fríggjadagur 8. juli 2005síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 128 - 8. juli 2005
Vinnusíður seinkaðar
Vegna streymslitið hesa vikuna koma
Vinnusíðurnar nakað seinkaðar í blaðið.
Vinnusíðurnar eru aftur í blaðnum
mikudagin í komandi viku
Landsstýrið er um at
vera liðugt við at orða
ein nýggjan vinnu-
politikk. M.a. fer ein
kappingarlóg at vera
løgd fyri løgtingið,
sum skal forða fyri, at
vit ikki enda í eini
privatmonopollíkn-
andi støðu, tá privati-
seringar verða framd-
ar. Partur av vinnu-
politikkinum fer at
verða avdúkaður í
løgmansrøðuni á
ólavsøku sigur lands-
stýrismaðurin í
vinnumálum, Bjarni
Djurholm
VINNUPOLITIKKUR
OG PRIVATISERING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað gongur ikki dagur, at
vit ikki hoyra um, at ís-
lendingar hava keypt upp
stór feløg í útheiminum.
Sum tað seinasta hava teir
keypt danska Mærsk Air.
Vit spurdu Bjarna Djur-
holm, landsstýrismann í
vinnumálum, um hann sær
fyri sær tann møguleikan,
at tað vera íslendingar, sum
kanska fara at keypa upp
meginpartin av føroyskum
vinnulívi, tá tær umrøddu
privatiseringarnar
gerast
veruleiki?
- Tað er eingin ivi um so-
leiðis sum gongdin er í dag
og soleiðis sum íslendingar
vísa áhuga fyri Føroyum, at
teir verða millum framtíðar
aktørarnar her í Føroyum
eisini, men hvussu nógv
teir fara at keypa veit eg
ikki. Tað, sum er umráð-
andi fyri okkum, er, at tá
feløg verða keypt ella seld,
at vit hava kappingarreglar,
soleiðis at vit ikki enda í
eini monopolstøðu. Eg vil
gera alt fyri at sleppa undan
sum landsstýrismaður, at
vit fara frá einum almenn-
um monopoli til eitt privat
monopol. Tað er umráðandi
uttan mun til, hvør eigur,
um tað eru íslendingar ella
aðrir, at vit hava reglur,
sum tryggja okkum, at vit
ikki fáa eina monopolstøðu
í Føroyum innan fyri ávísar
vinnur. Til tess at forða fyri,
tá privatiseringarnar byrja,
at vit ikki koma at enda í
eini privatmonopollíknandi
støðu arbeiðir landsstýrið í
løtuni við at leggja eina
nýggja kappingarlóg fyri
løgtingið.
Landsstýrismaðurin
leggur aftrat, at tað er líka
mikið, hvør eigur hvat.
Bara tað virksemi, sum er, í
so stóran mun verður rikið
her úr Føroyum, at man
frígevur kapital, sum kann
vera við til at stovna nýtt
virksemi.
- Íslendingar keypa fleiri
flogfeløg, td. Sterling og
Mærsk, er tað ikki náttúr-
ligt at halda, at teir eisini
fara at keypa Atlantsflog.
- Tað er eingin ivi um, at
íslendingar vera millum
tey, sum hava áhuga. Men
tað eru kanska onnur, sum
hava áhuga fyri Atlantsflog
enn íslendingar, so tað
verður spennandi at síggja,
hvør fer at keypa.
Bjarni Djurholm skuldi
vera við í London herfyri,tá
ein stór sendinevnd úr
Føroyum fór at kunna seg
við fíggingarmarknaðir har
og fáa samband við fígg-
ingarstovnar í Bretlandi.
Hann var tá í USA í ørind-
um og harmast um, at høvi
ikki var at vera við í
Bretlandi.
- Tað átakið, sum lands-
stýrið tók stig til at gera í
London, var sera positivt.
