fríggjadagur 8. juli 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 8. juli 2005
25
VIRÐISBRÆVA-
MARKNAÐUR
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað er nú góð vika síðani,
at føroyska oljufelagið At-
lants Kolvetni skrásetti seg
á føroyskum íslendskum
virðisbrævamarknaði. Tá
hevði hitt føroyska oljufe-
lagið,
Føroya
Kolvetni
longu verið skrásett á virð-
isbrævamarknaðinum
í
London í eina tíð. Bjarni
Djurholm, landsstýrismað-
ur í oljumálum sigur við
Portalin seg vera sera fegin
um, at føroyingar hava tikið
stig til at fáa tevy oljufeløg.
Einaferð var frammi eisini
at seta á stovn eitt alment
føroyskt oljufelag. Sjálvur
heldur landsstýrismaðurin,
at tað er ein skilagóð
gongd við tveimum pri-
vatum oljufeløgum.
– Eg haldi tað er sera
flott, at vit longu hava tvey
oljufeløg, sum bæði eru,
skrásett á altjóða virðis-
brævamarknaðum, ta eina í
London og hitt í Føroy-
um/Íslandi. Signalvirðið í
hesum er sera heppið og
gott fyri føroyska vinnu
sum so, og serliga tað at vit
hava feløg, sum megna at
koma á virðisbrævamarkn-
aðin, tí tað krevur sera
nógv av teimum, sum sita í
hesum feløgum. Eg vildi
ynskt, at fleiri føroyskar
fyritøkur umhugsaðu at
skráseta seg, so vit harvið
fingu størri rensl í pen-
ingakervið í Føroyum , so-
leiðis at tað aftur kom
vinnuni til góðar.
Landsstýrismaðurin
heldur tað finnast fleiri
føroysk feløg, sum hava so
mikið
professionella
leiðslu, at tey megna hetta.
Tað er ein spurningur um
hugburð.
OLJULEITING
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Nú landsstýrið hevur gjørt
av at seta ein stjóra fyri teir
báðar týðandi oljustovn-
arnar Jarðfrøðissavnið og
Oljufyrisitingina
sigur
landsstýrismaðurin í olju-
málum, Bjarni Djurholm,
við Portalin, at nettupp
komandi árið hjá nýggja
stjóranum verður kanska
tað mest avgerandi árið fyri
áhugan at leita eftir olju á
føroyskum øki í framtíðini.
– Eg livi í teirri trúgvi, at í
2006 fara royndarboringar
at vísa, at vit hava kolvetni
í undirgrundini í nøgdum,
sum um nøkur ár fara at
vísa seg at vera rakstrar-
verdugar. So hóast vit ikki
raka við olju komandi ár so
trúgvi eg, at tey úrslitini
fara bera á tað borðið. Tað
tykist fyri mær, sum at
áhugin fyri økinum er
spakuliga vaksandi aftur,
og tað er sera positivt. So
sæð frá mínum sjónarvinkli
verður 2006 eitt sera av-
gerandi ár fyri oljuleiting á
føroyskum øki, í hvussu er í
fyrsta umfari.
Bjarni
Djurholm
er
sannførdur um, at tað, sum
hendir hinumegin markið,
er tað, sum hevur skapt
nýggjan áhuga fyri før-
oyska økinum. -Vit kunnu
staðfesta, at teir somu
strukturarnir, sum eru í
bretskum
øki,
síggjast
eisini aftur okkara megin
markið. Og har hevur tað
víst seg, at fundini eru í
rakstrarverdugum nøgdr-
um. – Fáa vit boringar
longur norðuri á basaltøk-
inum, og tað har fer at vísa
seg at vera kolvetni, so er
tað sera áhugavert.
Frá hátíðarhlaidnum, tá Atlants Kolvetni varð skrásett á virðisbrævaamarknaðinum
Fleiri føroysk feløg megna at
fara á virðisbrævamarknaðin
2006 avgerandi fyri føroyska oljuleiting
Boring á landgrunninum í næsta ár verða avgerandi
nøkrum møguleikum. Men
tað er givið, at tá vit hyggja
at trupulleikunum í Føroy-
um, so tørvar okkum ikki
kapital. Tað er ein spurn-
ingur, hvussu hann verður
umsettur og fer at virka her
í Føroyum.
Bjarni Djurholm er púra
samførdur um, at tað al-
menna skal taka seg úr tí
virksemi tað er í og sum
ber til. Tað almenna skal jú
eisini royna at sleppa sær
undan teimum útreiðslum
tað hevur við at hava hesi
aktivini. - Vit gjalda 150
mill. kr. barav í rentum um
árið. Tað er ein stórur
postur á fíggjarlógini. Tað
er eisini týdningarmikið, at
tað almenna kann seta í
verk ein skattareform, sum
merkir, at tað er áhugavert
hjá øðrum, sum koma
henda vegin, at gera íløgur
í Føroyum. Og eisini mót-
vegis løntakarunum er tað
týdningarmikið,
at
vit
kunnu hava eina skatta-
skipan, sum ger, at serliga
tann tímalønti kann kenna
seg tryggan, sjálvt um
bruttolønin ikki hækkar.
Landsstýrismaðurin
sigur víðari, at vit hava
virkuliga nógv stór mál og
tøk fyri stavn. Tað er tí ein
spurningur
um
bæði
arbeiðsmarknaðarpolitikk,
skatta- og avgjaldspolitikk
og vinnupolitikk. - Eg veit,
at hetta landsstýrið er fyri
at gera broytingar tað kom-
andi árið og tað fer ólav-
søkurøðan m.a. at endur-
spegla leggur hann aftrat.
Hóast afturgongd í sam-
felagnum, so heldur Bjarni
Djurholm, at vit kortini
ikki mugu gloyma, at tað
eisini
eru
positiv
viðurskifti í samfelagnum.
Sjálvur er hann serstakliga
fegin um gondina innan
alivinnuna. – Tað, sum vísir
seg at ganga nógv skjótari,
enn vit tordu at vænta, er
tann sannroynd, at stórur
framburður fer fram innan
aling. Eitt nú er stórur
áhugi fyri toskaaling.Tað
eru tí góð útlit til, at innan
fyri eitt ella tey ár sær tann
vinnan totalt øðrvísi út enn
hon ger í dag.