Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 129 - 9. juli 2005 BÚSKAPUR Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Fyri 43.000 krónur um mánaðin hevur Bárður Nielsen til uppgávu at stjórna føroyska búskapin- um og halda skil á landsins inntøkum og útreiðslum. Landsins fíggjarlóg hevur seinastu árini víst hall, og hall verður eisini komandi ár. Tónin úr fíggj- armálaráðnum er broyttur síðani vestmenningurin Bárður avloysti klaksvík- ingin Karsten. Vit hava sett fíggjarmála- ráðharran stevnu fyri at venda kikaranum móti hansara fíggjarpolitikki og hugfrøði. Ongar marknaðarkreftir Bárður Nielsen gjørdi bart og kolldømdi sáttmálan millum SEV og maskin- meistararnar. Grundgev- ingin var, at lønarhækkanin var ov stór. Landsstýris- maðurin leitaði eftir einari nullloysn, og harvið byrjaði tað at knípa við streym- inum kring landið. Vit hava í mesta lagi fjøruti minuttir í snotuliga umhvørvinum hjá fíggjar- málaráðharranum. Meira hevur hann ikki tíð til. Og hví er tað so týdn- ingarmikið, at SEV ikki kann geva eina lønarhækk- an. Tað merkir ikki størri útreiðslur til landskassan - men øktar skattainntøkur? - Støðan í búskapinum ger, at tað ikki ber til loyva nakrari munandi lønar- hækkan. Fíggjarlógin gev- ur góðar tveyhundrað milli- ónir í halli í ár, og støðið verður tað sama komandi ár. Tað er snøgt sagt ikki rúm fyri nakrari lønar- hækkan. Hvør einasta króna í øktum útreiðslum ger, at tað verður tyngri at reka samfelagið og neyðugt við enn størri sparingum, um landsins fíggjarlóg skal hanga saman, sigur Bárður Nielsen. Men tað kostar jú einki fyri landskassan? - Eg kundi verið líka- glaður og latið SEV siglt sín egna sjógv. Tað hevur eisini víst seg ferð eftir ferð, at hesin sáttmálin er við til at leggja støði fyri samráðingar á almenna ar- beiðsmarknaðinum. Fakfel- øgini eru so samantvinnaði, at tað ber ikki til at gera annað, sigur Bárður Niel- sen. Hann sigur, at verður lønarhækkanin á sama støði eftir samráðingar á al- menna arbeiðsmarknaðin- um i heyst sum ætlaða løn- arhækkanin hjá maskin- meistarunum hjá SEV, so merkir tað einar hundrað milliónir í meirútreiðslum fyri landskassan. Men er tað ikki at blanda seg út í marknaðarkreftir- nar? Varð samráðst frítt, so burdi lønin tillaga seg eftir marknaðartretynum, og lønin vildi funnið eina "nat- úrliga" legu av sær sjálvum? - Eg vil kalla støðuna akkurát øvugt marknaðar- treytum. Marknaðarkreftir- nar eru langt síðani síðani settar út av spælinum. Vit hava hava normalløn, sum ikki broytist, tá tað eru ringar tíðir og heldur ikki broytist eins nógv og á privata arbeiðsmarknaðinu í góðum tíðum. Tað ger, at fólk tekkjast almenna ar- beiðsmarknaðinum í ring- um tíðum og søkja privata arbeiðsmarknaðin í góðum tíðum. Almenni arbeiðs- marknaðurin flytur seg ikki eftir marknaðartreytum og búskaparvøkstri. Ov stór hækkan Tað, sum gongur aftur og aftur hjá landsstýrismann- inum í fíggjarmálum er, at almennu útreiðslurnar eru voksnar ov nógv, og nú má táttast í. Tøl frá fíggjar- málaráðnum vísa, at lønar- ramman er hækkað við 24% frá 2000 til 2004. Samlaðu lønarútreiðslurnar á fíggjarlógini eru hækkað- ar við 36% Sambært hag- stovu Føroyar er brúkara- prístalið voksið við smáum fýra prosentum