leygardagur 9. juli 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 76 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 129 - 9. juli 2005
Tað, sum fór fram á løgtingi og arbeiðsmarknaði í vikuni vísir, at
hvørki politiska skipanin ella partar av arbeiðsmarknaðinum eru
búgvin at virka í einum framkomnum samfelag, ið skal standa seg í
kapping við onnur lond og framhaldandi tryggja borgarum sínum
eina høga vælferð.
Kjarnin til óhepnu hendingarnar eru fleiri:
- Partvíst standa fakfeløgini ov spjødd.
- Partvíst er ein partur av maskinmeistarum í hálvalmennum
størvum afturúrsigldur samanborið við maskinmeistarar í
almennum størvum.
- Partvíst er arbeiðsgevaraleikluturin hjá hálvalmennu fyritøkunum
ikki nóg samskipaður.
- Og harafturat er onki samstarv millum samgongu og andstøðu. Tí
verður slík tingviðgerð mest meinleík valfundi, har andstøðan
roynir at tekkjast teimum, sum av nátúrligum ávum eru ímóti einum
inntrivi.
Í einum fólkaræðiligum samfelag hava vit rætt at skipa okkum í
fakfeløg, og tá fakini eru mong, eru feløgini nógv. At
Fíggjarmálaráðið hevur sáttmála við 32 fakfeløg er tó ábending um,
at samskipan vantar. Feløgini - løntakararnir - høvdu óivað fingið
nógv meira burtur úr, um tey vóru skipað í meginfeløg. Feløg kundu
virkað hvør sær, men tey kundu verið skipað í størri meginfeløg - í
eini "paraplyorganisatión". Úr einum sjónarhorni um rættvísisi eiga
maskinmeistarar hjá SEV at forvinna tað sama sum maskin-
meistarar í almennum størvum. Henda tillagingin eigur at verða
gjørd yvir eitt longri tíðarskeið, og ikki í eini støðu, tá hækkingin
kann leggja støðið fyri eitt høgt samfelt lønarkrav í eini tíð við
búskaparligari stagnatión, tá lønarafturhald heldur er ynskiligt.
SEV eigur sum arbeiðsgevari helst at vera partur í kommunala ar-
beiðsgevarafelagnum. Men størri samskipan á hesum øki merkir
ikki, at so er leyst. Kommunala lønarlagið má verða samskipað við
lønarstigið hjá landinum. So er spurningurin, um landsstýris-
maðurin skal góðkenna sáttmálar, sum kann elva til óhepnar støður,
ið vit hava upplivað, ella um ein lønarnevnd skal syrgja fyri, at løn-
arlagið er nøkurlunda eins? Í aktuella málinum helt landsstýrið, at
neyðugt varð at leggja uppí. -Men vórðu royndir gjørdar fyri at
koma úr fastlæstu støðuni? Og kundu samgonga og andstøða havt
samskipað arbeiðið, áðrenn lagt varð uppí?
Tingviðgerðin bendi ikki á, at nøkur roynd varð gjørd at loysa upp
fyri støðuni. Og tá so er, hevur politiska arbeiðið kki verið nóg gott.
Heldur ikki hevði samband verið við andstøðuna. Og tað kundi havt
givið andstøðuni størri ábyrgd, tí støðan at landsstýrismaðurin í
fíggjarmálum skal góðkenna slíkar sáttmálar, er arvur frá
undanfarnu samgongu.
Úrslitið gjørdist ein "valfundur". Slíkum er ikki størsti tørvurin á, tá
landið er í kreppustøðu. Tá er tað týdningarmikið at vísa
samfelagsábyrgd, sum arbeiðarafeløgini vístu í mai. Ein hægri
almennur lønarkostnaður kann bara fíggjast við øktum avgjalds-
ella skattainntøkum ella almennum sparingum, m.a. uppsagnum, tí
útlitini fyri natúrligum inntøkuvøkstri eru ikki tey bjartastu! Henda
veruleika mugu vit øll ásanna - eisini politikkarar og fakfelags-
leiðarar. Latið okkum læra av mistøkum og manglandi samskifti og
fáa ein betri dialog og størri samstarv millum samgongu og and-
støðu. Tað, ið fór fram á tingi, er tó ikki eindømi um ringt stev mill-
um andstøðu og samgongu. Tað hevur eyðkent føroyskan politikk
alt ov leingi. Her kann núverandi samgonga bróta upp úr nýggjum,
um hon vil tað, men treytin er tá tann, at eisini andstøðin spælir við
ærligum og konstruktivum kortum.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ikki nóg búgvin
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Ljós yvir landið, men hvussu leingi?
Napolion Magnussen
Og so varð aftur ljós yvir
landið, men hvussu leingi?
Sat
mikukvøldið
og
fylgdi við í Útvarpinum, nú
Løgtingið setti streymin til
aftur við makt. Tað rann
mangt mær til hugs ið hev-
ur verði sagt hesar seinastu
dagarnar.
