fríggjadagur 8. juli 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 8. juli 2005
27
samarbeiði og útvikling
millum 30 demokratisk
ídnaðarlond). OECD legg-
ur dent á "danska tríkant-
in", sum er:
• smidligar uppsagnar-
reglur,
• høgur arbeiðsloysis-
stuðul
• aktivur arbeiðsmarknað-
arpolitikkur, eftirútbúgv-
ing og aktivering
Men henda danska skipan-
in kostar pengar, og tað
manglar í kassunum hjá
nógvum Es-londum í løt-
uni. Danmark brúkar um-
leið 5% av bruttofram-
leiðsluni (GDP) til tiltøk á
arbeiðsmarknaðinum.
Helvtin av ES-londunum
hava stórar trupulleikar við
euro-traktatini ella "stabili-
tets-avtaluni", sum sigur at
londini ikki mugu hava eitt
hall á fíggjarlógini, sum er
meira enn 3% av GDP.
Hvussu tey so skulu fáa ráð
til at føra ein "danskan"
arbeiðsmarknaðarpolitikk,
er ilt at síggja.
Hartil er hetta ikki bert
nakað, sum man setir í verk
frá einum degi til næsta.
Tað krevur eisini búning
ella eina vissa mentan á
arbeiðsmarknaðinum, sum
Danmark hevur arbeitt við
í umleið 100 ár.
Keldur:
S. Ørskov: "Flexicurity à la
danoise", Politiken, 30.06.05
L.O. Løcke:"Tysk kamp mod
kapitalismen" Politiken, 3.7.05
Charlemagne: "Europe’s new
protectionism" The Economist,
2. juni 05
T. Blair: "Full text: Blairs European
Speech", BBCNews 23.6.05
FÍGGJARKREPPA OG
ÍSLAND
Tað hevur tókst mongum
gátuført, at nakrar íslendsk-
ar fyritøkur eru so sterkar,
at tær – umframt at keypa
part av vinnulívinum í Før-
oyum – eisini hava kunnað
keypt stórhandlar úti í verð-
ini, eitt nú Magasin í
Keypmannahavn. Nú koma
oddamenninir fyri rættin
fyri lógarbrot
36 ára gamli Jón Asgeir
Jóhannesson og fimm av
hansara næstu verða ákærd
fyri 40 lógarbrot. Teir nokta
seg sekar og hótta við at
leggja sak móti íslendska
statinum.
17. august reisir íslendski
staturin ákæru móti Jón As-
geir og fimm av næstumon-
num hansara í felagnum
Baugur fyri at hava brotið
íslendska lóg í 40 førum,
skrivar danska blaðið Ber-
lingske Tidende. Tá hetta
verður skrivað er ikki al-
mannakunngjørt, hvat teir
verða ákærdir fyri, men
blaðið heldur seg vita, at
talan er bæði um fíggjar-
svik og skattasvik.
Allar ákærur verða aftur-
vístar. Sakførarin hjá Jón
Asgeir og Baugi er biðin
um at fyrireika sakarmál
móti íslendska statinum.
Teir tosa eisini um at leggja
málið
fyri
evropeiska
mannarættindadómstólin.
Trý ára kanningar
Tað kom fram seinasta
fríggjadag, at eitt ákærurit
er á veg. Bakmanspolitiið
ringdi til Jón Asgeir, sum
segði honum, at kanningar í
3 ár av málinum vóru lidn-
ar, og at hann kundi senda
sakføraran eftir tilfarinum.
Sum sagt er ákæruritið
ikki almannakunnugt enn,
men íslendskir fjølmiðlar
halda seg vita, at talan er
um 40 ákærupunkt. Her er
vert at skoyta uppí, at Jón
Asgeir sjálvur hevur ræðið
á tveimum av teimum trim-
um stóru bløðunum, teirri
størstu privatu sjónvarps-
rásini og fleiri útvarpsstøð-
um.
Eisini pápin, Jóhannes
Jónsson, systirin Kristin
Jóhannesdóttir,
sum
er
stjóri
í
íløgufelagnum
Gaumur, Tryggvi Jónsson,
sum er fyrrverandi umsit-
ingarstjóri hjá Jón Asgeir,
og tveir grannskoðarar hjá
KPMG, Anna Þóradóttir og
Stefan Hilmarsson, verða
somuleiðis ákærd.
Skemt í Florida
Hildið verður, at ákærurnar
serliga snúgva seg um tvær
hendingar, sum komu fram,
beint
áðrenn
Baugur
knappliga varð tikið av ís-
lendska virðisbrævamark-
naðinum.
