Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 126 - 6. juli 2005 Svimjilandsliðið sendir hesuferð tólv svimjarar avstað til Oyggjaleikirnar. Og tað er við bjørtum vónum, at venjarin Petur Heðin á Fløtti fer avstað við hópin- um SVIMJING Stefan í Skorini Teir føroysku svimjararnir plaga altíð at hava nøkur heiðursmerki heim við sær aftur, og um vit skulu taka landsliðsvenjaran uppá orðið, kunnu vit vænta okk- um nøkur heiðursmerki aftur hesuferð. - Vit hava eitt ungt og sera evnarík lið hesuferð. Vit eru sera sterk, um vit skulu meta út frá teimum tilmeldaðu tíðunum, sigur Petur Heðin á Fløtti, ið hevur verið landsliðs-venj- ari síðan 2001. Harumframt hevur hann svomið á lands- liðnum og vunnið fleiri heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikunum. Tilmeldaðu tíðirnar eru tær tíðirnar, ið svimjararnir boðað frá undan leikunum. Hetta kann vera ein góður mátistokkur, man skal altíð takast við fyrivarni. Nakrar av tilmeldaðu tíðunum eru ikki altíð eftirfarandi, tí at nakrir svimjarar svimja skjótari, tá tað kemur til stykkis. Upptakt til 2007 Petur Heðin á Fløtti hevur fylgt væl við menningini innan føroyska svimjing seinastu fýra árini, og hann sær hesar leikirnar sum eina fyrireiking til leikirnar í 2007, tá liðið væntandi verður enn sterkari enn nú. - Um vit rokna við, at 25 % kunnu fella frá, verður landsliðið rættiliga sterkt um tvey ár, sigur Petur Heðin á Fløtti. Landsliðs- venjarin hevði annars ikki væntað, at teir ungu svimj- ararnir fóru at vera so sterkir longu nú. Í ár fara tólv svimjarar við til leikirnar, og svimji- sambandið hevur givið venjaranum loyvi at taka svimjarar, sum ikki hava klárað kravtíðirnar, við. Hetta kann vera við til at menna ungar svimjarar, sum annars ikki høvdu fingið møguleikan at lut- taka hesuferð. - Framtíðin er bjørt. Eg rokni við, at um tvey ár fara 15-16 svimjarar avstað, og umleið helvtin av teimum fer at svimja um medaljur- nar, greiðir ein bjartskygd- ur Petur Heðin frá. Hann roknaði upprunaliga við, at hesin hópurin av svimjar- um fór at toppa í 2009, men nú er líkt til, at 2007 eisini verður eitt gott ár. Stór útskifting Av teimum tólv svimjarun- um hesuferð vóru bert tveir teirra við fyri tveimum ár- um síðan. Hóast hesa stóru útskifting hevur venjarin góðar vónir til ungu svimj- ararnar. - Eg eri sera spentur og havi góðar vónir. Seedingin sær gott út fyri okkara viðkomandi, hóast hon skal takast við fyrivarni, slær Petur Heðin fast. Svimjisambandið hevur gjørt nógv við ungdóms- arbeiði seinastu árini, og fyrireikingarnar til hesar leikirnar hava gingið væl. Allir svimjarar eru skaðafríir uttan tann bert 13 ára gamla Elspa Mørkøre, ið hevur ein lítlan snudd í økslini. Eingin ivi er tó um, at hon verður at síggja í hylinum í Hetlandi. Kvinnurnar væl fyri Í ár er tað soleiðis, at kvinn- urnar eru betri umboðaðar enn menninir, og tað er sera óvanligt í oyggjaleikahøpi. - Kvinnurnar hava ong- antíð verið so sterkar sein- astu tjúgu árini sum í ár, sigur Petur Heðin á Fløtti. Eitt nú eru Karina Petersen og Elspa Mørkøre seedaðar sum nummar eitt, og tað skuldi givið góðar vónir til fleiri heiðursmerki. - Menninir hava áður verið sterkari, og tað er bara Andras Thomsen við frá seinast, men eg havi góðar vónir hóast alt, sigur venjarin. Ungdómurin skal lyfta arvin Andrass Thomsen Beinir E. Danielsen Elspa Mørkøre Jákup Øssurson Mohr Jutta Thomsen Karina Petersen Kári J. á Høvdanum Kristian Olsen Lisbeth L. Joensen Nathalia Reinhardt Sára Ejdesgaard Sheila millum Garðarnar Landsliðsvenjarin Petur Heðin á Fløtti hevur góðar vónir til komandi Oyggjaleikir. Serliga kvinnurnar eru væl fyri, um hugt verður eftir tilmeldaðu tíðunum