leygardagur 9. juli 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 126 - 6. juli 2005
Føroysku badminton-
spælararnir hava tað
trupult á Oyggjaleik-
unum, tí nógvir
sterkir luttakarar av
bretsku oyggjunum
eru við, men føroy-
ingarnir fáa tó nógv
burtur úr eini slíkari
kapping
BADMINTON
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Átta
badmintonspælarar
fara at umboða Føroyar á
Oyggjaleikunum í Het-
landi. Landsliðið í bad-
minton er mannað við
royndum spælarum og við
onkrum nýggjum andlitum.
Brynhild D. Carlsson og
Guðrun Poulsen hava ikki
áður verið við til Oyggja-
leikir, og tað hevur Niclas
Eysturoy, sum er við sum
eykamaður, heldur ikki
verið. Møguleiki er fyri, at
Niclas kann fáa kjansin í
liðkappingini, og annars er
hann við fyri at snodda til
Oyggjaleikirnar.
Hinir seks spælararnir
hava allir verið við á
Oyggjaleikunum, og fleiri
teira hava drúgvar royndir í
hesum kappingum.
Hørð mótstøða
Fyri tveimum árum síðani
komu føroysku badminton-
spælararnir ikki serliga
langt. Tað eru nógvir góðir
spælarar við til Oyggjaleik-
irnar, og ikki minst bretsku
oyggjarnar hava sterkar
spælarar.
Men tað hevur fyrr borið
til at komið langt í onkrari
kapping, og føroyska lands-
liðið vil gera sítt til, at teir
fáa betur úrslit hesaferð.
– Tað er trupult at vinna
langt fram í kappingini,
men vit vóna altíð, at tað
kann lata seg gera. Vit vita
um onkran av teimum bestu
spælarunum,
sum
ikki
verður við í ár, og spurn-
ingurin er so, hvat tað fer at
merkja fyri kappingina,
sigur Aksel Poulsen, sum er
ein av føroysku badminton-
spælarunum.
Føroyska landsliðið hev-
ur undan ferðini til Het-
lands fyrireikað seg við
dystum ímóti Team Silke-
borg.
Fáa nógv burtur úr
Fyri tveimum árum síðani
komu tveir av monnunum í
fjórðingsfinalurnar, og ein
double kom líka langt, men
so steðgaðu sigrarnir. Tað
eru serliga menninir, sum
hava møguleikan at koma
fram móti endanum av
kappingini, tí kvinnurnar
hava havt tað sera trupult í
Oyggjaleikunum.
– Hóast mótstøðan er
hørð, og vit ikki komu so
langt seinast, so fáa vit
nógv burtur úr eini slíkari
kapping. Oyggjaleikirnir
eru eitt hæddarpunkt fyrii
badminton-ítróttin, sigur
Aksel Poulsen.
Hørð mótstøða
at vinna á
Brynhild D.
Carlsson
Bjartur Lamhauge
Rani í Líð
Aksel Poulsen
Erland Poulsen
Guðri Poulsen
Guðrun Poulsen
Ragnar Rasmussen
Oyggjaleikalæknin
heitir á føroysku lut-
takararnar um sjálvar
at kanna eftir, um
møguligur heilivágur,
sum teir taka, er á
dopinglistanum
HEILSAN
Jóannes Hansen
Fyri vánirnar at standa seg
væl í kappingini, hevur tað
avgerandi
týdning,
at
heilsustøðan er góð. Tað
ber ikki til heilt at verja seg
fyri búkilsku, sjúkum í
andaleiðini og øðrum, sum
kann bera við sær, at full
nytta ikki fæst burturúr
nógvari og dyggari venjing.
Men Sølvi Winther Ol-
sen, sum aftur hesa ferð er
liðlækni hjá føroyska ferða-
lagnum, hevur á heima-
síðuni
hjá
føroyska
Oyggjaleikanevndini veg-
leiðingar, sum - um tær
verða fylgdar - eru gagn-
ligar fyri tann einstaka,
liðini og harvið føroyingar
og Føroyar.
Ein av stóru ampunum er
altíð vandin fyri doping-
ákærum. At byrgja fyri hes-
um er fyrst og fremst
ábyrgdin hjá tí einstaka.
Um tað er so, at onkur av
føroysku
luttakarunum
tekur heilivág av onkrum
slagi, so eigur viðkomandi
á heimasíðuni doping.dk at
finna út av, um heilivágurin
er á dopinglistanum. Um
talan er um heilivág, sum er
á listanum, so skal tað, sum
nevnist TUE, skrivast. Tal-
an er um tveir formularar,
sum luttakarin eigur at fáa
kommunulæknan at skriva
og síðani at fáa liðlæknan-
um. Sølvi Winther Olsen
útskrivar so loyvi at nýta
medisinið.
Sjálvandi er tað alneyð-
ugt, at hetta verður tikið í
fullum álvara. Tað nyttar
einki eftir dopingroynd,
sum vísir seg at vera nega-
tiv, at siga, at talan ikki var
um doping, men um medi-
sin, sum hevur verið tikið
leingi. Tað skal skrásetast
hjá liðlæknanum.
Sølvi
Winther
Olsen
undirstrikar týdningin av, at
føroysku luttakararnir hava
sín egna heilivág við sær.
Tað ber ikki føroyska lækn-
anum til at skriva resept til
hetlendsk apotek.
Sammett við tær ferðir-
nar, tá ið Oyggjaleikirnir
hava verið longri suðuri í
Europa, har tað er væl heit-
ari, enn tað er í Hetlandi, so
er hesa ferð ikki neyðugt at
hugsa so nógv um vætu-
viðgerð. Men liðlæknin
heitir í sínum vegleiðingum
á luttakararnar um at syrgja
fyri vanligu vætuviðgerð-
ini, sum hon plagar at vera í
sambandi við dystir.
Læknin undirstrikar eis-
ini týdningin av, at luttak-
ararnir eta og drekka eftir
dystirnar.
Maturin
og
drykkirnir skulu innihalda
nógv sukur, og hetta skal
konsumerast ein til tríggjar
tímar eftir lokið avrik.
Tá ið tað verður vant og
kappast á vallum og í hall-
um lúrir vandin fyri skað-
um altíð. Eitt lið av læknum
og fysioterapeutum taka
sær av oyggjaleikaluttakar-
unum. Tað ber til at venda
sær til teirra, og um tað
verður neyðugt at fara á
sjúkrahús, so verður tað
ivaleyst við sjúkraflutn-
ingsbili. Royndirnar siga, at
luttakararnir sjálvir mugu
syrgja fyri at koma til hús
aftur. Tí er skilagott at hava
nøkur oyru til taksabil uppi
á sær.
Føroyar og Stórabretland
hava sáttmála um samstarv
í sjúkrakassasamanhangi.
Tí heitir liðlæknin á allar
luttakararnar um saman við
passinum at hava sjúkra-
kassaprógv við sær.
Og so vísir læknin á
vanda, sum lúrir, og sum
kann gerast orsøk til ikki
optimal avrik, um tað ikki
verður ansað nóg væl eftir:
Føroysku
luttakararnir
skulu búgva umborð á ein-
um skipi. Har er air condi-
tion ein trupulleiki. Nógvi
gjøsturin økir um møgu-
leikan fyri forkølilsi og
øðrum sjúkum í andaleið-
ini. Tað ræður um hjá tí ein-
staka at ansa eftir hesum.
Sjúkrakassabókin skal liggja
saman við passinum
Tað stendur nógv á íðkarunum, tá kappast verður í fleiri dagar. Og tí er fyribyrgjandi arbeiðið ein sjálvsagdur partur av
fyrireikingunum