leygardagur 9. juli 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2005
5
-Grundreglur eru
góðar at hava, men
tað ber snøgt sagt ikki
til at halda upp á eina
grundreglu, tá sam-
felagið fer til grundar.
Sum støðan útviklaði
seg kundu vit ikki
gera annað. Eitt sam-
felag kann snøgt sagt
ikki liggja í streym-
loysi. Hetta kemur
bara fyri í Føroyum
og onkrastaðni í Afr-
ika, sigur tingformað-
ur Javnaðarfloksins,
Kristian Magnussen
KÚVENDING
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
-Sjálvsagt var tað ein
herskin biti at svølgja. Um
eg ikki klári at taka ta av-
gerðina í tí støðuni, so haldi
eg ikki at eg skuldi verið í
politikki. Hesum má eg
bara liva við, og so er tað
upp til fólk, veljarar og
onnur at gera av, hvørjar
avleiðingar, tað skal fáa
fyri meg og Javnaðarflokk-
in. So einfalt er tað.
Formaðurin í tingbólki
Javnaðarfloksins, Kristian
Magnussen, er alt annað
enn fegin um, at Javnaðar-
flokkinum legði seg út í
sáttmálaósemjuna millum
Maskinmeistarafelagið og
SEV.
Eftir at streymslit hevði
herjað oyggjarnar í nakrar
dagar
tók
samgongan
mikudagin stig til leggja
upp í sáttmálatrætuna hjá
SEV og Maskinmeistara-
felagnum. Við løgtingslóg
varð sáttmálatrætan avblást
á hesum sinni.
Fyri Javnaðarflokkin var
avgerðin ikki løtt.
Flokkurin, sum plagar at
ganga undan, tá verkfals-
rættur og samráðingarrættur
skulu haldast uppi, kendi
seg noyddan at víkja frá hesi
grundregluni, og leggja seg
út í eina sáttmálatrætu
Kúvendir
Déja vu 2003. Henda yvir-
skrift var at lesa í Sosialin-
um fyrr í vikuni. Yvir-
skriftin
rakar
væl,
tí
sáttmálatrætan hjá SEV og
Maskinmeistarfelagnum í
ár minnir ikki sørt um
trætuna hjá somu feløgum í
2003. Eins og Bárður Niel-
sen, valdi táverandi lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um, Karsten Hansen, fyri
tveimum árum síðan at
vraka eina sáttmálasemju
millum Maskinmeistara-
felagið og SEV.
Avgerðin hjá Karsteni
Hansen at blanda seg í sátt-
málasamráðingarnar fekk
Javnaðarflokkin úr stólin-
um. Flokkurin fíltist hvass-
liga, at landsstýrið legði seg
út í sáttmálatrætuna.
Javnaðarflokkurin legði
millum annað tásitandi
landsstýrið undir at eitra
arbeiðsmarknaðarskipanin,
og at renna ørindi fyri
arbeiðsgevarasíðuna.
- Øll orsøk er at rópa var-
skó. Sitandi samgonga er
farin undir eina miðvísa
herferð ímóti teim reglum,
sum hava eyðkent okkara
arbeiðsmarknað í manna-
minni. Endamálið er fyrst
og fremst at undirgrava fak-
felagsrørsluna í Føroyum,
skrivar Starvsnevnd Føroya
Javnaðarfloksins í lesarar-
brævi 26.mei 2003
Nú er kortini vent í hol-
uni. Frá at finnast hvassliga
at politiskari uppílegging í
sáttmálasamráðingum hjá
fakfeløgunum, var Javnað-
arflokkurin millum flokk-
arnar, sum atkvøddu fyri at
avblása sáttmálaósemjuna
og verkfallið hjá SEV og
Maskinmeistarafelagið við
løgtingslóg.
Hvar varð av grundregluni
hjá Javnaðarflokkinum um
at verja sáttmálaráðingar-
rættin og verkfalsrættin
mikudagin?
- Grundreglur eru góðar at
hava, men tað ber snøgt sagt
ikki til at halda upp á eina
grundreglu, tá samfelagið
fer til grundar. Sum støðan
útviklaði seg kundu vit ikki
gera annað. Eitt samfelag
kann snøgt sagt ikki liggja í
streymloysi. Hetta kemur
bara fyri í Føroyum og
onkrastaðni í Afrika. Vit
vórðu trýstir út í eina
órímuliga støðu, og uttan
mun um vit brýggja okkum
um tað, so vóru vit noyddir
at taka ta støðu, vit tóku,
svarar Kristian Magnussen.
