Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 128 - 8. juli 2005 Danska arbeiðs- marknaðar-modellið er eitt tað besta, halda OECD og franski stjórnarleiðarin Doninique de Ville- pin. Tony Blair og Bret- land hava frá 1. juli formannsskapin í ES. Og tað í einum ES, sum bæði búskapar- liga og politiskt er í djúpari kreppu VALUTA, BÚSKAPUR OG ARBEIÐS- MARKNAÐUR: Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Tað sæst aftur á kurvu- myndini, sum vísir styrkis- lutfallið millum euro og dollar. Mánadagin fór euran ikki bert niður um 1,20, men eisini niður um 1,90. Hetta lutfalstal 1,20 hevur verið sum eitt mag- iskt mark, sum euran fleiri ferðir nærkaðist, men sum hon tó ikki fór niðurum. Men tað hendi so, øllum klárt, mánadagin í hesi vik- uni. Mánadagin kl. 13 no- teraði ECB lutfallið dollar /euro til 1,894. Men út á dagin kvinkaði euro eitt sindur uppeftir og lá og damlaði um 1,900. Sostatt stendur dollar í mun til euro á hægsta støði í 13 mán- aðar. Men málbrúkið: "ein veik euro", er kanska í summum førum nokkso misvísandi. Tí ein veik euro ger, at vørur, sum ekspor- terast eitt nú til USA, verða bíligari hjá amerikanarum at keypa. Ein "veik" euro skuldi verið fremjandi fyri útflutningsvinnuna í ES, og soleiðis møguliga kunna sett fer á búskapin og minka um arbeiðsloysi, sum enn er høgt, alt ov høgt í ES-londum. Vikan, ið fór, dag fyri dag. Mánadagin 27. juni. EU: Týska IFO-indexið, (vísir nakað um framtíðarálitið hjá týskum virkjum) vaks frá 92,9 til 93.3. USA: Tað er væntandi, at amerikanski centralbankin, the Fed, hós- dagin fer at hækka stuttu rentuna frá 3,00 til 3,25%. Hetta ávirkar longu nú valutakursin. Týsdagin 28. juni. Euran viknar, tí oljuprísurin gong- ur upp. US-dollar ávirkast ikki í sama mát, tí oljan handlast í dollar. Men japansk yen gongur niður, tí Japan flytur alla sína olju inn úr útlondum. Mikudagur 29. juni. Euran viknar, tí týski granskingarstovnurin DIW nú væntar, at týski búskap- urin ikki fer at vaksa við 1,8%, men bert við 0,9%. Í USA er væntandi, at vøkst- urin í framleiðslu fyri 1. kvartal verður 3,7% , sum er 0,2% hægri enn higartil ætlað. Eisini hækkar brúk- araálitið í USA. Í USA hækkaði CCI (consumer confidence index) til 105,8, sum er tað hægsta í USA í 3 ár. Eisini hetta styrkir vón- irnar um eina rentuhækkan við 0,25, sum verður kunn- gjørd hósdag Hósdagur 30. juni. Sum væntað bleiv rentan í USA hækkað við 0,25% til 3,25, meðan ECB í Europa fast- heldur eina rentu uppá 2,0%, sum hon hevur verið fast í eini 2 ár. Leysatíðindi um eina niðurseting av rentuni í eurø-økinum verður styrkt av, at Svøríki júst hevur sett rentuna niður. Fríggjadagur 1. juli. Tøl frá ES siga, at arbeiðsloysið er fallið eitt sindur, frá 8,9 til 8,8% fyri alt Euro-økið. Ikki nógv, men tann rætta vegin. Hetta skuldi verið eitt positivt tekin, men tað sæst ikki aftur á euro-kurs- inum, sum framfegis fellur. Brúkaraálit og vaksandi framleiðsla í USA, og tann vaksandi rentumunirin millum USA og Europa ger, at euran framvegis er veik.. Tony Blair sum for- maður í ES fær trupulleikar Mismót og klandur er partur av gerandisdegnum millum ES-politikkarar í dag. Høvuðsskilnaðurin gongur millum Bretland øðrumegin og Týskland og Frankaríki hinumegin. Blair legði í síni røðu í ES- parlamentinum dent á, at ES noyðist at arbeiða við í globaliseringini, og ikki ímóti. ES má ikki gerast protektionistiskt, sum hini bæði londini hava tendens til í fleiri førum. Eitt nú við at royna at verja seg móti bíligum textilvørum úr Kina. Men, sum hann tók til "Um europeisku londini hopa at sleppa undan glo- baliseringini, og ikki tora at taka av avbjóðingini, so risikera vit at fara skeivir." Blair tekur ramliga til og kallar hesa møguligu pro- tektionismu fyri eina: "Failure on a grand, stra- tegic scale." Eitt mistak á veldigum, strateg-iskum stigi. Næsta høvuðspunktid hjá Blair er, av gomlu landbún- aðarskipaninar í ES, sum slúka umleið helvtina av ES-fíggjarlógini, skulu av- takast. Tað eru í longdini burturspiltir pengar. Men problemið hjá Blair í hes- um sambandi er, at nýggju londini, sum komu inn í ES í 2002, eitt nú Polland, vænta framhaldandi stuðul ú hesum grunnum. Higartil hava Bretland og nýggju eystur-europeisku londini staðið saman. Men aftaná juni-fundin í Europaráð- num, har tað ikki - vegna bretska blokering - eydn- aðist at semjast um næstu fíggjarlógina, so er vátt