Lat meg byrja við Klæm-
int Weihe: Haldið tað líkist
svartasta ongum at ein
stjóri í einum kommunal-
um felagskapi kemur við
sovornum svassi um at "tað
líkist svartasta ongum at 40
mans kunna leggja landið
myrkt". Tú skal sjálvandi
kunna úttala teg privat, men
sum stjóri í einum felag
sum kommunur eiga skal tú
viga tíni orð betur og fáa
tað við í greinina at tað ikki
er sum stjóri í SEV at tú út-
talar teg. Hasir menninir
hava ongan annan møgu-
leika enn at brúka sín
verkfallsrætt!
So komi eg til Bárð Niel-
sen: Tá ið tú veit, at
maskinmenn í almennum
starvið liggja væl omanfyri
hesar hjá SEV hevur tú eina
fullgóða grundgeving fyri
at góðkenna eina hækking
og at kunna forsvara hana í
samráðingunum til heystar.
At teir so fáa meira í til-
leggum og yvirtíð rakar
ikki teg í hesum sambandi.
Her er tað grundlønin ið
talan er um.
Og so til Tjóðveldis-
flokkin og Jenis: Tit høvdu
tykkara
møguleika
at
broyta kommunustýrislóg-
ina í 2003, so at Bárður
Nielsen ikki kom í somu
støðu sum Karsten Hansen
kom í fyri tveimum árum
síðani. So at frá tingsins
røðarapalli soleiðis at øsa
fólk upp sum gjørt varð
mikukvøldið er langt úti.
Tað skuldi verið heimila
løgtingsformanninum
at
steðga tingfólkið, ið ferð
aftan á ferð dittar sær upp á
røðarapallin at júka tað
sama ummaftur og umaftur,
sum Jenis og co gjørdu
mikukvøldið.
Henrik Old var, eins og
Bjarni Djurholm, rættiliga
óhølvaður í sínum orðavali
upp til fleiri ferðir, men eitt
skal eg geva honum rætt í:
At nú í skundi at broyta
lóggávuna er púra burtur-
við. Men eitt stendur eftir:
Lóggávan má skal broytast
alt fyri eitt, í øllum førðum
áðrenn samráðimgarnar í
heyst. Tað skal ongin lands-
stýrismaður verða triði
partur í einum sáttmála, tað
skal ongantíð verða ein
triði partur í nøkrum sátt-
mála.
Annars er at siga, at
føroyski arbeiðsmarknað-
urin er rættiliga rótutur. Tað
er mestsum hvørt ár at okk-
urt verkfall ella líknandi
leggur landið lami, so tað
er uppá tíðina at fáa betur
skipaði viðurskifti við eitt
nú
høðussáttmálum
og
leypandi sambandi ímillum
partarnar. So vit mega vóna
tað besta frá nevndini ið
situr og gerð álitið, sum
vónandi kann gerðst grund-
arlagi undir einum væl
betur skipaðum arbeiðs-
marknaða. Tí tað er ein
ósiður at Løgtingið leggur
uppí sáttmálatrætir, ein
ósiður ið sum skjótast
sleppast má vekk frá.
Føroya Pedagogfelag
Tórshavn, tann 07-07-
2005
Undirritaða fakfelag mót-
mælir harðliga, at lands-
stýrismaðurin í fíggjarmál-
um, hevur noktað at góð-
tikið eina semju, sum
Maskinmeistarafelagið og
Elfelagið SEV hava gjørt
eftir uppskoti, sum varð
lagt fram av semings-
fólkunum.
Tað er átaluvert, at lands-
stýrismaðurin vrakar eitt av
pørtunum góðtikið sem-
ingsuppskot, sum hevur til
endamáls at javna lønina
hjá maskinmeistarum, sum
starvast hjá SEV, við aðrar
maskinmeistarar, ið starv-
ast á landi, serliga tá vit
kunnu staðfesta, at sam-
bært viðmerkingunum til
kommunu-stýrislógina so
er endamálið við góðkenn-
ingar-heimildini hjá lands-
stýrismanninum júst at
"tryggja eitt javnt alment
lønarlag".
Vit
átala
samstundis
harðliga, at sitandi sam-
gonga hevur longt verandi
sáttmála í 5 mánaðar og
harvið hevur forðað mask-
inmeistarunum, sum starv-
ast hjá SEV, at fáa somu
løn, sum aðrir starvs-fel-
agar teirra, sum starvast á
landi.
Vit vilja harðliga ávara
ímóti, at politisku flokkar-
nir soleiðis leggja seg út í
samráðingarættin og verk-
falsrættin hjá føroysku
fakfeløgunum, og vit skulu
minna á, at vanligi føroyski
løntakarin neyvan fer at
gloyma hesa ráðagerð, sum
teir politikarar, sum siga
seg stuðla verkamanna-
fjøldini, her hava framt
móti føroysku fakfelags-
rørsluni.
Vit lýsa tí við hesum
okkara fulla stuðul til
Maskinmeistarafelagið og
limir tess, og heita á øll
fak-feløg um at standa
saman móti áganginum frá
sitandi samgongu.
YVIRLÝSING frá Føroya Pedagogfelag