síðani 2001. - Hetta hongur ikki saman við búskaparvøkstr- inum. Vit kunnu ikki økja enn meira um útreiðslurnar. Tað er ikki forsvarligt. Upp á longri sigt er ein nulloysn nógv tann besta loysnin fyri samfelagið, sigur Bárður Nielsen. Síðani 2002 hava bæði inntøkurnar hjá landskass- anum og BTÙ so at siga staðið í stað. Hetta tulkar Bárður Nielsen til, at bú- skapurin er stagneraður. - Vit mugu fyrihalda okkum til veruleikan. Tað er sjálvandi ringt at góð- taka, at vit eftir metstóran vøkstur nú hava ein bú- skap, sum er stagneraður, og hall á fíggjarlógini. Men tað er veruleikin, og honum kunnu vit ikki renna frá, sigur Bárður Nielsen. Hann heldur ikki, at undanfarna samgonga gjørdi neyðugar tillagingar á útreiðslunum, tá inntøkan varð skerd. Men tað ber ikki til bara at skjóta skylduna yvir á undanfarnu samgongu. Eitt nú eru tær fráboðaðu ein- skiljingarnar kundu í stó- ran mun skapt inntøkur til landskassan, men tær hava latið bíða eftir sær? - Jú, tað er rætt. Tað hevur gingið alt ov seint hjá okkum at fremja einskilj- ingar. Eftir mínum tykki skuldu fleiri av fyritøk- unum verið einskildar fyri fleiri árum síðani, men politikkur hevur forðað fyri hesum, sigur Bárður Nielsen. Vælferðin kostar Tann nógv umrøddi skatta- lættin, sum andstøðan hev- ur kallað asosialan, og stuðulin til rækjuvinnuna eru tiltøk, sum Bárður Nielsen kann taka undir við. Orsøkin er tann, at hetta merkir, sum hann sig- ur, at samfelagshjólini framhaldandi skulu mala og hugsast skal ikki bert um tað næstu fíggjarlógina - men upp á longri sigt, heldur landsstýrismaðurin fyri. Hesum eru tey langt frá øll, sum eru samd við honum í. Rokningin f - Tað er ikki serliga hugaligt at standa sum ábyrgdarper- sónur fyri streym- loysi, men eg ivist ikki í, at avgerðin, at vraka sáttmálan, var røtt, sigur Bárður Nielsen SAMRØÐA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Fyri einari lítlari viku síðani vrakaði Bárður Nielsen sáttmálan millum SEV og maskinmeistarar- nar. Og síðani tá hevur landsstýrismaðurin skula lagt oyra til nógvar átalur. Summi fólk eru í øðini inn á landsstýrismannin, og onnur halda lands- stýrismaðurin hevur gjørt tað rætta. Men hvussu er tað at fáa ábyrgdina av, at tað mesta av landinum liggur í streymloysi? - Tað er ikki serliga hugaligt at standa sum ábyrgdarpersónur fyri streymloysi, men eg ivist ikki í, at avgerðin, at vraka sáttmálan, var røtt, sigur Bárður Nielsen Hann leggur eina við, at øll samgongan var samd um málið, og hann alla- tíðina hevur fingið fullan stuðul. - So eg havi havt tað gott við mínari avgerð, sigur Bárður Nielsen. Tað kemur heldur ikki óvart á landsstýrismann- in, at nógv verður sagt og skrivað um hann seinastu vikuna. - Sum landsstýrismaður mást tú rokna við hesum. Eg hugsaði meg væl um áðrenn, og eg hevði rokn- að við hesum fylgjunum. Men avgerðin var røtt, sigur Bárður Nielsen. Lítið hugaligt - Vit kunnu ikki verða vælferðartænasturnar fyri uttan, og tað rinda vit prísin fyri í dag, sigur Bárður Nielsen, landsstýrismaður -Eg ivaðist ongantíð í, at eg gjørdi rætt. Tað er ikki stuttligt at fáa ábyrdgina fyri streymloysi. Men avgerðin, at vraka sáttmálan hjá maskinmeistarunum, var røtt, sigur Bárður Nielsen Mynd: Jens Kristian Vang