leygardagur 9. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 126 - 6. juli 2005
Borðtennis-liðið fer
avstað við góðum
vónum um heiðurs-
merki. Eitt nýtt andlit
er at síggja, og hesin
nýggi leikarin skuldi
havt møguleika fyri at
gera seg galdandi.
Eisini hevur hópurin
nøkur ung talent
BORÐTENNIS
Stefan í Skorini
Fimm leikarar fara avstað
hesuferð - tríggir menn og
tvær kvinnur. Borðtennis-
leikarar hava ofta fingið
heiðursmerki við sær heim-
aftur, og tað skuldu verið
góð líkindi fyri at fingið
okkurt aftur hesuferð.
Nýggjur leikari
Venjarin Preben Larsen
hevur nevniliga funnið ein
dana, ið hevur ættarbond til
Føroya, og hann fer at
spæla við føroyska lands-
liðnum á Oyggjaleikunum.
Talan er um Thomas Søren-
sen, ið spælir í donsku
kappingini.
Hann spælir dagliga á
sama støði sum Kjartan Eli
Hentze, sum hevur verið
við á Oyggjaleikunum síð-
an 1997, og tí er hetta eitt
ess í ermuni hjá føroyska
liðnum.
Fyri tveimum árum síð-
ani fekk Kjartan Eli Hentze
bronsu í einmansleiki, og
fyri fýra árum síðan fingu
føroyingar bronsu í tví-
mansleiki fyri menn.
Í Thomas hava føroyingar
fingið eitt gott kort í hond-
ina bæði í einmansleiki
men eisini í tvímansleiki,
har Kjartan Eli og hann fara
at spæla saman.
- Tann nýggi leikarin
kann gerast eitt spennandi
íkast fyri okkara viðkom-
andi. Hann og Kjartan Eli
kunnu saman gera eitt
sterkt par í tvímansleiki,
eins og hann eisini verður
ein hóttan í einmansleiki,
sigur Petur Niclasen, hjálp-
arvenjari.
Ung talent
Afturat teimum báðum er
Ragnar Egilsson eisini við
á liðnum hjá monnum.
Hetta er eitt ungt talent,
sum vit tó ikki skulu vænta
okkum nakað heiðursmerki
frá.
Hjá kvinnunum eru tað
tvær blaðungar gentur, ið
skulu umboða Føroyar. Tær
eru Marin í Dali og Susy
Midjord. Hetta er fyrstu
ferð, at tær eru við, og tí
skulu vit ikki vænta okkum
at síggja tær heilt frammi í
oddinum, men tær kunnu
ogna
sær
virðismiklar
royndir á hesum leikunum.
Spennandi verður at síggja,
hvussu Føroyar fara at
standa seg í liðkappingini.
Hendan kapping er uppbygt
av
fýra
dystum
í
einmansleiki hjá monnum,
einum dysti í einmansleiki
hjá kvinnum, einum dysti í
tvímansleiki hjá kvinnum
og einum blandaðum tví-
mansleiki. Her sleppa tey
ungu veruliga at royna sína
styrki í harðari kapping, og
tað kann vera mennandi
fyri leikararnar.
Kenna ikki
mótstøðuna
Seinastu tíggju árini hevur
tað verið ein leikari av Isle
of Wight, ið hevur verið
einaráðandi innan borð-
tennis hjá monnum. Hetta
er ein professionellur leik-
ari, ið hevur verið av eini
aðrari planet samanborið
við restina av luttakarun-
um. Tískil hevur tað í veru-
leikanum bert verið silvur
og bronsa at kappast um.
- Vit hava hoyrt, at hesin
leikarin ikki verður við í ár,
og tað gevur okkum góðar
vónir um, at vit kanska
kunnu vinna fleiri heiðurs-
merki, men hetta vita vit tó
ikki við vissu enn, sigur
Petur Niclasen, sum annars
roknar við, at støðið verður
á leið tað sama sum fyri
tveimum árum síðani.
Sett menning í verk
Annars metir Petur Nicla-
sen, at støðan innan borð-
tennis í Føroyum er stabil.
Talið av íðkarum er nøku-
lunda tað sama, sum tað
hevur verið í nógv ár, tó at
talið av feløgum er minkað.
- Við hesum venjaranum
hava vit sett eina menning í
gongd, og hetta samspælið
riggar væl, metir Petur
Niclasen. Hetta síggja vit
aftur á landsliðnum, har
nøkur ung talent sleppa at
royna seg í ár.
Átta debutantar
FÓTBÓLTUR
Stefan í Skorini
Bert ein leikari, sum spælir
uttanlands er við í ár, og tað
er Sólva Joensen, ið spælir
fyri Skjold í Danmark.
Landsliðsvenjarin Álvur
Hansen hevur sent boð eftir
átjan leikarum, og tað eru
tey bæði fremstu liðini í
kvinnudeildini, KÍ og B36,
ið eru best umboðað.
Sjey leikarar úr KÍ og
seks leikarar úr B36 mynda
bulin á liðnum. Royndastu
leikararnir í oyggjaleika-
høpi eru Bára S. Klakstein
úr KÍ og Halltóra Joensen
úr B36, ið hava leikt átta
dystir hvør. Malena Joseph-
sen og Rannvá B. Andrea-
sen (KÍ) hava leikt sjey
dystir, og tað hevur Sólva
Joensen úr Skjold Bk. eis-
ini. Mest skorandi spælar-
arnir í oyggjaleikahøpi eru
Rannvá B. Andreasen við
seytjan málum og Halltóra
Joensen við trettan.
Seks leikarar vóru við
bæði í 2001 og 2003, og
fýra leikarar hava bert verið
við einaferð áður. Átta
leikarar í hópinum eru við
fyri fyrstu ferð.
Føroyska vann gull bæði
í 2001 og í 2003, og tí fara
tær aftur eftir gullinum í ár.
Onkur hevur undrast á, at
pláss ikki hevur verið fyri
leikarum sum Silju á Borg
Færø og Mariu Vang, ið
báðar spæla við ÍF Føroy-
um í Keypmannahavn, men
venjarin hevur valt at síggja
burtur frá teimum báðum.
Tær hava nógvar royndir í
slíkum dystum og hava
áður verið stuðulsleikarar á
liðnum.
Rannvá B.
Andreassen
Rannvá
Augustinussen
Vivian Bjartalíð
Súsanna Hansen
Mary-Ann Isaksen
Laila Jespersen
Halltóra Joensen
Sólva Joensen
Malena Josephsen
Annelisa Justesen
Bára S. Klakstein
Unn Kragesten
Jacoba Langgaard
Asta Magnussen
Rakul Magnussen
Ása Dam á
Neystabø
Ann Olsen
Randi S. Wardum
Marin í Dali
Ragnar Egilsson
Kjartan Eli Hentze
Susie Midjord
Thomas Rasmussen
Stórar vónir til nýggja mannin