Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 129 - 9. juli 2005 – Tað sum hendi í nátt, er svartasta sorgarløtan í søguni hjá føroysku fakfeløg- unum og eg kann longu nú siga, at tað verður ógvuliga tor- ført at sleppa undan ófriði aftur í heyst, sigur Gunnleivur Dalsgarð. FAKFELAGS- POLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo – Hetta er einki minni enn ein krígsavbjóðing. Og kríggj skal landsstýrið fáa. Gunnleivur Dalsgarð, for- maður í Starvsmannafelag- num, sigur, at tað, sum hendi á Føroya Løgtingið mikukvøldið, er einki minni enn svartasta sorgar- løtan í søguni hjá føroysku fakfeløgunum. Og hetta var eisini eitt svart kapittul í søgu Føroya Løgtings. Hóast maskinmeistar- arnir og SEV vóru samd um ein nýggjan sáttmála leygarkvøldið, gjørdi landsstýrismaðurin av at vraka úrslitið. Og mikukvøldið gjørdi Løgtingið av at banna verk- fallinum hjá maskinmeist- arunum við lóg og at longja sáttmálan til 1. desember, sum er aftaná at samráðing- arnar á almenn arbeiðs- marknaðinum eru lidnar. – Samráðingarnarímillum SEV og maskinmeistararnar er í veruleikanum ein sól- skinssøga, tí partarnir sam- dust áðrenn arbeiðssteðgur tók seg upp ófriður varð. Men hóast politikarar ferð eftir ferð hava júkað um tað neyðuga í at hava frið á arbeiðsmarknaðinum, ganga teir sjálvir á odda fyri at skapa ófrið og vrakaðu semjuna. – Løgtingið máttu vita, at fakfeløgini fara ikki at lata hetta fara afturvið borð- inum og tað boðaðu vit eisini frá frammanundan. – Nú er ruðulleiki skapt- ur á arbeiðsmarknaðinum, men hetta er ein støða, sum landsstýrið og løgtingið hava alla skyldina av. – Men tað tykist um um at skipaðu viðurskifti, sum politikarar eftirlýsa á arbeiðsmarknaðinum, er tað at Løgting og lands- stýrið skulu knúsa sam- ráðingarrættin hjá fak- feløgunum og tað fara vit ikki at góðtaka undir nøkrum umstøðum. Hava biðið um rok í heyst Gunnleivur Dalsgarð sigur, at hetta er ein støða, sum fakfeløgini als ikki kunnu góðtaka og hóast verkfallið er av í fyrstu syftu, eru allar súður als ikki syftar enn. Sjálvur væntar hann at hetta fer at fáa fakfeløgini á almenna arbeiðsmarknað- inum at sjóða seg enn meiri saman enn tey hava verið og hann væntar eisini, at tiltøk fara at verða sett í verk í komandi tíðum. – Tað, sum hendi í tingin- um, er so groft brot á okkara fakfelagsrættindini, at tað kann ikki standa ósvarað. Formaðurin í Starvs- mannafelagnum sigur, at nú hevur løgtingið tikið tannn rættin frá fakfeløgunum, sum tey hava stríðst fyri og ført okkum aftur í eina støðu, sum øll heimsins lond hava brúkt nógv ár ár um at sleppa burturúr. Sjálvur ivast Gunnleivur Dalsgarð ikki í, at hetta fer at føra við sær, at samráð- ingarnar ímillum almennu fakfeløgini og fíggjarmála- ráðið fara at vera truplar. – Fara vit at sleppa unfan verkfalli? – Tað er sjálvandi ringt at siga nú, men eg má við- ganga, at tað er ógvuliga svart út. Gunnleivur Dalsgarð sig- ur at tað er ongin grund at halda, at sáttmálin hjá SEV fer at verða brúktur sum fyridømi í samráðingunum í oktober. – Maskinmeistararnir og SEV gjørdi eina semju, sum SEV helt at tað hevði ráð til. Táið vit fara at samráðast við fíggjarmálið, er talan um heilt nýggjar samráðingar, tí tá kunnu fortreytirnar verða full- komiliga broyttar. Gunnleivur Dalsgarð sip- ar til, at prísirnir eru hækk- aðir nógv og útlit eru fyri, at teir fara at hækka enn meir og tað er hetta, sum verður grundarlagið undir krøvunum hjá Starvs- mannafelagnum. Merkir tað, at tit fara at krevja lønarhækkingar? – Tað ber ikki til at siga beint nú. Men tað er sjálv- sagt, at vit fara at krevja, at vit ikki missa keypiorku, so tað verður í øllum førum minstakrav, at reallønin ikki lækkar. Men sam- stundis hevur Bárður Niel- sen boðað frá, at hann vil hava eina null-loysn og tað merkir í veruleikanum, at hann vil hava, at keypi- orkan skal lækka. – Missa vit tamarhald á tí, vísir tað seg at vera ómet- aliga ringt at vinna innaftur. Tí eru útlitini fyri sam- ráðingunum í heyst ógvu- liga døpur, tí landsstýrið hevur beinleiðis biðið um truplar samráðingar, sigur Gunnleivur Dalsgarð. – Landsstýrið hevur biðið um kríggj og kríggj skal tað fáa, lovar