við Føroyar,
hevur tey seinastu 34 árini,
umroknað sum miðalveiða,
verið á leið 95.000 tons ár-
liga. Men sum talvan eisini
vísir, so eru tað sveiggj í
fiskiskapinum uppá meira
enn 60.000 tons. Nevniliga
millum 60.000 og 120.000
tons. Talvan vísir eisini at
vit fiskaðu eins nógv mið-
skeiðis í 1970 ´unum og
80´unum sum vit gjørdu
árini 2002 til 2003. Spurn-
ingurin er so hvussu kunnu
ella skulu vit raka miðal-
fiskiveiðuna
Talvan vísir greitt, at tá
botnfiskaveiðan
kemur
áleið tey 120.000 tonsini so
fellur hon aftur. Sum víst á
aðrastaðni í blaðnum í dag,
so er talan um fallandi
veiðu undir Føroyum sæð í
søguligum ljósið. Spurn-
ingurin er so hvat politikar-
ar og fiskifrøðingar ynskja
skal fiskast við Føroyar;
skal tað verða 80.000 tons
um árið ella 100.000 tons
ella ein heilt onnur miðal-
veiða.
Sum talvan vísir, so er
tað greitt, at fiskiskapur
broytist
óansæð
hvønn
fiskiflota vit hava, og sigast
kann at feskfiskaflotin er
nógv broyttur frá 1971 og
fram til í dag. Fiskimanna-
felagið og formaður felag-
sins Óli Jacobsen hevur
gjørt eitt stórt arbeiði við at
greina ICES frágreiðingar
og vísa á skeivleikarnar í
hesum álitunum. Tó eru
hesu álit framhaldandi týð-
andi grundarlag undir Før-
oyska fiskivinnupolitikk-
inum og kunnu vit spyrja
um samfelagið hevur ráð til
hetta.
Neyðugt við skila-
góðari ráðgeving
Óli Jacobsen vísir í FF
blaðnum á, at skipanin við
fiskidøgunum virkar til
fulnar og prógvar hann við
tølum, at er lítið til av fiski
verður fiska minni og er
stovnurin væl fyri so verður
eisini fiskað meira.
Sum talvan her vísur so
eru stór sveiggj í fiskiskap-
inum eftir ymisku fiska-
sløgunum. Og kunnu hesar
broytingar ikki tilskrivast
broytingar í veiðuorkuni
eina.
FISKIVINNA
Óli M. Lassen
Tað er eingin ivi um, at
tann fiskivinnugransking
við hava sæð tey seinastu
árini ikki megnar at fáa
tilvega rætta mynd av livi-
umstøðunum í sjónum.
Spurningurin
er
eisini
hvussu vit kunnu tað, tá í
bóndin ið sáar markina jú
heldur ikki kann siga hvat
hann hestar. Her eru viður-
skiftir sum ov nógv regn,
ov nógv sól og túrkur, ella
skaðadjór v.m. At halda at
nakrar
yvirlitstrolingar,
nitrukanningar og gróður-
kanningar við meira, ið
byggja á eitt veikt hagfrøð-
isligt tilfar kann siga okk-
um hvussu nógv vit kunnu
veiða av einum fiskastovni
hvørt ár er naivt at halda.
Tó er eingin ivi um, at tann
vitan fiskifrøðingar savna,
er sera áhugaverd og kann
verða partur av tí grundar-
lagið fiskivinnupolitikkur-
in skal byggja á, men kann
hetta ikki standa aleina.
Tann háttur ið nýttur
verður gevur ikki eina ná-
greiniliga og úttømandi vit-
an um hesu viðurskiftir, og
er tað neyðugt at menna
okkara fiskivinnugransk-
ing, so at hendan veruliga
kann verða grundarlag und-
ir haldgóðum forsøgnum.
Tað teoretiska arbeiði má
styrkjast munandi og má
ein faklig greining gerast
millum stovnstrýst, veiðu-
orku og veiðutrýst.
Í Føroyum eru Feskfiska-
flotin so lítil at møguligt er
ítøkiliga at gera metingar
av broytingunum í veiðu-
orkuni hjá einstøku skipa-
bólkunum og skipunum um
man ynskir tað.
Fiskimenn & fiski-
frøðingar samdir
Trupulleikin í Føroyum er,
at sjálvt fiskimenn halda, at
nakrir línubátar ella línu-
skip eru við til at oyða
grunnarnar við Føroyar. At
halda at til dømis 5 Línu-
skip ella 4 partrolarar og 2
djúpvatnstrolarar og 20 út-
róðrarbátar meir ella minni
eru við til, at oyða fiski-
vinnumøguleikarnar
við
Føroyar er heilt burturvið.
Heldur er talan um at pláss-
ið hjá verandi flota gerst
trongligt og harvið ávirkar
hetta eisini veiðumøguleik-
arnar. Tað eru heilt aðrar
náttúrukreftir, ið hava nógv
størri ávirkan á livilíkindi
og fiskivinnumøguleikar-
nar við Føroyar, enn ein lítil
broyting í samansetingini
av flotanum. Hetta prógvar
fiskivinnusøgan til fulnar,
her er neyðugt at sláa kalt
vatn í blóðið og viðurkenna
at fiskur hevur stert og
kemur og fer. Samstundis
sum vit mugu ásanna at
veiðan seinastu árini ikki er
annarleiðis enn í 1970´un-
um og 80´ unum.
Fiskivinnan og
fjølmiðlarnir
Samfelagið og fjølmiðlar-
nir sum heild hava ikki
megna at fyrihildið seg til,
at vinnan hevði nøkur góð
ár og at 1996 og 1997 vóru
avbera góð ár til tosk og
aftur í 2002 og 2003 var
góður
fiskiskapur
eftir
toski. Talvan vísir til fulnar
hvussu toskafiskiskapurin
broytist og sum áður nevnt
skal annað og meir til enn
ein forkláring um broytt
veiðutrýst.
Kann feskfiskaveiðan við Føroyar
verða 95.000 tons um árið
Fiskivinnugransking við eitt vegamót
Botnfiskaveiðan við Føroyar 1971–2004
Heildarveiðan við Føroyar 1971–2004 (tons):
Toskur - Hýsa - Upsi - Brosma - Longa & Blá Longa
Veiða eftir toski við Føroyar 1971 til 2004