Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Toyota Aygo er ein bilur sum Toyota og PSA (Citroën og Peu- geot) gera saman á eini felags verksmiðju í Kekkia. Motorjour- nalistar hava roynd- arkoyrt bilin, ið fæst við 3 og 5 hurðum BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tað er við stórum spenn- ingi, at bíða hevur verið eftir hesi felags verkætlan frá Toyota og PSA (Citroën og Peugeot). Toyota bilurin eitur Aygo, ið merkir "I go", og verður hann tann fyrsti á marknaðinum. Hóast bilarnir verða gjørdir á sama samlibandi, verða teir ikki heilt eins at síggja til. Allir hava teir hvør síni sereyðkenni. Tveir ymiskir sera fram- komnir og orkusparandi motorar verða at velja í millum: 1,0 bensin og 1,4 diesel. Toyota Aygo diesel kemur fyrst í 2006. Aygo er nakað minni enn t.d. Toyota Yaris. Motor- journalistar hava royndar- koyrt bilin í nógvu ferðsl- uni í italska høvuðsstað- num Rom, og eru teir samdir um, at talan er um ein umhvørvisvinarligan og orkusparandi býbil, sum er lættur at koyra við t.d. elektromekaniskari servo- stýring. Aygo fæst við bæði 3 og 5 hurðum. Viðføris- rúmið er 139 litrar, men við at leggja baksetrini niður, verður tað væl størri. Bilarnir verða gjørdir á eini felags verksmiðju í Kolin, 40 km eystan fyri kekkiska høvuðsstaðin Prag. Citroën C1 og Peu- geot 107 koma hendan veg- in fyrst í komandi ári. Aygo varð frumsýndir á Genéve Motorshow í mars 2005. Á heimasíðuni hjá Reyni Service stendur at Aygo kemur hendan vegin í oktober. Prísin vita vit tó einki um enn. Nr. 128 • fríggjadagur • 8. juli 2005 • 79. árg. Toyota Aygo 1,0 VVT-i Motorurin 1,0 litur 3 syl. bensin 68 hk 0-100 km/t 14,9 sek Bensinnýtsla 21,7 km/l (blandað koyring) Dekkstødd 155/65-14 Stødd og vekt Longd 340,5 cm Breidd 161,5 cm Hædd 146,5 cm Eginvekt 890 kg Viðførisrúm 139 litrar Søluumboð Reyni Service Vegurin Langi FO-188 Hoyvík Tel. 35304 www.reyniservice.fo Konseptbilurin Ford SAV verður møguliga avloys- arin fyri núverandi Ford Galaxy. Bilur- in kemur eftir ætl- an á marknaðin í 2006 við sitipláss- um til fimm vaksin og tvey børn. Møguliga eisini í eini longri útgávu við sitiplássum til sjey vaksin BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ford arbeiða í løtuni við konseptbilinum SAV, sum møguliga verður avloysarin fyri Ford Galaxy, ið higartil hevur verið gjørdur í Portugal saman við VW Sharan og Seat Alhambra. Ford SAV konseptbil- urin er ein 5-persóna MPV við liðiligari inn- rætting eins og Ford Focus C-Max, men í endaligu útgávuni verð- ur helst talan um ein 5+2 við barnasetrum aftast. Møguliga verður eisini ein longri útgáva við sitiplássum til sjey vaks- in. Motorarnir verða bæði bensin og diesel. Bensinmotorarnir verða frá 2,0 litur 4 syl til 3,0 litur V6 við yvir 200 hk, meðan dieselútgávurnar verða 2,2 litur TDCI við umleið 150 hk og 2,7 litur V6 við commonrail og 207 hk. Nýggjur Ford Galaxy í 2006 Toyota Aygo kemur í heyst Konseptbilurin Ford SAV verður møguliga avloysarin fyri núverandi Ford Galaxy. Lesið - so eru tit við Toyota bilurin eitur Aygo, ið merkir "I go", og verður hann tann fyrsti á marknaðinum.