komið í reiðrið millum Bretland og hesi lond. Bretska pundið mist virðið? Gjøgnum langa tíð er bretska pundið, eins og dollarin, styrkt í mun til euro. Arbeiðsloysið hevur verið væl lægri enn í ES annars, og framleiðslu- vøksturin væl hægri. Men so eru komin nýggj tøl, sum knappliga vísa, at vøksturin í framleiðslu í Bretlandi er uppsteðgaður. Sama við vanligum handli. Smásølan stendur í stað. Summir serkønir ganga so langt, sum at kalla pundið fyri "sjúka mannin" millum tær stóru valuta-eindirnar, euro, dollar, yen og pund. Møguliga fer nærmasta framtíðin, at vísa at bretska rentan, sum er uppá 4,75 (væl hægri enn bæði í USA og euro-økinum) verður sett niður. Pundið var fyri viku síðani vekslað til 1,500 euro, men nú mána- dagin gav tað bert 1,478 euro. Týsdagin viknaði pundið framvegis. Týskland og kapitalisman Á hesum vinnusíðum hava vit fyrr umrøtt tann "kapi- talismu-kritikk", sum týskir sosialdemokratar hava ført fram. Tað er serliga tann mátin, teir sokallaðu "hedge-funds" ella kapital- istiskir spekulatiónsgrunn- ar arbeiða uppá, sum er óberokniligur og møguliga de stabiliserandi. Hedge- funds hava ofta lítlan egin- kapital, men læna stórar mongdir, bæði frá íløgu- grunnum og ríkum privat- um, sum forvænta ein vinn- ing uppá 15-20%. Í Týsklandi blivu hesur grunnar eyknevndir "Heuschrecken" ella gras- hoppur, netupp tí høvuðs- uppgávan er at tjena nógvar pengar skjótt. Grashoppur koma sveimandi, eta alt grønt, sum etandi er, og flúgva so víðari til nýggj lond, har grasið enn er grønt. Gerhard Schröder veit, at tað nyttar lítið at gera ser- ligar týskar reglur fyri at tálma hesum hedge-grunn- um. Hann roynir tí at fáa bæði ES og USA at semjast um felags reglur um størri eftirlit og kanska gjøgnum- skygni. Hetta uppskot væntast at koma fram á komandi G-8 fundinum, har tey størstu ídnaðar- londini tosa saman. Men hvørki bretar ella amerikanarar hava hug at regulera marknaðarmekan- ismurnar, heldur ikki tá tað geldur kapitalmarknaðin. Vandin við hesum hedge- funds er, at teir arbeiða við so stórum kapitalnøgdum, at um tað gongur galið, sum við LTCM (Long Term Capital Management) í 1998, so kann allur fíggjar- marknaðurin fara av lagi. Tá LTCM fór av knóranum, noyddist amerikanski cen- tralbankin, the Fed, at koma uppá leikin, so ikki hetta krakkið skuldi draga fleiri aðrar peningastovnar við sær. (Sambært L.O. Løcke) Og so eitt nýtt orð: "flexicurity" Danska arbeiðsmarknaðar- modellið er nógv umtala víða hvar í Europa í hesum døgum. Europeiskir journalistar dúliga í Beskæftigelses- ministeriet í Keypmanna- havn, fyri at kanna donsku skipanina. Franska blaðið "Le Monde" hevur repor- tagur frá arbeiðsávísingini á Vesterbro. Dominique de Villepin í Frankaríki leggur dent á, at danska modellið "respekterer den sociale ansvarlighed" (Ørskov). Problemið er, at nógv ES-lond hava ein trekan ella ó-flexiblan arbeiðs- marknað, har tað millum annað er torført at skera talið av arbeiðsfólki niður, tá framleiðslan á virkjunum minkar. Hesin trekleiki ger so eisini tað, at arbeiðs- gevarar eru seinir at seta nýggj fólk í arbeiði. Soleið- is sigst at vera í Frankaríki, Týsklandi og Italia, tey lond sum í løtuni hava størsta arbeiðsloysi og minstan vøkstur. Orðið "flexicurity" er samansett av flexibility (smidligur) og security (trygd). Tað besta er sjálv- andi, at ein arbeiðsmark- naður bæði er smidligur, og samstundis gevur arbeið- andi fólkinum trygd. Í Danmark er siður, nak- að sum í Føroyum, at part- arnir sjálvir gera avtalur. Og tað er rættiliga lætt at siga fólki upp. Men so er arbeiðsloysisskipanin eisini rættiliga góð, samanborið við onnur europeisk lond. Hetta ger at flexibiliteturin er størri í Danmark, sum eisini havur lágt arbeiðs- loysi í mun til hini ES-lond- ini. Haraftrat hevur Dan- mark góðar skipanir um eftirútbúgving og umskúl- ing, sum fungera rættiliga væl. Tó er nógv orðaskifti um sokallaða "meinings- leysa aktivering" av ar- beiðsleysum, sum einki úr- slit gevur, men bara kostar pengar. Sambært Politiken (30.6. 05) sigur OECD-búskapar- frøðingurin Paul Swaim: "Vit halda, at danska gongdin hesi seinnu árini og tann logikkur, sum ligg- ur í danska arbeiðsmarkn- aðarpolitikkinum, ger Dan- mark til eitt modell, sum onnur lond eiga at studera í álvara og læra av" (OECD ella Organisation for Eco- nomic Co-operation and Development, búskaparligt Ráðaloysi og viknandi Euro-virði