Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 7 Føroyar Sparikassi hevur ment eina nýggja limaskipan, sum fer at automatis- era innkrevjingina hjá feløgum LIMAGREIÐSLA Stefan í Skorin stefan@sosialurin.fo - Við hesi skipan kunnu feløg spara útreiðslur í sam- bandi við innkrevjing av limagjaldi, og kassameist- arin kann spara nógva tíð í umsiting, sigur Johannes Ejdesgaard á KT-deildini. Nýggja skipanin verður nevnd limagreiðslan, og hon er ætlað øllum feløg- um, ið hava ein kostnað og krevja limagjald. Hetta kunnu vera ítróttarfeløg, eigarafeløg, samkomur og áhugafeløg. Við hesi skipan sleppur felagið undan at krevja limagjald inn við giro- kortum, tí at rokningin fyri limagjald verður send til heimagreiðsluna hjá limin- um (um hann væl at merkja hevur eina slíka). Skipanin er ment í samstarvi við eitt danskt felag, og hetta hevur verið ein hampuliga stór íløga hjá Sparikassanum. Skip- anin verður brúkt í Dan- mark, men hon er rættiliga ókend her heima. Brúkarin av skipanini skal rinda eitt gjald pr. lim, sum verður koyrdur ígjøgn- um skipanina. - Hetta er væl bíligari enn at senda giro-kort út til allar limirnar, sigur Jo- hannes Ejdesgaard. Umframt eina limaskrá umfatar skipanin eisini eina gjaldsskipan og eina bók- haldsskipan. Kostnaðurin er tengdur at, hvørjar partar av skipanini, felagið vil nýta. Feløg, ið nýta hesa skip- anina, sleppa undan at gera íløgur í bókhaldsskipanir og tænastur frá teldu- fyritøkum. Harumframt verður arbeiðið hjá kassa- meistaranum mikið lættari. Fyri at kanna kostnaðin á limagreiðsluni fyri eitt ávíst felag kann hesin rokn- ast út á heimasíðuni hjá limagreiðsluni, so at tú fært ein nágreiniligt byrjunar- gjald fyri nýtslu av lima- greiðsluni. - Hetta er ein brúkara- vinarlig tænasta, har tú hevur eitt fullfíggjað yvirlit yvir limir felagsins, og tú hevur eisini møguleika at samskifta við limirnar ígjøgnum skipanina. Sparikassin við nýggjari skipan Nýtt frá Bókadeildini: Krokodillur, Pippi og krimisøgur Bókadeild Føroya Lær- arafelags hevur givið út smábarnabókina Kroko- dillur busta ikki tenn eftir Colin Fancy, barnabókina Pippi Langsokkur á Kurrikurriduttoynni eftir Astrid Lindgren og ung- dómsbókina Hevnd eftir Mats Wahl. Krokodillur busta ikki tenn er litrík og stuttlig myndabók um munin á at vera dýr og barn. Tá ið barnið ikki tímur at greiða sær, kann vera stuttligt at vita, at hóast leyvur hava nógv hár, so greiða tær sær heldur ikki. Ken Wilson-Max hevur teknað og týddi úr enskum. Pippi Langsokkur á Kurrikurriduttoynni er nýggj myndabók við tekn- ingum eftir Ingrid Nyman. Pippi fer at ferðast til Kurrikurriduttoynna sam- an við Anniku og Tumm- asi. Bókin er løgd til rættis eftir søgum úr Pippi í Suð- urhøvum, sum Turið Sig- urðardóttir týddi. Kendu tekningarnar hjá Ingrid Nyman hava fingið lit, men Pippi sjálv er fram- vegis líka sterk og ger framvegis akkurát tað, hon hevur hug til. Ungdómsbókin Hevnd er ein sera spennandi krimisøga um, hvør tordi at gera seg inn á Ahmed Sirr. Umframt at vera spennandi er søgan eisini viðkomandi og sera aktu- ell. Her rillar trúgvin á Gud, her bylgist hugurin at fáa hevnd, og her trívist fremmandahatur. Í