Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juli 2005síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

38 Nr. 128 - 8. juli 2005 Fyri hvørt kvettið, vit halda okkum gera í matvøruhandlinum, verða vit feitari og feitari. "Góðu" mongdartilboðini hava nevniliga eittans endamál: At fáa okk- um at eta meir, enn vit hava brúk fyri. Og vit leggja glaðbeint í vaðið OVURFITI Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo "4 Lørdags-Pizza fyri 100 kr!", "5 1 1/2 litur sodavatn fyri 50 kr!", "3 Twix fyri 13,95!" ... Hvønn dag verða vit bumbað við ágangangandi bønum um at keypa størri og størri mongdir av eina- mest ósunnum matvørum. Og tilboðini gerast bara fleiri, sum vera man, tí handilsfólk hava funnið út av, at fólk hoppa uppá tey, hóast tey hvørki hava gott av ella brúk fyri stóru mongdunum. Et meir! Sjálvt um kundin kanska als ikki hevði Pizza í hug- anum, tá hann fór frá hús- um, letur hann seg lokka kortini, tá hann nú kann fáa fýra fyri bert 100 kr. Og tá Pizzairnar nú kortini eru keyptar, hví so tíma at fara í holt við at gera fiska- frikadellurnar, sum tú kanska ætlaði at hava til døgurða ... Og hóast ongin sigur, at tær nýtist at eta øll trý Twixini, fyri tað um tú keypti tey, vísir tað seg, at tað netupp er tað, vit gera. Sostatt er fjalda dagsskráin hjá matvøruframleiðarum eisini eydnast. Sambært fitigranskaranum, Kelly Brownell á Yale University, framleiða og prísáeta mat- vøruframleiðarar sínar vør- ur við júst tí fyri eyga, at fáa fólk at eta meira. Hetta kemur sum so ikki óvart á nakran, men úrslitið er, at alsamt fleiri fólk eta nógv meir, enn tey hava tørv á. Men kann tað bera til, at fólk eta meira, bara tí tey hava møguleika til tað? Ja, sigur Brownell, tí stórar mongdir av mati skunda undir nakrar heilt ávísar instinktivar reaktiónir hjá teimum flestu. Kanningar vísa nevniliga, at: • Jú meir mat vit fáa, jú meir eta vit • Vit viga ikki upp móti ováti við at eta minni til næsta máltíð • Atgongdin til stórar mongdir av mati doyvir okkara nátúrligu kenslu av, nær vit eru mett Rákið at lokka fólk við stórum mongdum av mati vindur eisini meir og meir uppá seg innan matstovu- mentanina. Og tað eru ikki bara burgararnir á Burger King og McDonald’s sum eru bólgnaðir til King’s Size og Mega Size støddir. Eisini bjóða flestu mat- stovur ymsar útgávur av sjálvtøkuborðum, har gest- irnir kunnu eta so nógv, teir vilja, fyri ein sera sámu- ligan prís. Royndir vísa nevniliga, at møguleikin fyri at fólk yvirhøvur koma inn á matstovuna er mun- andi størri, um tey vita, at tey kunnu eta so nógv, teimum lystir. Eisini tær einstøku mat- vørurnar í handlunum, ser- stakliga slikk, kips og soda- vatn, eru vorðnar rúgvus- miklari seinnu árini. Nøkur dømi Vøra Størsta portión Ár Coca Cola: 190 ml 1972 2000 ml 2004 Haribo Bommposi 57 g 1993 250 g 2004 Frisko Ísur 90 g 1989 260 g 2004 Estrella Taffelchips 100 g 1959 300 g 2004 "Soltnar" máltíðir snýta Tað kann neyvan undra, at kanningar nú vísa eitt neyvt samband millum útboðini av mati og stóra trupul- leikan við ovurfiti. Alt bendir á, at vektin hjá fólki nærum er økt í takt við vøksturin á matstøddunum. Fyri at gera ilt verri gerast ósunnar og feitar matvørur alsamt bíligari meðan sunnu og soltnu vørurnar gerast dýrari. Afturat tí kemur, at húski í vestur- heiminum ongantíð fyrr hava brúkt so lítið av síni privatu penganýtslu til matvørur. Í 1948 brúktu danir 48% av privatu penganýtsluni til matvørur, meðan talið í 2001 var komið heilt niður á 17%. Í eini roynd at basa ovur- fitanum eru fólk farin at eta lættivørur, sum ongantíð fyrr. Tað finst nú neyvan nakað slag av matvøru, sum ikki eisini er at finna í eini soltanir útgávu, og hóast hesar sum oftast eru dýrari, enn upprunaliga vøran, eru lættivørurnar sera væl umtóktar í stríð- num móti vektini. Trupul- leikin er bara, at fólk halda seg kunna eta nærum óav- markað, bara tað stendur "light", "5 % feitt" ella okk- urt líknadi á vøruni. Úrslitið er, at ein "soltin" máltíð ofta endar við at innihalda munandi meir kaloriur, enn ein vanlig máltíð hevði gjørt. Og ímeðan skilja fólk ikki petti av, hví tey ikki klænka ... Keldur: "Monitor",Vol.35,No 1, January 2004 Rapport fra Ernæringsrådet,"Den danske fedmeepidemi",2003 Heilsa & lívsstílur Heilsa maggi@sosialurin.fo Ovurfiti upp á tilboð Matur og kenslur Eydnan bíðar ikki í ein- um posa av vistfrøðilig- um gularótum. Og vit fáa hvørki størri sjálvs- virði ella sjálvsálit av krampakendum roynd- um at stramma reyva- bøllarnar og lørini í eini venjingarmiðstøð. - Í øllum førum ikki, um tey tyngjandi kiloini og ósunnu matvanarnir stava frá einum innara hungri eftir kærleika, viðurkenning ella nøgd- semi við tilveruna. Bókin Mad og følelser - blot en brugsbog lýsir, tað sum hendir, tá vit brúka matin skeivt - tá kenslur stýra matarlyst- inum og vit eta fyri at troysta okkum sjálvi, doyva strongd, keðsemi ella sorg. - Hvussu ber tað til, at hóast vit seinastu mongu árini hava kannað og kjakast um kaloriur, mo- tión og vekt, gerast fólk bara feitari og feitari, meðan alsamt fleiri fáa etingarólag, spyr høv- undurin Elisabeth Bals- lev. Sjálv er hon sann- førd um, at hetta kemst av, at vit hava gloymt týðandi leiklutin okkara kenslur spæla, tá tað ræður um mat. Hennara boðskapur er, at vit mugu halda uppat at fokusera so eintýðugt uppá vekttabellir, feitt og klænkimat, sum um vit vóru sjúkar og viðbrek- nar maskinur. Heldur enn at síggja mat sum eina hóttan ella eitt doyvingarevni eiga vit at læra okkum at brúka matin sum eina tað mest stimbrandi kelduna til lívsgóðsku. ave Ongin sigur, at tú skalt eta øll trý Twixini, fyri tað um tey nú vóru uppá tilboð. Men tað er netupp tað, vit gera ... Mynd: Bárður Lydersen