fríggjadagur 8. juli 2005síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 128 - 8. juli 2005
39
Yvirgangsmenn hava her-
tikið Eiffiltornið. Teir ætla
at spreingja eina kjarnorku-
bumbu, og blaðkvinnan
Lois Lane skrivar um
spentu støðuna. Men hon
kemur ov tætt at yvirgangs-
monnunum, og so má henn-
ara starvsfelagi og be-
undrari, Clark Kent, enn
einaferð lata seg í Super-
man-klæðini
og
bjarga
henni úr vandanum. Í síðstu
løtu eydnast tað Superman
at beina fyri kjarnorku-
bumbuni við at kasta
bumbuna langt út í rúmd-
ina, áðrenn hon spreingist.
Á Jørðini er lagið gott, nú
alt endaði so væl, men
eingin veit av, at kjarnorku-
spreingingin úti í rúmdini
hevur ført við sær ein nógv
størri vandi. Orsakað av
spreingingini verða teir
tríggir óndu Krypton-svíkj-
ararnir - við tí samvitsku-
leysa Zod Generali á odda -
latnir leysir. Zod Generalur
og hansara fylgisveinar
hava sameint seg við tí
ræðuliga Lex Luther - og
aftur hava teir óndu lagt
eina ónda, geniala ætlan, ið
snýr seg um at fáa alt vald á
jørð. Lois Lane hevur upp-
dagað, at Clark er Super-
man, og fyri at kunna gifta
seg við Lois, so fer Clark til
sítt goymistað á Suðurpól-
inum fyri at sleppa av við
sínar superkreftir og gerast
til ein heilt vanligan mann.
Men, nú tann ræðuliga
ætlanin hjá teimum óndu
kemur fram, má Clark gera
alt tað hann kann fyri at fáa
sínar superkreftir aftur.
"Eg slapp ikki at siga, at tey
ikki vóru míni røttu for-
eldur", soleiðis fortelur ein
8 ára gamal svarthærdur
drongur við stórum brúnum
eygum. DR fylgir við ein-
um 8 ára gomlum flótta-
barni, sum er rýmt heiman-
ífrá. Sendingin avdúkar, at
fleiri flóttabørn eru fa-
miljusamanførd við for-
eldrum í Danmark, ið ikki
eru teirra. Fylgt verður við
tí 8 ára gamla dreinginum á
eini sera spennandi ferð
aftur til tey røttu foreldrini í
Irak, sum sendu teirra son
avstað til Danmarkar. You-
sef er úr Irak og sambært
samleikaskjølunum
varð
hann familjusamanførdur
við foreldrum sínum í
2001. Men árið eftir rýmir
Yousef heimanífrá. Løg-
reglan finnur hann á høv-
uðsjarnbreytarstøðini
í
Keypmannahavn.
Einsa-
mallur hevur hann tikið
tokið úr Juelsminde, har
hann hevur búð. Løgreglan
setir seg í samband við
sosialu myndugleikarnar í
Juelsminde. Hann sigur frá,
at hann er blivin sligin, at
hann hevur verið innilæstur
á rúmið sínum og onkutíð
hevur hann ikki fingið mat.
Um hann sigur nøkrum frá,
at hann ikki er sonur til tey
bæði, ið hann býr saman
við, so verður hann sendur
til Týskland. Sendingin
hyggur nærri eftir orsøkun-
um til, hví tílík børn koma
til Danmark. Í sendingini
síggja vit eisini eina lítla
kommunu stríðast við eitt
sera torført mál, har komm-
unalu
myndugleikarnir
skulu fylgja flóttabarninum
aftur til tey røttu foreldrini í
Irak.
DR fylgir einum 8 ára
gomlum flóttarbarni, sum
rýmir heimanífrá. Yousef
avdúkar, at foreldrini í
Danmark als ikki eru
hansara veruligu foreldur.
Superman aftur
á ævintýrferð
Amerikanskur ævintýrfilmur frá 1980
Upprunaheitið: Supermann II
Við: Superman/Clark Kent: Christopher Reeve. Lex Luthor:
Gene Hackman. Lois Lane: Margot Kidder. Otis: Ned Beatty.
Perry White: Jackie Cooper. Non: Jack O'Halloran. Ursa:
Sarah Douglas. Eve Teschmacher:Valerie Perrine. General
Zod:Terence Stamp.
Leikstjórn: Richard Lester.
Summardokumentar - Flóttabørn og ættarfalsan
Enn einaferð roynir Superman
(Christopher Reeve) at bjarga Jørðini
Krypton-svíkjararnir: Zod Generalur, Ursa og Non
Á Kanal 5 sunnukvøldið kl. 19.00
Á Dr1 mikukvøldið kl. 19.00