hesum meldrinum skulu Fors og starvsfelagar hansara royna at fáa skil í galskap- inum og finna út av, hvør drap Ahmed Sirr og hví. Jákup í Skemmuni hevur týtt Hevnd úr svenskum. ave Í juli mánaða fer Hanni Bjartalíð at sýna fram list í Leikalund í Klaksvík. Hanni er serliga kendur fyri sínar naivistisku myndir, sum ofta kunnu minna um stuttligar sjálvsmyndir og lýsingar av gerandisdagin hjá listamanninum. Hann málar oljumálningar, og eitt sum m.a. eyðkennir Hanna Bjartalíð, eru hansara myndarøðir, har fleiri smáar myndir siga eina søgu. Hanni Bjartalíð hevur ígjøgnum árini ment sín egna stíl innan føroyska myndlist, og tað er altíð spennandi at síggja, hvat hann sýnir fram. Hanni er føddur í 1968 og er uppvaksin í Klaksvík. Hann byrjaði sum ungur at mála og málaði nógvar myndir, ið lýstu Klaks- víkina og føroysk um- hvørvi. Seinni fór Hanni undir útbúgving á Norðurlendska Listaskúl- anum í Kokkola í Finn- landi, og tá broyttist stílur hansara til tann nýskapandi og eyðkenda stílin, vit seta í samband við Hanna Bjartalíð í dag. Umframt at hava sýnt nógv fram her í Føroyum, hevur hann havt nógvar listaframsýningar ymsa- staðni Danmark, Finnlandi, Týsklandi og Íslandi, og hevur hann verið sera væl umtóktur. Hanni Bjartalíð er í dag búsitandi í Lahti, í Finn- landi, har hann hevur nógvar listaframsýningar. Fernisering verður fríggja- dagin 08.07.2005 kl. 16.00, og sýningin verður hangandi allan juli mánaða. Framsýningin er opin soleiðis: Mánadag - miku- dag: 10.00-17.30, Hósdag - leygardag: 10.00-23.00, Sunnudag: 15.00-23.00 ave Hanni Bjartalíð í Leikalund Myndarøðir, sum siga eina søgu, eru vorðnar eitt av eyðkennunum hjá nýskap- andi listamanninum Hanna Bjartalíð Føroyskur skipari dømdur í Hetlandi FISKISKAPUR Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo Føroyski skiparin á nóta- bátinum Ruth fekk hós- dagin eina bót áljóðandi 6000 ensk pund fyri at hava givið skeivar upplýs- ingar um veiðu í írskum sjógvi. Skiparin hevði upplýst fyri fiskiveiðumyndug- leikunum, at teir høvdu fingið eina last av svart- kjafti í Norðsjónum, tá teir í veruleikanum høvdu fiskað vestanfyri Írland. Føroyski skiparin játt- aði seg sekan í at hava givið skeivar upplýsingar, og rætturin í Lerwick honum tí eina bót. Hetta skrivar Shetland Times á internetinum. Ruth, sum er skrásett í Danmark, seldi lastina til eitt virki í Hetlandi fyri 22.280 ensk pund. ES-nevndin hevur givið loyvi til størri veiðu av svartkjafti í Norðsjónum, har donsk skip kunnu veiða 118.000 tons av svartkjafti, men veiðan í írskum sjógvi er framvegis avmarkað til 9.800 tons. Verjin hjá føroyska skiparanum legði í rætt- inum dent á, at skiparin ikki hevði fiskað ólógligt, men at upplýsingarnar, sum vórðu latnar myndug- leikunum, vórðu skeivar. Orsøkin, til at skipið upplýsti, at svartkjafturin varð fiskaður í Norðsjón- um, er, at so kunnu tey veiða enn meira í írskum sjógvi seinni á árinum. Á hendan hátt gongur kvot- an ikki so skjótt undan. Ákærin legði dent á, at øll fiskiveiðiskipanin verður undirgravað av fiskimonnum, ið geva skeivar upplýsingar. Johannes Ejdesgaard frá KT-deildini sýnir fram nýggju limagreiðsluna Mynd: Bárður