Er hetta ikki eitt klokku-
klárt dømi um ein flokk,
sum kastar alt fyri borð, so
skjótt hann fer úr andstøðu
og í samgongu?
- Nei, tað skuldi tað helst
ikki. Vit hava bjóðað okk-
um fram at stýra landinum,
og sita nú í stjórn. Við tí
fylgir ein ábyrgd, og vit
vera noyddir til at liva upp
til ábyrgdina. Flokkurin er
samdur um, at vit tola ikki
hægri lønarútreiðslur, sum
støðan er í samfelagnum í
løtuni.. Vit hava sæð undan-
farin ár, at sáttmálin millum
SEV og Maskinmeistara-
felagið verður nýttur sum
jarnbrot
fyri
almenna
arbeiðsmarknaðin. Hevði
landsstýrismaðurin sett sína
undirskrift undir sáttmálan
hjá SEV og Maskinmeist-
arafelagnum, so hevði-alt
annað líka- kostað okkum
eina eykaútreiðslu á 80-100
mió. krónur, og tað hava vit
snøgt sagt ikki ráð til. Sum
stjórnarflokkurin kunnu vit
ikki forvara eina slíka meir-
útreiðslu, greiðir tingfor-
maður Javnaðarfloksins frá.
Ábyrgdarleyst
Kristian Magnussen fortel-
ur, at ein Javnaðarflokkur
hevur vanliga sum megin-
reglu at verja verkfalsrættin
og samráðingarrættin, men
at flokkurin kendi seg av-
jørt trýstan at ganga ímóti
meginregluni. Hann finst
serliga at leiklutinum hjá
SEV í málinum um sátt-
málatrætuna við Maskin-
meistarafelagið.
- Løgtingið varð tvungið
út í hasa støðuna av SEV.
SEV hevur eftir mínum
tykki verið fullkomiliga
ábyrgdarleysir í málinum.
Leiðslan hevur fleiri ferðir
bæði áðrenn og undir sam-
ráðingunum fingið at vita
frá landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, at hann und-
ir ongum umstøðum kundi
góðtaka nakað sum líktist
tí, sum partarnar vóru
samdir um, sigur Kristian
Magnussen.
Hann vísir á, at SEV í
fleiri førum hevur fingið at
vita, at sáttmálin við Mask-
inmeistarafelagið verður
nýttur sum eitt jarnbrot í
sáttmálasamráðingunum
við restina av almenna ar-
beiðsmarknaðinum seinni í
heyst, og at SEV tískil átti
at víst ábygd og gingið á
odda fyri at halda aftur.
- Persónliga haldi eg tað
er burturvið, at SEV og
Maskinmeistarafelagið eru
fyrstu
fakfeløgini
sum
samráðast. Sjálvandi áttu
tey stóru fakfeløgini sam-
ráðst fyrst, so tað varð tann
stóra fjøldin, sum legði
støði fyri lønarstigi, og ikki
tey smærru feløgini sum
Maskinmeistarafelagi,
heldur Kristian Magnussen.
Farvæl til prinsippini
- Løgtingið varð tvungið út í hasa støðuna av SEV. SEV hevur
eftir mínum tykki verið fullkomiliga ábyrgdarleysir í
málinum, sigur Kristian Magnussen
Mynd: Bárður
"Landsstýrið eitrar arbeiðsmarknaðar-
skipanina við at undirgrava gjørdar
avtalur og við partískari uppílegging"
Starvsnevnd Føroya Javnaðarfloksins 26.mei 2003
”
"Tað, sum kanska er mest hugstoytt er, at
eisini politiskar kreftir, sum ein skuldi
trúð høvdu ávísan samhuga við
arbeiðarafeløgunum, stinga tey í ryggin.
Her hugsi eg um Tjóðveldisflokkin"
Hans Pauli Strøm lesarabræv 26.mei 2003
”
"Hetta er ein helst bíløgd uppílegging fyri
at stuðla arbeiðsgevarasíðuni í
samráðingum á privata
arbeiðsmarknaðinun"
Starvsnevnd Føroya Javnaðarfloksins 26.mei 2003
”
"Øll orsøk er at rópa varskó. Sitandi sam-
gonga er farin undir eina miðvísa herferð
ímóti teim reglum, sum hava eyðkent
okkara arbeiðsmarknað í eitt manna-
minni. Endamálið er fyrst og fremst at
undirgrava fakfelagsrørsluna í Føroyum"
Starvsnevnd
Føroya Javnaðarfloksins 26.mei 2003
”