Gunnleivur Dalsgarð, formaður í Starvsmannafelagnum Lovar eitt heitt heyst Nógv barnatiltøk á Fjarðastevnu Umframt allan ítróttin, sum verður á skránni á Fjarðastevnu, verða eisini fleiri tiltøk fyri bæði yngri og eldri børn, fyri smærri og størri. Fríggjadagin klokkan 18.00 verður skipað fyri brotssparskskapping, sum í ár verður skipað í tveimum bólkum. Fyri tey sum eru fødd í tíðarskeiðinum 1991- 1994 og fyri tey sum eru fødd í 1995 og eftir tað. Klokkan 19.00 í kvøld verður skipað fyri Bassaprix og dansishowi í ítróttarhøllini, og tey sum hava hug at royna seg, kunnu boða frá luttøku á telefon 257019. Bassaprixið er ikki bara ein kapping, tí umframt kappingina fáa gestirnir høvi til at hoyra Ingibjørg Hansen, sum gjørdist Nósavinnari, 2004. Eisini fara dansigentur av Toftum og dansidreingir úr Havn at sína fram ymsan dans. Leygardagin og sunnudagin verður djóragarður og ponyríðing. Hetta fer fram uppi í rættini, sum liggur beint oman fyri fótbóltsvøllin á Skála, og har verður møguleiki at síggja øll møgulig sløg av djórum. Eisini sleppa børnini at royna seg á hestbaki eina løtu, hava tey hug til tað. Møguleiki verður eisini at keypa ein kopp av kaffi við nýbakaðum vaflum. Víkingarnir, sum hava húsast á Ólavsøku í nøkur ár, vera eisini við á Fjarðastevnu. Teir fara at halda til við djóragarðin. Eitt annað barnatiltak á Fjarðastevnu, er dukku- sjónleikurin. Hann plagar at vera væl umtóktur hjá yngra ættarliðnum, og tað er lítið at ivast í, at tað verður støðan á Skála. Dukkusjónleikurin verður sýndur í Frítíðarskúlanum, sum heldur til í bygninginum har Sparikassin helt til fyrr. Harumframt verða eisini tey "vanligu" tiltøkini á Fjarðastevnuni á Skála. Tivoli verður bæði leygardagin og sunnudagin, og byrjar á keiøkinum beint eftir setanina leygardagin. Seinni flytir tivoli niðan á ítróttarøkið, har tað verður leygarkvøldið og sunnudagin. Eisini vera hoppiborgir í sambandi við Tivoli, umframt at klovnar fara at selja ballónir. Skála Ítróttarfelag vónar, at nógv fólk koma á stevnu, og felagið vónar, at børnini fáa nakað heim aftur við sær frá teimum ymsu tiltøkunum. Skála Ítróttarfelag Stórt grillkvøld og midnáttar- samkoma við vøllin á Skála Leygarkvøldið 9. juli verður skipað fyri stórum grill- kvøldi á Skála. Grillkvøldið er partur av Fjarðastevnuni, sum í ár verður hildin á Skála. Tiltakið, sum verður hildið á økinum sunnan fyri fótbóltsvøllin í bygdini, byrjar klokkan 19.30, tá klárt er at koyra matin á grillirnar. Fleiri grillir verða settar upp á økinum og so er ætlanin, at gestirnir sjálvir skulu grilla matin. Tað verður tó ikki neyðugt at hava mat við sær, tí leskiligur og vælkryddaður grillmatur og okkurt drekkandi verður selt á staðnum. Fyrireikararnir seta borð og benkur upp á økinum, so tað ber til hjá fólki at sita í friði og náðum og eta. Grillkvøldið snýr seg tó ikki bara um mat. Umframt góða matin verður nevniliga eisini skipað fyri sangi og røðum. Fyri at geva tiltakinum ein eitt sindur serligan dám, hava fyrireikararnir boðið gestum uttanífrá. Teir hava sett seg í sambandi við Føroya MC-felag, sum eftir felagstúr til Oyndafjarðar og Elduvíkar, kemur á vitjan á motorsúkklum. Eisini hava fyrireikararnir boðið bátafeløgum at vera vælkomin í sambandi við tiltaki, og fyrireikararnir vóna, at fleiri bátar og motorsúkklur leggja sær leiðina inn á Skála henda dagin. Sum sagt byrjar grillkvøldið klokkan 19.30. Klokkan 20.30 fara Sámal Ravnsfjall og Ronnie Nielsen at syngja, og teir eru á palli í okkurt um hálvan annan tíma. Tá teir báðir trubadurarnir eru lidnir, umleið klokkan 22, sleppa hinir gestirnir framat, tí tá verður felagssangur. Eins og siður er á flestu stevnunum nú á døgum, verður eisini skipað fyri midnáttarrøðu á Fjarðastevnuni, og verður tað Tórbjørn Jacobsen, hart rópandi tingmaður og mangt annað, sum fer at halda røðuna. Tórbjørn er kendur orðasnillingur, sum dugir sera væl at frambera røður, og tað er altíð stuttligt at lurta eftir honum. Á midnátt flytir tiltakið teir hálvthundrað metrarnar niðan í ítróttarhøllina, har dansur verður. Har fer tann sera væl umtókti Countrybólkurin at spæla til dans til út móti morgni. Skála Ítróttarfelag