leygardagur 9. juli 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 126 - 6. juli 2005
9
Oluffa á Høvdanum
er eitt kent navn
innan svimjing í
Føroyum, tá hon í
nógv ár hevur staðið
við hylin og lagt
ungum svimjarum
lag á. Nú gongur
sonurin Kári í
fótasporum móðir
sínar, og hann var ein
av teimum heilt ungu
svimjarunum, ið
fingu landsliðsboð, tá
venjarin setti hópin
SVIMJING
Stefan í Skorini
Tey, sum fylgdu við í
svimjing í áttatiárunum,
munnu kennast við navnið
Oluffa á Høvdanum. Hon
var við landsliðnum tríggj-
ar teir fyrstu Oyggjaleikir-
nar antin sum landsliðs-
venjari ella hjálparvenjari.
Síðani hevði hon ein steðg
uppá tíggju ár, men í 1999
var hon aftur við landslið-
num sum venjari. Seinastu
mongu árini hevur Oluffa,
ið er klaksvíkingur, búð í
Gøtu, har hon hevur verið
venjari hjá svimjifelagnum
Skeggjum.
Ein av teimum blaðungu
svimjarunum, ið heldur
óvæntað vórðu úttiknir av
landsliðvenjaranum,
var
Kári Jóannesarson á Høvd-
anum. Hann kláraði ikki
kravtíðirnar hesuferð, men
venjarin hevur bitið merki í
evnini hjá unga alvanum,
og hann fekk tí møguleikan
at royna seg á leikunum
hesuferð.
Uppvaksin í
svimjihøllini
Hóast Oluffa hevur verið
virkin innan svimjing í
nógv ár, hevur hon ongan-
tíð sjálv verið í hylinum á
Oyggjaleikunum.
- Tá eg var ung, var venj-
aratrot í Føroyum, og tí
gjørdist eg venjari í Ægir
og seinni eisini á landslið-
num, greiðir hon frá. Oluffa
var bert tjúgu ára gomul, tá
hon fyrstu ferð var við
landsliðnum sum venjari í
1985.
Nú er tað so sonurin, ið
eigur tørn, og hann hevur
fylgt í fótasporum móðir
sínar.
- Kári var allatíðina við
mær, tá eg var venjari í
Skeggjum í Gøtu, og hann
dugdi eisini tíðliga at
svimja, sigur Oluffa um
sonin, sum nú er sloppin
inn í landsliðshitan.
Hóast
Oluffa
kanska
kundi tonkt sær at heppa á
sonin á komandi leikum,
fer hon ikki við sum áskoð-
ari hesuferð.
- Tú kanst ætla, at eg eri
ræðuliga spent, og eg fari at
fylgja hvørjum taki í út-
varpi og sjónvarpi, sigur
Oluffa, sum flennandi legg-
ur afturat, at sonurin skal
sleppa at vera ungur, uttan
at mamman hongur uppí.
Hon metir tó, at tað verð-
ur sera torført hjá Kára at
vinna seg upp á sigurs-
pallin.
- Hann er ungur enn, og tí
verður tað sera torført hjá
honum at standa seg í
kappingini við teir eldru og
meira royndu svimjararnar.
Hinvegin kann tað vera sera
læruríkt hjá honum at vera
við og at kappast við aðrar
stinnar svimjarar, sigur
Oluffa. Hendan ferðin kann
sostatt geva Kára enn meira
blóð á tonna til framtíðar
avrik.
- Tað er eisini sunt hjá
einum ungum svimjara at
síggja aðrar svimjarar, ið
svimja skjótari enn ein
sjálvur, og tað er ein partur
av lærdóminum sum svimj-
ari, sigur Oluffa, ið óivað
tosar av hollum roymdum
sum venjari.
Ætlar sær finalupláss
Sjálvur var Kári sera ov-
farin, tá hann fekk boð frá
landsliðsvenjaranum, Petur
Heðini á Fløtti, at hann
skuldi við til Hetlands í
summar. Kári er bert fimt-
an ára gamal og harvið
yngsti maður við landslið-
num hesuferð - onkur genta
er tó yngri enn hann.
Hann hevði ikki klárað
kravtíðirnar, men evnini hjá
tí unga svimjaranum svitast
ikki. Svimjisambandið hev-
ur í ár givið venjaranum
tann møguleika at geva
nøkrum ungum svimjarum,
ið ikki hava klárað kravtíð-
irnar, møguleika at vera við
fyri at menna ungdóms-
arbeiðið enn meira.
- Eg hevði sett mær sum
mál, at eg skuldi við til
Oyggjaleikirnar á Rhodos í
2007, og eg gjørdist tí sera
bilsin, tá Petur Heðin sendi
boð eftir mær longu nú,
sigur Kári.
Greinin, har Kári stendur
seg best er ryggsvimjing,
og umframt stafettina hann
skal luttaka í 100 og 200
metur rygg.
- Fyrst og fremst er málið
at koma í finalurnar í
mínum greinum og harnæst
at klára fimtbestu tíðina,
sum kann geva atgongd til
komandi Oyggjaleikir á
Rhodos, sigur Kári, sum
ikki letur nakran iva vera
um, at hann ætlar sær at
klára kravtíðirnar til leikir-
nar um tvey ár.
Higartil hevur venjingin
hjá teimum gingið væl,
heldur Kári. Tey venja sjey
til níggju ferðir um vikuna,
og tað fer sjálvsagt við
nógvari tíð.
Um sín uppvøkstur innan
svimjing sigur Kári tað
sama,
sum
mamman
greiddi frá.
- Mamma var venjari, og
eg var altíð við henni í
svimjihøllini, so eg havi
svomið, síðan eg var heilt
lítil, sigur Kári.
Hann er sera spentur til
hesa kappingina, tí at hetta
jú er fyrstu ferð, at hann
sleppur at luttaka við før-
oyska
landsliðnum
á
Oyggjaleikunum.
- Tað er eisini gott at
sleppa at royna seg í slíkum
kappingum og at uppliva
umhvørvið kring tær á
ungum aldri, heldur Kári.
Og hann er óivað ein
svimjari, ið vit fara at
síggja meira til komandi
árini, um hann væl at
merkja heldur fram við
svimjingini á eins høgum
støði sum nú.
Og man móðirin ikki fara
at geva honum okkurt
stimbrandi
ráð
undan
leikunum á Hetlandi, hóast
hon bert kann fylgja avrik-
um hansara ígjøgnum fjøl-
miðlarnar.
Gongur í fótasporum móðir sínar
Móðir og sonur. Oluffa
hevur fleiri ferðir lagt
svimjarum lag á til
Oyggjaleikirnar, og nú
førir sonurin Kári
traditiónina víðari
Mynd: Bárður