Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-07-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 9. juli 2005síða 9

‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 129 - 9. juli 2005 9 fyri vælferðina Vil hava høvuðs- sátt- málar Eisini landsstýris- maðurin í fíggjar- málum vil broyta viðurskiftini á ar- beiðsmarknaðin- um SAMRØÐA Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Tað loypir óivað ikki hvøkk á fólk, at lands- stýrismaðurin í fíggjar- málum ikki er nøgdur við viðurskiftini á ar- beiðmarknaðinum. Og hann vil hava broytingar framdar. Millum annað fyri at verkføll ikki skulu koma so ofta fyri. - Ongin vil pilka við tann grundleggjandi rættin at samráðast og at fara í verkfall, men við skipaðum viðurskiftum á arbeiðsmarknaðinum slepst undan, at fakfel- øg at kalla skiftast um at fara í verkfall. Ein treyt fyri, at arbeiðsmarknað- urin virkar, er sjálvandi eisini, at fakfeløg virða ta friðarskyldu, sum er galdandi og ikki í tíð og ótíð hótta við ólógligum verkføllum. Hetta er ein ótolandi óskikkur, ið ikki hoyrir framkomna samfelagnum til", sigur Bárður Nielsen Sum ovasti fyri Fíggj- armálaráðið skal lands- stýrismaðurin sam- ráðast við 32 fakfeløg um sáttmála. - Eins og við búskap- inum hava vit brúk fyri einum reformi á ar- beiðsmarknaðinum. Mítt uppskot er, at fel- øgini gera høvuðsav- talur, soleiðis at talið av sáttmálum minkar, sigur landsstýrismaðurin. Eisini hevur landsstýrið valt at gera nógvar stórar íløgur. Aftur við somu grundgeving. Fleiri av íløg- unum eru rakstrartungar, og nýggja Suðuroyarskipið er bygt í Spania, og harvið er ikki ein króna komin tí føroyska samfelagnum til góðar. Landsstýrið hevur í hyggju at gera størri íløgur í Føroyum fyri harvið at fáa hjólini her at mala skjótari. Grundgevingin hjá landsstýrismanninum fyri undirskotinum á fíggjarlóg- ini er eisini, at tað er ikki bara sum at siga tað at sløkkja fyri vælferðartæn- astum. - Tá ið tú fyrst er byrjaður at bjóða eina væl- ferðartænastu, so er stórt sæð ómøguligt at steðga aftur. Vit kunnu ikki verða vælferðartænasturnar fyri uttan, og tað rinda vit prísin fyri í dag. Landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað er samsvar millum krøv og búskaparvøkstur. - Vit hava verið ov lagaligir at eftirlíka krøvini, sigur Bárður Nielsen. Ikki so einfalt Men hvussu leingi ber til at hava undirskot á fíggjar- lógini? - Ein búskapur er ikki so einfaldur, at tú bara brúkar til goymslan er uppi. Tað er ikki í sær sjálvum nakað negativt, at landskassin hevur hall. Tað er nógv meira innviklað. Ein bú- skapur skal eisini endur- speglað, hvat tú vilt við samfelagnum, sigur Bárður Nielsen. Hann sigur, at arbeitt verður við at skerja í út- reiðsluøkingini komandi árini, so eitt yvirskot aftur kann hómast. Ætlanin er at afturhalda omanfyri hundr- aðmilliónir krónur í øktum útreiðslum, t.e. ikki í bein- leiðis sparingum, men vit eitt nú nullloysnum, um- leggingum og tillagingum. Lønir mynda næstan helmingin av fíggjarlógini. Landsstýrismaðurin leggur tískil stóran dent á, at hesar verða hildnar so langt niðri sum gjørligt. - Landsstýrið og sam- gonga ætla komandi árini at forða útreiðslunum at hækka munandi. Nulloysn- ir eru við í ætlanum, sum hevur til endamáls at fáa yvirskot á fíggjarlógini. Er hetta ikki ein øgiliga primitiv búskaparstýring - við at spara og halda aftur í útreiðslum ? - Hetta er primitivt. Men hetta er eisini veruleikin, ið vit mugu fyrihalda okkum til. Hetta loysir ikki einsa- malt trupulleikan - men sama við øðrum tillaging- um, sigur Bárður Nielsen. Tøl frá Fíggjarmálaráðn- um vísa, at tað er avlop á handilsjavnanum og gjalds- javnanum, og útlit eru til betri tíðir. - Tað gongur upp og niður í búskapinum. Fyri nøkrum árum síðani hildu vit, at trøini fóru at vaksa inn í himmalin, men tað gera tey ógvuliga sjáldan, sigur Bárður Nielsen. Til høgru Stevnan hjá landsstýris- manninum og samgonguni er við at hómast búskapar- liga. Og gongdin er ikki júst serliga vinstravend. Fyrsta stigið er at einskilja almennu fyritøkurnar. Og stendur tað til Bárð Niel- sen, so verður alt vinnuligt, sum nú er á almennum hondum, privat. Allar tæn- astur, sum kunnu verða røktar av privatum og virka á vinnuligum treytum. Undantikið er sjúkrahús og líknandi. - Málið er, at innan tvey ár eru vit komin væl áleiðis við at einskilja størsta partin av teimum almennu vinnuligu fyritøkunum. Peningurin frá søluni skal ikki nýtast til at lappa fíggjarlógina saman - men til at rinda skuldina hjá landskassanum, sigur Bárð- ur Nielsen. Øll skulu eisini sleppa at keypa - eisini útlendingar. - Skulu vit verða partur av altjóðagerðingini, so kann tað ikki gerast hálv- hjartað, sigur Bárður Niel- sen. Skattapolitiska stevnan hjá landsstýrismanninum leggur eisini upp til eina markanta broyting. - Tað stendur meira og meira greitt, at tey lond, sum klára seg væl í heimin- um í dag, taka minni inn í beinleiðis skatti og áseta fleiri óbeinleiðis skattir (brúkaragjøldo.a., blðm), sigur Bárður Nielsen. Tann progressivi føroyski skattastigin eigur eisini at verða skiftur út, heldur landsstýrismaðurin. Hesin drepur hugin at arbeiða og forivinna nakrar krónur afturat. - Eg meti sjálvur, at rindaðu øll 35% í skatti, so hevði landskassin fingið tað sama inn sum nú, sigur Bárður Nielsen. Sum sambandsmaður er tað ikki so løgið, at lands- stýrismaðurin er harmur um, at blokkurin varð skerdur av undanfarnu samgongu. Hann hevur einki ímóti, at blokkstuðul- in fjarðar burtur við tíðini, men tað er ikki treytaleyst. - Blokkstuðulin hevur verið øgiliga góður fyri okkara samfelag. Eg tori at pástanda, at vit ikki høvdu havt eitt so væl útbygd samfelag uttan hann. Hann er als ikki skaðiligur. Men eg havi einki ímóti, at hann verður spakuliga tikin burtur, men vit skulu hava nakað at seta ístaðin, og tað hava vit ikki sum nú er, sigur Bárður Nielsen. Landsstýrismaðurin vil ikki hoyra talan um, at hann hevur borið seg skeivt at. Vælferðin kostar, og kassin kann ikki toyggjast longur, sigur hann Mynd: Jens Kristian Vang