Hann, sum setti alt í
gongd, var íslendingurin
Jón Gerald Sullenberger,
sum fór til íslendsku mynd-
ugleikarnar og avdúkaði, at
árini 2000 til 2002 skrivaði
hann 33 falskar rokningar
til Baug.
Baugur gjørdi tá eina
miseydnaða roynd at stovna
3-400 discounthandlar í
amerikansku Suðurstatun-
um. Fyritøkan hjá Jón
Gerald, Nordica, lat tilfar
til
hesar
royndir.
Rokningarnar vóru falskar,
tí at teksturin samsvaraði
ikki við innihaldið. Ein
rokning
uppá
19.260
dollarar var fyri tænastur
frá nøkrum afrikanskum
gentum í Miami Beach
Escorts, sum skuldu gera
tað lívligari á einari veitslu,
sum varð hildin umborð á
játtini hjá Jón Asgeir og Jón
Gerald.
Fleiri
kendir
íslendingar vóru við á
veitsluni, teirra millum
Sigurður
Einarsson,
nevndarformaður í stórfyri-
tøkuni Kaupthing. Stutt
eftir
hjálpti
Kaupthing
Baugur úr trupulleikum á
virðisbrævamarknaðinum
við at keypa 35% av Baugi.
Kjarnin í ákæruni er, at
partaeigarar í Baugi rind-
aðu við lív og góðar dagar
(ella ólevnað), sum Jón
Asgeir og vinir hansara
høvdu í Florida.
Dávið Oddson og
forsetin
Eitt annað ákærupunkt
kann skaða umdømið hjá
Jón Asgeir nógv. Táverandi
íslendski forsætisráðharrin
Dávið Oddson fekk eina
lóg gjøgnum Alþingið, sum
hevði til endamáls at av-
marka valdið hjá Jón As-
geir á íslendskum fjølmiðl-
um. Hann segði tá í ís-
lendskum sjónvarpi, at Jón
Asgeir hevði boðið sær 25
mió.kr. í mutri.
Dávið Oddson hevur
ongantíð tikið hesa skuld-
seting aftur, og Jón Asgeir
hevur ongantíð kravt, at
hann skuldi avsanna hana.
Lógin varð tó ongantíð l?st,
tí forsetin Ólafur Ragnar
Grímsson noktaði at góð-
kenna hana, tí hann segði
hana stríða ímóti grund-
lógini. Dávið Oddson vildi
vera við, at forsetin hugsaði
um dóttrina, sum starvaðist
hjá Baugi.
Dávið Oddson, sum nú er
uttanríkisráðharri, var for-
sætisráðharri í 13 ár, longri
enn nakar annar. Framman-
undan var hann borgarstjóri
í Reykjavík. Menninir í
Baugi vilja vera við, at
hann hevur forfylgt teim-
um, tí at tað hevur gingist
teimum so væl.
Nevndin styðjar
Jón Asgeir
Nevndin í Baugi styðjar
Jón Asgeir fult út. Jónathan
Þórmundsson
professari
skrivaði í skundi eitt upprit
um málið, og út frá tí halda
teir tað vera løgið, at 6 fólk
verða ákærd fyri at hava
snýtt Baug, sum ikki heldur
seg vera snýtt. Grannskoð-
arafelagið KPMG hevur
eisini boðað frá, at tað
stendur aftan fyri tað ar-
beiðið, sum tveir av teirra
grannskoðarum hava lagt
navn til.
Nevndin í Baugi heldur,
at politikanningin beinan-
vegin, hon varð alment
kunnug, skaddi teirra hand-
ilsmøguleikar nógv, eitt nú
í Bretlandi, har Baugur var
í ferð við at keypa seg inn í
eina stóra handilsketu. Síð-
ani hevur Baugur keypt
Magasin fyri 1,5 mia.kr. og
fleiri stórar mótahandlar í
Bretlandi fyri miljardir.
Ólafur Ragnar stuðlar
Fjølmiðlarnir hava altíð
víst Jón Asgeir fram sum
eina poppstjørnutypu, men
nú ivast fleiri og fleiri í
soliditetinum aftan fyri tey
stóru keypini.
Men
forsetin
Ólafur
Ragnar Grímsson hoyrir
framvegis til stuðlar hans-
ara, skrivar Berlingske Tid-
ende. Hann læt sjálvur upp,
tá Baugur herfyri hevði eitt
átak í Kina, og kona hans-
ara,
tann
mótaáhugaða
Dorrit Moussaieff, hevur
nýliga verið í yvirskriftun-
um, tí hon hevur flogið
ókeypis við jettflogfarinum
hjá Baugi. Hon skuldi til
eitt mótashow, sum móta-
ketan Mosaic skipaði fyri.
Og tað er Baugur, sum eig-
ur Mosaic.
Íslendskir ríkmenn
fyri rættin