Tað er sera umráðandi fyri
okkum, tá vit fara at selja út
av føroyskum aktivum, at
vit hava so nógvar áhugað-
ar, sum til ber og at vit fáa
kapping um tað vit skulu
selja. Bjarni Djurholm
leggur aftrat, at tað er
týdningarmikið fyri okk-
um, at vit fáa seriøsar keyp-
arar. Tess breiðari keypara-
skara tú hevur, tess betur
møguleika hevur tú fyri
sum seljari at velja tann
burtur úr, sum best passar
inn eitt konsept.
- Vit selja ikki bara yvir
háls og herðar. Vit koma
helst at selja við nøkrum
restriktiónum, soleiðis at
vit tryggja føroysk áhuga-
mál, so langt tað røkkur.
Soleiðis at tú hevur ein
ávísan tryggleika bæði frá
tí politisku skipanini og
millum tey, sum starvast og
virka dagliga í feløgunum.
Tað hevur nógv at siga fyri
meg.
Framtíðin hjá vinnuni
Nógv myrk skíggj eru á
luftini. Hvussu sær lands-
stýrismaðurin í vinnumál-
um framtíðina hjá vinnuni!
- Vit hava jú í dag
(fríggjadag, blaðm.) lagt
síðstu hond á ein nýggjan
vinnupolitikk, sum vit fara
at leggja fyri løgtingið í
august. Og vit fara at
avdúka ein part av honum í
sambandi við løgmans-
røðuna. Har hava vit valt at
síggja verðina frá einum
kanska øðrum sjónarhorni,
enn vit síggja tað til dag-
ligt. Og vónandi kann tað
vera við til at lata upp fyri
STARVSETAN
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Landsstýrismaðurin
í
oljumálum Bjarni Djur-
holm hevur gjørt av at seta
Sigurð í Jákupsstovu sum
stjóra í Oljufyrisitingini.
Hann hevur frammanundan
umsitið hetta starvið fyri-
bils. Nýggja starvið fer tó
at fevna um bæði Jarðfrøð-
issavnið og so Oljufyrisit-
ingina, sum áður var Olju-
málaráðið.
Hesir
báðir
stovnar eru lagdir saman
undir ein stovn.
Nú talan er um ein sam-
anlagdan stovn sigur Bjarni
Djurholm við Portalin, at
hetta merkir, at tey nú hava
avgreitt tað, sum lands-
stýrið setti sær fyri, tá tað
tók við í Tinganesi, nevni-
liga at samskipa hesar báð-
ar eindirnar. Uppá fyri-
spurning hvønn týnding
henda broyting fær fyri eitt
nú oljuleitiing við Føroyar
og tey útlendsku oljufeløg-
ini, sum arbeiða her, sigur
landsstýrismaðurin, at her
verður ikki talan um nakra
broyting. – At vit nú hava
sett Sigurð í Jákupsstovu
sum stjóra merkir, at vit
fara at halda fram við tí
arbeiði, sum hann hevur
gjørt seinastu árini. Hetta
er so bara ein sementering
av tí veruleika, sum hevur
verið. Vit eru nøgd við tað
arbeiði, sum Sigurð í Ják-
upsstovu hevur gjørt sum
fyribilsstjóri. Og vit vilja
við hesi setan tryggja okk-
um, at vit hava ein pro-
fessionellan
stovn
og
leiðslu.
Uppgávan hjá stjóranum
í Oljufyrisitingini verður at
halda fram við tí arbeiði
hann hevur staðið fyri. Her
eru tað serstakliga seis-
miskar kanningar í ár og so
helst eina ella tvær roynd-
arboringar næsta ár. Olju-
fyrisitingin hevur í eina tíð
verið í samráðingum við
oljufeløgini um at flyta
brunnar frá 1. útbjóðing til
onnur loyvi. Síðani er nógv
virksemi í bretskum øki
nær føroyska markinum, og
her er tað ein týðandi upp-
gáva at fylgja væl við, hvat
hendir.
Sigurð í Jákups-
stovu á odda fyri
føroyskari
oljumenning
Sigurð í Jákupsstovu, nú
stjóri á samanløgdu Olju-
fyrisitingini og Jarðfrøðis-
savninum
Privatiseringar nærkast – men:
Má ikki enda við
privatum monopoli
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður heldur alingin er við at
fóta sær aftur